Sum sæst omanfyri er grønt í túninum í dag. Men í erva er grátt, hvørja ætt vit so hyggja í.
Tað verið seg beint út á fjørðin móti Nólsoynni, við antennunum hjá radioamatørunum í høgra horni, og í eini ljósari rípu í havsbrúnni, ella á niðastu myndini, har Eystnes er vinstrumegin og Stongin høgrumegin. Hetta er ein av mest hugtakandi summarpalettunum í Havn - grátt.