Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kirkja

Í dag er stytsti dagur

Í dag er vetrarsólstøða, heilt nágreiniliga klokkan 04:48 sigur álmanakkin. Dagurin er 5 tímar og 1 minutt í ljósi, og so er myrkt. So lágt stendur sólin á okkara hálvu. Eftir at hava staðið í botni til jóladag, gongur aftur móti ljósari tíðum. Deklinatión siga tey um bendingina hjá sólini, sum tá vendir. Onkur skal hava sagt, at eftir stytsta dag longdist dagurin eitt hanafet hvønn dagin. Meðan vit á arbeiðsplássinum í dag leggja seinastu hond á eina undirvísingarsíðu um holocaust , sum sæst omanfyri, bjóða prestarnir í Vesturkirkjuni til Vónargudstænastu . Tá myrkast er, kann ikki ganga annan veg, enn móti ljósinum. Umframt at tendra ljós og luttaka í andakt, fara fólk at siga frá um krabba og at missa í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 20:00. Og so vísa tey stuttfilm á stytsta degi eisini. Og Kringvarpið fekk eina varisliga nýggja byrjan frá tingfólki. So í dag man verða rættast at siga gleðilig sól, og gott og eydnuberandi kringvarp til vinir og kenningar, nær og fjar. Næsta ár e

Pávin poppar í Róm

Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Pávin poppar í Róm og gevur 11 sangir út á fløgu í 55 minuttir. Ella sum download og stroyming á Spotify , ja, við allar tøkni, sum frammi er í dag. Á YouTube skrivar ein Rafik: Cheers pop Francis, even atheists appreciates your music! Music connects people! Eg kundi ikki verið samdari. N ýggja Rolling Stone blaðið, sum kom í dag, ummælir pávasavnið, ið hevur heitið Wake Up! og gevur 3 stjørnur, sum er meir enn Def Leppard fáa á somu síðu. Infallible , lýtaleyst, sigur ummælarin um sangirnar, ella ljóðmyndirnar, hjá 78 ára gamla Frans páva. Millum og afturvið tónleikinum, sum er rokk, popp og latín, talar pávin til lurtaran á italskum, spanskum, portugisiskum og enskum um frið, virðing, umvørvisvernd og at hjálpa næstanum. Sterku prædikurnar, sum eru tiknar upp í ymsum londum árini 2013-15 er produseraðar av Don Giulio Neroni, sum fyrr hevur gjørt upptøkur við øðrum pávum í Róm.  Italski tónleikarin Tony Pagliuca, sum hevur gjørt fleiri

Hvat er meir enn túsund?

Innleiðing til filmin “1001 gram” Theodor E. D. Olsen, Prestafelag Føroya Filmsfelagið í Havnar bio Sunnukvøldið 13. september 2015 kl. 20 Hvat er meir enn túsund? Hetta plagdi ein gamal maður at spyrja viðhvørt. Í hesum lá kanska bæði eitt sindur av fjarskotnari fávitsku, men eisini universellum sannleika. Tí tá vit fara út um tað, ið hugsast kann, upp um tað, ið teljast kann – ja, so gerst tað ikki bara óveruligt, tað gerst eisini spennandi. Tá vit fara heilt út, har vindar venda, og orka broytir skap. Men tora vit heilt hagar út, og er tað gjørligt? Hetta er ikki bara filosofiskt ella matematiskt áhugavert. Hetta riggar eisini retoriskt. Tað ljóðar væl. Tí vit kenna jú øll talið 101, tá talan er um óteljandi dalmatinarahundar, 501, tá talan skal vera um góðar cowboybuksur, ella 1001, tá talan er um nætur, nætur langt burturi í eysturlondum ella tær óteljandi næturnar hja Vágaverki. Eitttalið ger stóran mun – eisini tá vit spyrja: Hvat er meir enn túsund? Tað sigst, at

Tað er makt í teim foldaðu hondum

Tey rættuliga mongu, sum á ymsan hátt vilja standa fram sum kristin í gerandisdegnum, brúktu í gjár vøllin framman fyri Tinghúsinum at biðja fyri løgtingsvalinum í ovurmorgin. Eitt lógligt tiltak, hvat vit so kunnu halda um tað. Men skal eg taka tey í álvara, so krevja tey eina guddómligu kvotu, a divine intervention , tá endaliga valúrslitið verður talt upp. Guddómliga kvotan skal tá leggjast afturat verðsliga valúrslitinum. Tað er tað, sum biðið verður um, havi eg skilt tað rætt. Eitt kristiligt meirvirði. Eina guddómliga inngrípan í nútíðar føroyskan politikk, sum tey kristnu halda vera blivnan ov ógudiligan. Eftir tí, sum annar av fyrireikarunum, Eyðun Jacobsen, segði í Degi & Viku týsdagin, og tí sum tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur sligið stórt upp í heilsíðulýsing fyri valið, so er ágangurin á hjúnarbandið, ið er súlan undir samfelagnum, so nógvur og harður, at nú stendur landið í váða. Ikki kann eg bara mær fyri at smírast, at hjúnabandið er eitt politiskt p

