Skip to main content

Posts

Showing posts with the label fiskur

Hvar er virðislønin úr Barcelona?

Hetta er ein eftirlýsing frá Pakkhúsi 5 á Tvøroyri: Í 1929 luttóku 11 føroyskar fyritøkur við einum felagsbási á heimsframsýningini í Barcelona. Framsýningin er lýst í einum ferðabloggi , sum eg sjálvur skrivaði úr Barcelona á sumri í 2016.  Fyritøkurnar vóru S.P. Petersen, I.P. Eversen, H. Johannes Jacobsen, J. Dahl, P.H. Dahl, Jesper Hjelm, AS Markøre, AS Hvidenæs, AS J. Mortensen, N.J. Mortensen og T.F.Thomsen. Tær luttóku saman við 67 øðrum fyritøkum úr danska ríkinum, og tá heiðursmerki vóru latin fyri úrdráttirnar á framsýningini, var føroyski klippfiskurin tann einasti í ríkinum, ið vann hægstu virðisløn - Grand Prix við gullmedalju. Virðislønin var eitt heiðursskjal og tvær innrammaðar gullmedaljur við mynd av Alfonso kongi og drotning Victoriu av Spania. Í 1948 lat Herluf B. Thomsen, ið fyrireikaði føroysku luttøkuna í Barcelona, nýstovnaðu føroysku Fiskasøluni virðislønina í varðveitslu, tí hann metti, at har kundi hon best tæna føroyskum fiskaútflutningi

Páskatoskur og páskablómur

Toskanakki, codneck , sigur matskráin. Beint av Føroyabanka, varisliga bakaður í Barbara Fish House og síðan borðreiddur við ramsleyki og persillusós av kræklingasoði. Tað er Leygardagur reyði og páskaaftan. Fjøruti ára gamli Magnus Heinason er kom av enn eini yvirlitstroling á Føroyabanka, ið gav so mikið, at fiskamatstovan aftur kann bjóða feskan várfong. Eisini bankatosk, hvítur og fastur. Við fullsettu borðini skifta vit orð um lívrøðiligu viðurskiftini á Føroyabanka, har aldrandi rannsóknarskipið hevur gjørt kanningar síðan 1983. - Toskurin á Føroyabanka er framvegis ikki komin fyri seg aftur, við tað at nøgdin av toski í vekt lá á sama lága støði, sum hevur verið vanligt síðan 2006, skrivar Petur Steingrund, kanningarleiðari, eftir túrin. Havfrøðingurin, Bogi Hansen, hevur fyrr upplýst, at ikki færri en tvær milliónir kubikkmetrar fara gjøgnum Bankarennuna um sekundið. Tjúgu kilometrar breið og 850 metrar djúp, skilir hon Føroyabanka frá Landgrunninum og er ein sjálvstøðug vi

Gróðurin minkandi

Sólvá Jacobsen, sum er lívfrøðingur á Havstovuni, fegnast um áhugan fyri tí gróðuri, Phaeocystis, sum hevur verið at sæð við strendurnar kring oyggjarnar. Á myndini er Sólvá umborð á rannsóknarskipinum Magnusi Heinason.  - Eg standi við eitt tól, nevnt ein CTD. Tá kanningar verða gjørdar, verður tólið lorað niður ígjøgnum sjógvin. Í tólinum er eitt fluorometur, sum mátar gróðurin í sjónum. Eisini eru viðheftar fløskur, ið kunnu latast aftur á dýpum, sum vit velja. Tann sjógvurin kann síðani kannast fyri nógv ymiskt, til dømis ber til at kanna algusløg, sigur Sólvá. Sunnudagin 2. juli í ár, tá eg tók hesa og niðastu myndina, vár nógvur gróður at síggja um alt landið. Tann dagin var bloggurin Skúm frá algu nógv lisin. - Vit sóu eisini sera nógvan Phaeocystis gróður í 1995, og annars sæst eitt sløð av Phaeocystis flest øll ár. Gróðurin er nú minkandi, mest sannlíkt tí at tøðsøltini ganga undan. Yvirhøvur, hevur hettar verið eitt gott ár viðvíkjandi gróðuri á Landgrunninum.

Tá sólin skínur yvir Víkina føgru

Um vikuskiftið vóru stór og smá í ólavsøkuhýri í miðbýarsólini í Havn. Leygardagin var ísaður fiskur lagdur upp í Tórsgøtu, skorin og gjørdur klárur til grillina og stóru suppugrýtuna við altskyns krabbadýrum og sanniliga eisini tara. Til bar at nema við bæði deytt og livandi, og so at smakka eksotisku rættirnar úr sjónum. Tað er Ein dagur á grynnuni . Maiveðrið var so summarsliga frálíkt, at fólk hoyrdist spontant siga góða ólavsøku, tá tey høvdu prátað eina løtu undur Bryggjubakka og so gingu víðari. Tey tilkomnu møttust longu fríggjadagin í Listaskálanum at fagna Williami Heinesen og hansara myndlist, tí framsýingarheitið William Heinesen - Myndlistamaður . Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðaði vælkomin og Malan Marnersdóttir, professari, helt setanarrøðuna. William Heinesen (1900-91) var fyrst og fremst orðlistamaður. - Tað er einki at taka seg aftur í, men alt sítt lív var hann eisini virkin myndlistamaður og arbeiddi í tøkni so sum pastellkrit, tekning, málarí