Skip to main content

Posts

Showing posts with the label jól

Stórbýarjól

Her er kavajólamaðurin hjá grannabørnunum í morgunmyrkrinum heima í Tórsbyrgi. Aftanfyri hómast hjallarnir, sum gjørdust nøkur kjøtstykki fátækari, tá vit í fyrramorgunin koyrdu við grannunum, Bjørg og Dániali, vestur á flogvøllin, har nýggi William stóð fyri okkum. Í ár halda vit jól hjá Jógvani á Amager og nýggjár heima í Tórsbyrgi saman við Hanusi og Marjun. Niðanfyri er jólahosan, sum Benadikta seymaði í New Orleans í 1992, eina til Jógvan og eina til Hanus, sum heldur jól hjá Marjuni og teimum á Argjum. Vit heilsa :-) Longu á flogvøllinum er sjón fyri søgn, hvussu væl føroyskt kokkakynstur og matlist stendur í løtuni. Í risastóru bókini The Nordic Cook Book er góð føroysk fylla, sum sæst væl aftur. Føroysku rávørurnar eru góðar, og standa seg væl í altjóða kokkakynstri, eisini tá smakkfulla serveringin er einføld, sum hesir skornu bitar av einum Kollstjógvi av Eiði afturvið jýtskum rugbreyði og jólaøli. So bjóðar Ivan ein jóladøgurða á Bistro Royal við Kong

Jólatrøini komin

So  eru jólatrøini komin til heilsølurnar, og eru løgd í bunkar eftir stødd, slagi og prísi. Vetrarsólin skínur so lystiliga á tey. Í hvussu er í løtum. Tí nú er veðrið skiftandi, frá tí stillasta til tað villasta. Jólatræði á Vaglinum í Havn verður tendrað leygardagin 26. november kl 15:30. Tað er ikki frá eini heilsølu. Fyrr kom træðið til Havnar úr vinabýnum Birkerød, men eftir at Havnin slepti smábýum og forstøðum, fór hon uppí eitt norrønt høvuðsstaðasamstarv í staðin. Tí er jólatræið í Havn komið úr Reykjavík, sum eisini sendir eitt jólatræ til Nuuk at tendra um jólini. Tað er kunningarstovan, Visit Tórshavn, sum skipar fyri jólatrænum, jólabýnum og jólahaldinum í Havn.

Gleðilig jól!

Blogglesarum verða ynskt eini gleðilig jól við einum jólaeingili, sum Guðrun gjørdi úr ull og vomb av seyði á Borðuni í fjør. Í dag hongur hann undir lampuni í stovuni, við jólatræsperunum í baksýni. Í kavaleysa illveðrinum uttanfyri er einki motiv í dag, so tað verður innandurað einglamotiv. Í fjør hekk eingilin yvir nýkomna Føroyakortinum í køkinum, sum Rói teknaði. Hann heldur enn, hangandi Borðueingilin. Gleðilig jól!

Kaffisól

Eftir kaffi í morgun steig sólin millum Borðuna og Glyvursnes. Í hvussu er at síggja til úr okkara kaffistovu henda stytsta dag í ár. Eina løtu eitt slag av sólarkaffi. Men tað eiga tey í Leirvík. So eg sigi kaffisól. Nú fer hon so ikki lægri, sólin. Jóladag hækkar hon aftur.

Í dag er stytsti dagur

Í dag er vetrarsólstøða, heilt nágreiniliga klokkan 04:48 sigur álmanakkin. Dagurin er 5 tímar og 1 minutt í ljósi, og so er myrkt. So lágt stendur sólin á okkara hálvu. Eftir at hava staðið í botni til jóladag, gongur aftur móti ljósari tíðum. Deklinatión siga tey um bendingina hjá sólini, sum tá vendir. Onkur skal hava sagt, at eftir stytsta dag longdist dagurin eitt hanafet hvønn dagin. Meðan vit á arbeiðsplássinum í dag leggja seinastu hond á eina undirvísingarsíðu um holocaust , sum sæst omanfyri, bjóða prestarnir í Vesturkirkjuni til Vónargudstænastu . Tá myrkast er, kann ikki ganga annan veg, enn móti ljósinum. Umframt at tendra ljós og luttaka í andakt, fara fólk at siga frá um krabba og at missa í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 20:00. Og so vísa tey stuttfilm á stytsta degi eisini. Og Kringvarpið fekk eina varisliga nýggja byrjan frá tingfólki. So í dag man verða rættast at siga gleðilig sól, og gott og eydnuberandi kringvarp til vinir og kenningar, nær og fjar. Næsta ár e

