Innleiðing til filmin “1001 gram”
Theodor E. D. Olsen, Prestafelag Føroya
Filmsfelagið í Havnar bio
Sunnukvøldið 13. september 2015 kl. 20
Hvat er meir enn túsund? Hetta plagdi ein gamal maður at spyrja viðhvørt.
Í hesum lá kanska bæði eitt sindur av fjarskotnari fávitsku, men eisini universellum sannleika. Tí tá vit fara út um tað, ið hugsast kann, upp um tað, ið teljast kann – ja, so gerst tað ikki bara óveruligt, tað gerst eisini spennandi. Tá vit fara heilt út, har vindar venda, og orka broytir skap. Men tora vit heilt hagar út, og er tað gjørligt?
Hetta er ikki bara filosofiskt ella matematiskt áhugavert. Hetta riggar eisini retoriskt. Tað ljóðar væl. Tí vit kenna jú øll talið 101, tá talan er um óteljandi dalmatinarahundar, 501, tá talan skal vera um góðar cowboybuksur, ella 1001, tá talan er um nætur, nætur langt burturi í eysturlondum ella tær óteljandi næturnar hja Vágaverki. Eitttalið ger stóran mun – eisini tá vit spyrja: Hvat er meir enn túsund?
Tað sigst, at einaferð í sjeytiárunum, tá kinverski politikarin Zhou Enlai (1898-1976) varð spurdur, hvat hann helt um ta fronsku kollveltingina, skuldi hann svara vera, at tað var tað enn ov tíðliga at svara skilagott uppá.
Og helst hevði hann rætt. Eftir fronsku kollveltingina í 1790’unum varð avgjørt at fáa nýggjár mátieindir. Ikki minst bleiv meturin tikin í nýtslu. Hildið varð, at longd eisini kundi máta vekt, tí eitt kilo – ella kilogram, sum jú merkir 1000 gram – eitt kilo bleiv definerað sum mongdin á vatni, sum kundi mátast á 1/1000 kubikkmetri, um hitin var 4 stig.
Væl varð roknað út, og lodd varð gjørt, sum skuldi hava hesa vekt, og sum varð goymt á franska tjóðarsavninum í París. Konventiónin um meturin bleiv undirskrivað í 1875, og í 1889 varð autoriteturin hjá hesum høvuðsloddi skiftur út við fleiri onnur lodd, ið vóru gjørd við betri tøkni. Tey lond, sum høvdu skrivað undir konventiónina, fingu hvør sítt lodd, sum av og á verða samanborin. Síðan 1949 hevur eitt nú Danmark átt lodd nr. 48, og 1990 varð komið fram til, at hetta lodd, sum skal siga okkum hvat eitt kilo er, vigaði 1 kilo pluss 0,112 mg.
Ná, nokk um tað, nokk tí eimki er so ringt sum at tosa um, sum tað, tú ikki hevur skil fyri. Tá kanst tú, um eg so má siga, lætt verða funnin ov lættur, og stendur tú bara og sigur okkurt býtt, verður tú neyvan tungan á vektskálini.
Tí tað er eisini ein av boðskapunum, ið skal geva okkum tyngd i í kvøld.
Í kvøld er nevniliga norski filmurin “1001 GRAMM” á skránni, ið er um at máta hvørt nikk og prikk í sjónligu tilveruni. Leikstjórin Bent Hamer (f. 1956 í Sandefjord í Noregi) sigur søguna um vísindakvinnuna Mariu, sum er í starvi á Justervesenet, har alt verður vigað og mált, kilo og metrar.
Tá filmurin byrjar, skal Maria til París at kanna, um eitt kilo, sum er skrásett í Noregi, veruliga vigar tað sama sum eitt kilo í restini av verðini. Á ferðini til París fer alt í smildur, og hon fer at leggja misnøgd og sorg, men at enda eisini kærleika, í vágskálina. Tá kemur hon eftir, at tann, ið einki hevur at bera, ber hina tyngstu byrðina.
