Skip to main content

Hvar er virðislønin úr Barcelona?


Hetta er ein eftirlýsing
frá Pakkhúsi 5 á Tvøroyri:


Í 1929 luttóku 11 føroyskar fyritøkur við einum felagsbási á heimsframsýningini í Barcelona.

Framsýningin er lýst í einum ferðabloggi, sum eg sjálvur skrivaði úr Barcelona á sumri í 2016. 

Fyritøkurnar vóru S.P. Petersen, I.P. Eversen, H. Johannes Jacobsen, J. Dahl, P.H. Dahl, Jesper Hjelm, AS Markøre, AS Hvidenæs, AS J. Mortensen, N.J. Mortensen og T.F.Thomsen.


Tær luttóku saman við 67 øðrum fyritøkum úr danska ríkinum, og tá heiðursmerki vóru latin fyri úrdráttirnar á framsýningini, var føroyski klippfiskurin tann einasti í ríkinum, ið vann hægstu virðisløn - Grand Prix við gullmedalju.

Virðislønin var eitt heiðursskjal og tvær innrammaðar gullmedaljur við mynd av Alfonso kongi og drotning Victoriu av Spania.

Í 1948 lat Herluf B. Thomsen, ið fyrireikaði føroysku luttøkuna í Barcelona, nýstovnaðu føroysku Fiskasøluni virðislønina í varðveitslu, tí hann metti, at har kundi hon best tæna føroyskum fiskaútflutningi.

Føroya Fiskasølan er langt síðan givin, men tó at vit hava spurt okkum fyri fleiri staðni, so tykist ongin vita, hvat var av heiðursskjalinum og medaljunum úr Barcelona.

Um nakar veit, so frætta vit fegin, tí vit vilja so sera gjarna í minsta lagi sleppa at avmynda hesar lutir til savnið í Pakkhúsi 5, tá mentanarnátt verður á Tvøroyri 6. juli í ár.

Vælkomin at deila, so henda eftirlýsing røkkur so langt sum gjørligt.


Heiðursskjalið var líkt hesum