Jólini nærkast

Jólini nærkast. Tað varnast tú á ein ítøkiligan hátt, tá tú parkerar frammafyri hesum hjalli á Húsabrúgv, har fleiri bilar hava verið nærri, enn eg var í dag. Ja, hava rent inn í hjallin. Tað er sjón fyri søgn. Brotnar rimar mitt í Havn. Ein grafisk mynd, sum eg mátti goyma, við ljósum. Og her er hon til tín, kæri jólablogglesari. Ein árendur jólahjallur á Húsabrúgv. Niðru í Vágsbotni gera veðurlagsbroytingar um seg. Eftir storm og grimdarregn er turt og stilt. Ikki ein ond. Bara ljóðið av bilum, ið koyra út undur Bakka at venda og so heimaftur. Og vegforðingar á leiðini. Bump. Bump. Annars ikki eitt kis. Ljósagrøna trappan til havsvimjarar lokkar, men har er so skitið av olju og flótandi lorti inni í Vágsbotni, at tankin um Florida kemur ikki ordiliga til mín. Kanska eru hetta veðurlagsboytingar, teir ekstremar sum vit hava upplivað í veðrinum seinastu dagarnar. Og nú sigur veðurmaðurin, at kavi verður á jólum. Kavar, so livst. Í hvussu er á jólum.

Jólamenn á hestbaki

Í dag sóust jólamenn á hestbaki á Kongabrúnni í Havn. Teir riðu niðan í gongugøtuna, har alt angaði av pannukøku og vanilju. Við sær høvdu teir fullan posa av jólakaramellum at geva Havnarbørnum í øllum alduri. Á Áarvegnum veittar ein kátur klovnur úr bilinum. Tað er Bubu, sum júst hevur undirhildið í Miðbýnum og nú koyrir avstað til næstu jólauppgávu.   Fólk eru í góðum lag og allir handlar í miðbýnum hava opið við altskyns tilboðum. Her eru gávur av øllum sløgum og í øllum prísløgum, frá tí, sum næstan er ókeypis, til flottar føroyskar merkivørur fyri meir enn átta túsund. Fantastiskt, men tað verður við tankan. Sjálvdan er so nógv spart, sum akkurát í dag. 

Leygardagsjólamaðurin vitjar

Í dag vitjaðu fittir jólamenn úr Klaksvík við hesum jólagávum, stórbæru Seyðabókini og eini sjáldsamari Balvenie TUN 1509 batch 2. Betri kann tað ikki verða. Meðan Seyðabókin byggir á gransking, uppskriftir og allar bókaútgávur hjá Roberti Joensen, er hin skotska goymd í átjan amerikanskum tunnum, fimm amerikanskum eiki-hogsheads, sjey sjerri-butts og tveimum sjerri-hogsheads, sum David Stewart hevur staðið fyri. Danska Maltwhisky Akademiið kallar hetta eina sublima vatting . Sum sæst havi eg longu sett á jólagávurnar, og kann bara nikka og játta. Takk fyri vinalagið og gávurnar, leygardagsjólamaðurin!

Snapshot í miðbýnum

Meðan veðurfrøðingurin er í donsku telefonini í føroyska Kringvarpinum, súsi eg niðan eftir Tinghúsvegnum og síggi regnvátu tingrútarnar, gjøgnumskygdar og allar rýmingarvegirnar opnar og klárar. Eitt spennandi myndaevni, at síggja inn í eina deseinarastovu á jólum við Ingálvi á vegginum, nú veðrið uttanfyri ikki rættuliga er snaps-hot. Hetta er sum hjá Harald Herdal, H.C. Andersen og Aki Kaurismäki tilsamans. At síggja inn í ta stóru jólaherligheit eitt splittsekund. Tveir tingmenn úr Eysturoynni heilsa kurteisliga og ynskja gleðilig jól. Teir hava trý mál á skránni í dag: meirvirðisgjaldarbroytingarafturgjald, arbeiðsmarkanðareftirlønargrunnarinngjaldshækkan, kringvarpsgjaldsbroyting og svartkjaveiðigjald. Og so er framløga. Hot ella ikki. Hetta var tinghúsið, sum streyk framvið á Tinghúsvegnum, síðsta fríggjadag fyri jól.

Kollseyður á jólum

Dagsins jólamynd er úr garasjukjallaranum á arbeiðsplássinum, har starvsfelagin, Sigfríður, aftur í ár hevur latið mær tvey krov, eitt gimburlamb og eitt veðurlamb. Tey eru úr Kollinum á Eiði, men hava gingið fyri Norðan, tað er har, sum jólanissan skoðar niðast, frá Loranstøðini til Ambadal, sum útlendingurin hevði sagt. Í stuttum Kollseyður fyri Norðan, sum teir siga har norðuri. Sjálvur hevur Sigfríður sett ymsar litir á parteraðu krovini, sum her er í bláum og reyðum grafikki, tikin úr Býta seyð og fletta  (1968) hjá Roberti Joensen. Ovastur er langleggur, sum hann heldur um á myndini.  Tjekk. So er jólanissan sett á Føroyakortið, sum nú prýðir gólvið í Námi.

Vindeygavask í desember

Í morgun kom vindeygavaskarin Jørgen Andersen upp fyri gluggan. Alt árið í ring hevur hann gingið upp í stigan, vaska og tryggjað okkum eitt gott útsýni úr húsunum, har stórir tankar, halda vit í hvussu er sjálvi, verða hugsaðir á øllum hæddum. Tá er gott við gjøgnumskygni og reinum sýni. Við loyvi frá Jørgen verður hann dagsins mynd í desember.

