Skip to main content

Posts

Showing posts with the label fiskur

Leygardagsmyndir úr Havn

Teldutala Leygardagin 7. mai er veðrið av tí fagrasta í Havn. Í Bringsnagøtu verða mest sum øll tey søguligu húsini umvæld. Tá tú ert komin niðan á, og Bringsnagøta hellir undan, daga stóru og vælhildnu húsini fram, sum verða kallað Arnes Minde. Tey eru útvið 200 ára gomul og nú hevur Havnar kirkja yvirtikið húsini frá Tórshavnar kommunu. Her hevur nýliga verið kommunal dagrøkt, einaferð helt Skansastova til her, og løgreglan og tveir klivar hava verið her. Klokkan er 10 og svarti vøruvognurin hjá blómubúðini stendur ófrættakendur við opnari hurð í Dómkirkjutúninum. Stavirnir eru gyltir og siga Akkuleya. Seinastu heilsanir ein góðveðursdag. Um fýra tímar fari eg sjálvur at sita á loftinum at minnast Hjartan, sum prestur sigur at navnið varð skrivað í kirkjubókina. Summarið í 1986 lærdi hann meg at skriva og goyma á teldu, tá Word Perfect 5,1 var fremsta amboð í Tinganesi. Ein rustaður tangi, ið er komin undan kommunalu moldini á Bryggjubakka, matchar so frálíkt við ljósi

Botnerligur sjálvútleverandi avdúkingarjournalistikkur

Tað krevur ein góðan interviewara, við góðum sosialum evnum at koma heilt inn í privatu stovuna hjá týðandi fólki, og ein ikki minni góðan fotograf, at fáa eitt so gott innslag frá hondini, sum tað úr reiðarastovuni hjá Mortani Johannesen í kvøld. Nærri og nærri. Sansaliga nærverandi. Tað var sum at síggja ein film hjá Almodóvar, at verða boðin innar í hesa fjálgu og litríku bestaborgarastovuna hjá reiðaranum, sum elegant grásprongdur í flottari skjúrtu við høgari flippu kundi siga okkum akkurát hvussu, og hvar, skapið skuldi standa. Íð hvussu er sambært einum uppblástum einaveldisharra. Tí tað var tað, sum innslagið arbeiddi seg upp ímóti og endaliga avdúkaði. Ótamda einaveldisharran. Uttan at interviewarin hevur sagt nakað illavorðið. Bara sjálvt evnið, interviewofrið, er í miðdeplinum í samrøðuni, tað er hann, sum øll eru møtt at hoyra siga frá, og sum eftir 64 árum í tøgn, nú fer út í allar Føroya stovur undan jólum. Vit hava konfliktjournalistikk, vit hava gravan

Fýratúsund fyri flakið!

Fýratúsund krónur fyri flakið. So høgur kann endaprísurin verða, tá ið eksklusivar italskar matstovur rinda fyri ein bita av føroyska Bankatoskinum, ið tey meta sum heimsins besta til saltfisk. Tað sigur Jens Martin Knudsen, framleiðslustjóri á Vaðhorni. Einki er at ivasti í, at toskur av Føroyabanka er besta, men samstundis eisini knappasta, saltfiskabrand úti í heimi. Oslakkur Frederiksberg hevur spurt seg fyri hjá eldri ættarliðum, og hevur eftir teirra forskriftum gjørt klippfisk til tvey kvøld í Barbara Fish House, 13. og 14. november. Helst er hetta fyrsti klippfiskur, ið er virkaður í Føroyum í nýggjari tíð. Tað var fyri trimum árum síðan, at íverksetarar í frambrúsandi føroysku matstovuvinnuni fingu samband við Oyvind av Skarði í Vinnumálaráðnum og fólk á Havstovuni, at Bankatoskurin aftur kom á heimliga borðið. Tíðindini bórust á altjóða mat- og ferðabloggum, og um hetta mundið í fjør kom eitt par úr New York higar, bara fyri at sessast í Áarstovu og smakka ein ram

Hegri á náttklubba

Her er ein hegri á náttklubba. Hann er so spelkin, at hann stendur á høvdinum. Aftanfyri síggjast eksotisku náttlampurnar. Nei, tvætla ikki. Hetta er ikki ímyndin av, hvussu vit skulu møta framtíðar ferðafólki. Hetta er ein av mongu fuglunum, sum Edward Fuglø hevur sett á eina klótu, sum hongur undir loftinum í SMS, meðan hugnaligu kafélampurnar í Baresso glampa aftanfyri. Navnið á instalasjónini er SunMoonShadow , stytt SMS. Edward hevur savnað fuglar úr fimtan føroyskum skúlum, sum nú síggjast á torginum í SMS fram til 26. mars. Hetta er besta høvið nakrantíð at síggja so nógvar ymsar fuglar á einum stað. Klikk á myndirnar og tær verða størri. Ein ytri orsøk til hesa risastóru installasjón er, at geva teim mongu ferðafólkum, sum koma til landið í hesum døgum at uppliva sólarmyrkingina fríggjadagin, eina uppliving, har føroyska fuglamangið kennist og hoyrist. Umframt fuglar og fuglalát úr bjørgum og haga, hevur Edward sett sjónvarpsskermar upp á træsúlurnar, sum

Hetta er tað!

Hetta er tað, sum alt snýr seg um, sigur ungi sjómaðurin við grøna hanskanum á pallinum undir Fornminnissavninum innanfyri Langukaj úti í Klaksvík. Makrelur, agn og kapping! Gentan í reyða jakkanum heldur ondini. Er hetta tað, sum allir menninir tosa um? Dómarin telur niður og ikki er loyvt at skera meir enn fimm stykki, hvørki meir ella minni, og tað skal vera beint niður á ryggin. Á tíggjunda Sjómannadegnum eru Karl Birgir Isaksen, Oliver Joensen, abbasonurin, Jákup Vestergaard og John William Joensen væl nøgdir við kappingarnar, sum ikki bara eru í egning, kryvjing og bøting, men eisini fyri pør, sum sleppa at vinda hespur upp í noða, í eplaflísing, kassastabling, kelving, at kasta lodd, at halda dregg, at kasta fanglínu og at rógva kapp á nýgjørdum flamingoflaka. Skal tað verða skjótari og á djúpari havi, so ber til at sigla við 70 míla ferð á vágni við Scorpion. Sjógvurin dregur og eingin endi er á møguleikunum at flyta seg eftir honum, frá tí einfa