Dagsins jólamynd er úr garasjukjallaranum á arbeiðsplássinum, har starvsfelagin, Sigfríður, aftur í ár hevur latið mær tvey krov, eitt gimburlamb og eitt veðurlamb. Tey eru úr Kollinum á Eiði, men hava gingið fyri Norðan, tað er har, sum jólanissan skoðar niðast, frá Loranstøðini til Ambadal, sum útlendingurin hevði sagt. Í stuttum Kollseyður fyri Norðan, sum teir siga har norðuri. Sjálvur hevur Sigfríður sett ymsar litir á parteraðu krovini, sum her er í bláum og reyðum grafikki, tikin úr Býta seyð og fletta (1968) hjá Roberti Joensen. Ovastur er langleggur, sum hann heldur um á myndini.
Tjekk. So er jólanissan sett á Føroyakortið, sum nú prýðir gólvið í Námi.