Saltsvart undir Ryggi

Um morgnarnar sæst farleiðin av kommunala saltstroyaranum í trongu gøtunum í Havn. Summstaðni ein spennandi grafisk effekt, hvítt salt omaná svart asfalt, sum her í Erling jalsgøtu frammanfyri Náttúru millum Lív og Trygging. Bert eina løtu, so er alt burtur fyri degnum. Í meðan fáast grafiskar krókaupplivingar í brekkum sum hesari undir Ryggi.

Gávugløgg

Hetta eru gávuprent til limir í Steinbrá. Eitt av fýra ymsum talmerktum og signeraðum prentum, sum Zacharias Heinesen akkurát hevur gjørt í Steinprenti. Týsdagin 15. desember millum klokkan 16 og 18 er gávugløgg í Steinprenti. Tá kanst tú heinta títt gávuprent. Tá kanst tú eisini gjalda limagaldið fyri 2016 og fáa gávuprentið í gløggu jólahondina. Í Steinprenti fer Marius Olsen at gera plakatina til Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í 2016, og í summar verður Zacharias Heinesen 80 ár. Tá skipar Listasavn Føroya fyri framsýning. Vit síggjast!

Ommusa jólastjørna

Á síðu 18 í jólabókini hjá Bo Bedre er 75 ára gamla jólastjørnan hjá ommu í Gøtu sett á toppin á træið, sum á næstu síðu fær yvirskriftina Det moderne juletræ . Hon var jarðarmóðir, og undir krígnum fekk hon jólastjørnuna frá bretskum hermonnum í Eysturoynni. Síðani hevur langommudótturin fingið stjørnuna. Nú hevur hon sett hana á træið í jólabókini, sum helst hevur hægsta upplag í Norðurlondum.

Náttarravnsjól

Fjórða desember er jólaborðhald á arbeiðsplássinum. Millum tey mongu, sum eru sett á undirhaldslistan út á kvøldið, er undirritaði sum Náttarravnsdisckjockey við tí ektaða Glen Miller-eyðkennislagnum hjá Tierra, signatursangunum Svarti Ravnur, May Each Day, In The Midnight Hour og øllum hinum sangunum í ein midnáttartíma ella so. Hin helvtin, tað er Heðin, er í Danmark, so eg havi sett playlistan inn til høgru. So ber til at fylga við og spæla Náttarravnsdisckjockey í allari verðini, bara tú ert á Spotify. Svarta føroyska ravnin, sum sæst framman fyri playlistanum á telduni omanfyri og á gomlu Dimmumyndini niðanfyri, stappaði Jens Kjeld Jensen út í Nólsoy fyrst í 90'unum. Á myndini niðanfyri síggjast allir tríggir. Enjoy!

Geytajól

Triðja desember sýna vit jólaprýdda Norðurlandahúsið og eina grøna máltíð frá Smakka. Mikudagin var Geytadómsnevndin her og hugdi at øllum teim 22 filmunum, sum komu inn til filmskappingina í ár, hálvan fimta tíma tilsamans. Helvtin av filmunum, góðir tveir tímar, komu gjøgnum nálareygað. Eins og undanfarin ár er Finnur Koba vertur, tá Geytakvøldið verður rullað út fyri einum fullum sali í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Eftir sýningarnar verður avdúkað, hvør vinnur Geytan, ið er 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, og hvør filmur fær Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 kr, ið Tórshavnar kommuna fíggjar, men áskoðarin ger av, hvør fær.

Ein dag og annan

Annan desember er jólamyndin úr Tórsbyrgi í tveimum. Fyrst úr kavataka túninum við frosti og krapa omanfyri í gjár, og so sama tún og útsýni niðanfyri í morgun. So skjótt skiftur veðrið og sýnið. Tað er at skøða seg og halda brillunum. Gott, man ikki hevur hatt!

Royniber í túninum

Jólamyndin úr Tórsbyrgi fyrsta desember er royniber. Myndin niðanfyri er tikin um várið í 2012, tá ruddingardagur var. Tað er Anna, sum lúkar, og í horninum sæst træið við reyðu royniberunum. Wikipedia veit, at royniviður (Sorbus aucuparia) er træ, sum kann vaksa upp í 15 metrar. Royniberini eru beisk og súr, sum vit kenna úr søguni, tá revurin ikki rakk upp eftir teimum. Í berunum eru pektin, C-vitamin og A-vitamin. Grannar í Tórsbyrgi siga, at fuglarnir vera sjónliga ávirkaðir, tá teir eta reyðu berini og flúgva víðari. Starvsfelagin Pól Jespersen tók hesa mynd av einum reyðstapa (Bombycilla garrulus) í urtagarðinum heima í Smærugøtu. Eftir at hava etið royniber av roynitrænum tyktist reyðstapin ikki sørt ávirkaður. Berini eru gerað og teir fáa kenning, sigur Pól. Á niðaru myndini sæst vetrarsvangi reyðstapin koyra føroysk royniber í seg. Fuglakennarar siga, at reyðstapi eigur í teim norðastu furuskógunum í Skandinavia, Russlandi og Sibiria. Reyðstapi er einasti smáfu