Stór, størri, størsta

Valplakatirnar vaksa hvønn dag. Tær verða bara størri og størri. Higartil havi eg hildið, at henda plakatin hjá Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum hevur verið hin størsta og avgjørt best plaseraða. Hon er á vegginum hjá Smápartafelagnum Vest Invest, hjá Skilling tey kalla, í Bøkjarabrekku mitt í Havn. Men í dag sá eg, at Sonja Jógvansdóttir, hon, sum við hepni hevur nápað politikarasloyfuna minus polkaprikkarnar frá Óla Breckman, hevur plakathersett næstu grannahúsini, sum eru á Tinghúsvegi 13. Saman við Annlis hevur hon júst keypt húsini frá Eik. Gott at kapitalurin verður trongdur út úr miðbýnum. Ja, kundi hugsað mær ein flokk, ið hevði tað sum fremsta skildramerki. Kapitalin út úr miðbýnum. Á nýkeptu húsini hevur Sonja sett valplakatir á tveir húsaveggir, og man við hesum horni á Tinghúsvegnum eiga størstu valplaktina í Havn til løgtingsvalið í 2015. Men enn er ein vika til valið. Og enn eru flokkar, sum í ramasta álvara gera hjúnarbandslógina til fremsta politiska stríðsm

Nýggja Sangbók Guds Fólks á svalanum

Meðan tað verður sungið úr sálmabók í kirkjuni, veður sungið úr sangbók í Brøðrasamkomuni. Tað er einki at taka seg aftur í, at eingin hevur sum Brøðrasamkoman gingið undan at seta fólksligt føroyskt mál á prent. Kanska hevur kirkjan og tornið, sum sæst í hvørjari bygd, verið áminningin og drívmegin, at berjast móti allari verðsligari yvirvøld og kúgan, tá um Gudsorðið galt. Tað var millum teg og Várharra, persónliga orðið, ja, og so eisini samkomuna, har vitnað varð á gerandismáli, tváða reint fyri fremmanda imperialismu, á føroyskum. Fyrsta føroyska sangbókin hjá Brøðrunum Sálmar kom í 1920 og taldi 85 andligar sangir. Í 1928 gav samkoman Betesda út eina Evangeliska songbók við 355 sangum, eisini donskum og í 1932 kom Guds Fólks Songbók  við 428 sangum. Fyrsta stóra savnið undir heitinum Sangbók Guds Fólks kom í 1952, og í 1976 kom onnur útgávan við 1192 sangum, har teir flestu, 870, vóru týddir av Victori Danielsen, sum eisini hevði upprunayrkt 27, umframt at hann týddi Nýggj

Vit kunnu hjálpa tær

Í kvøld vísti DR2 ein amerikanskan heimildarfilm um amerikansku sektina Scientology Going Clear: Scientology and the Prison of Belief (Alex Gibney 2015). Innihaldsliga úrslitið var lítið flatterandi fyri sektina og fekk meg at hugsa um eina hending fyri skjótt 38 árum síðani, sum kundu havt broytt mítt lív, eins og almannavarpið kundi havt broytt lívið hjá Kára, tá ein spákona slapp at lesa í lógvanum hjá honum í morgun. Tað var ein heitur dagur í juni í 1977. Eg gekk oman eftir Strøjnum, fót fyri fót, hugdi eftir plátum í handilsgluggunum, filmsplakatum í Grand og longur niðri, har tey vístu Ai no korida, og eftir fremmandum avísum í Jorcks Passage. Tá verði eg steðgaður av einum ljóstpurlutum fjarsmílandi manni í sandalum. Soleiðis minnist eg hann. Við skriviblokki framm fyri seg spyr hann, um eg havi stundir at svara nøkrum spurningum. - Jú, hetta er fyrsti summarferiudagur, so eg havi alla tíð í verðini, sigi eg pura óforheraður, stingi høgru hond í lumman og set

…men størstur av teimum er Dylan

Hesi hóskvøldsorð eru skrivað afturvið Ring Them Bells av plátuni Oh Mercy frá 1989, einum sangi eg ikki hava lurtað nógv eftir. Og so Gates of Eden av 50 ára gomlu LP plátuni Bringing it all Back Home. Orsøkin er, at eg havi verið í kirkju . Har hoyrdi eg danska teologin og høvundan Jakob Brønnum (f.1959) siga frá um Bob Dylan, ið hann lýsti sum størsta yrkjara á lívi í dag, hvørki meir ella minni. Lýstur og lisin í bíbilskum ljósi undir heitinum Sangir við himinsins portur - Bob Dylan og Bíblian . Og tað helt, teologiska útleggingin av tekstum Dylans og øvugt, at lesa Gudsorðið inn í Dylantekstin. Eisini tá vit komu til John Wesley Harding, JWH, og tulkingina Yaweh, og orðið wind í Blowin’ in the Wind , sum á hebraiskum eisini merkir andi, og um hvítu dúgvuna, sum skuldi flúgva yvir tey mongu høvini, sum hjá Nóa. Og um steinin sum mynd í Like A Rolling Stone,  um seg sjálvan í Baby Blue,  og at teir seinastu tríggir sangirnir á New Morning eru tríeindin í kristnitrúnni.