Ella sum vit syngja í einum av nýggjaru brúðarsálmum okkara “I blev skabt som mand og kvinde” (“Vórðu tit til mann og kvinnu” - Heri Tróndhein hevur føroyskað) - nr. 658 í Sálmabókaruppískoytinum:
Hann, sum onga byrðu bar,
Ikki sanna gleði fær
Ikki tí, tað kann jú vera freistandi at máta og viga alt, sum til ber.
Tiltakið hesa vikuna eitur filmir í felag, og herfyri stóð formaðurin í Lærarafelagnum her. Hann veit alt um, at børn verða mátað og vigað í kanningum, sum skulu siga okkum, hvussu væl børnini nú duga í mun til í fjør ella í mun til tey í øðrum londum.
Eg kenni tað eisini frá mínum egnu “bransju”, har tað stundum verður mátað, hvussu nógv prosent av fólkinum trúgva ella ikki o.s.fr.
Ella at royndir verða gjørdar at seta mark fyri, at tey trúgvandi (hesi verða altíð nevnd í fyrra lýsingarhátti – “trúgvandi” ) velja hendan ella handan flokkin, meðan onnur ikki gera tað. Tað hevur tíbetur ikki vunnið veruligan frama.
Svarini finna vit ikki altíð.
Men eins og í tilveruni sum heild er eisini neyðugt at seta røttu spurningarnar.
Mær rennur í huga nakrar granskarar frá Boston University, sum undraðust á, at eitt av teimum londunum, har so nógv fólk ikki søgdu seg trúgva, kortini hevði eini 80 %, sum vóru limir í Fólkakirkjuni. Landið var Danmark, og granskararnir komu til ein størri danskan bý. Teir settu seg í tok og spurdu fólk, um teir kundu spyrja tey eitthvørt. Jú, tað var gaman í. Men uppaftur størri gjørdist undranin, tá fólk blivu firtin og reistust og vildu ikki svara. Spurningurin var: Hevur tú funnið Jesus Kristus sum tín persónliga frelsara?
Tað var ov privat. Teimum dámdi ikki spurningin, og vísindafólkini úr Boston fingu einki burturúr.
Well, vit tosa í dag um vekt og mát og stødd. Men tað er ikki alt, sum kann vigast.
Tosa vit um tyngd og vekt og djúpd, tá talan er um kærleika ella vinalag, enda vit skjótt í myndatalu – ofta uttan at gáa eftir tí. Vit siga, at vit elska so høgt, ella at kærleikin er so djúpur o.s.fr.
Alt kann ikki mátast, og viðhvørt gongur galið.
Onkur minnist kanska fyrsta part í Dekaloginum eftir polska høvundin Kieslowski, har hann ger filmir um tíggju boðini. Í fyrsta parti, ið snýr seg um fyrsta boð, at tú ikki mást hava aðrar gudar, síggja vit feðgarnar, ið rokna alt út á telduni. Alt verður roknað út, og teir koma fram til, at væl ber til at skoyta á ísinum, sum hevur lagt seg á tjørnina, tí kuldin er so nógvur. Men teldan hevur ikki varnast, at kemikaliir eru likin í tjørnina, sum fáa ísin at tiðna.
Drongurin dettur niður ímillum, ólukkan er hend, og pápin, gerst illur, og fer inn í kirkjuna og ger seg inn á altarið – illur við Guð, sum hann hevur sagt seg ikki trúgva upp á.
Viðhvørt er lívið paradoksalt.
Tað er ikki alt, sum kann vigast og mátast, og tí hava vit eisini brúk fyri at lata upp fyri øðrum pørtum av tilveruni. Vit skulu helst burtur frá tí, sum tað onkuntíð verður nevnt í granskingarhøpi, at okkurt verður kallað nyttugransking. Tí sjálvandi er eisini neyðugt at granska í menniskjuni sjálvari, í humaniora o.l.
Tí hóast menniskjað kann vigast og mátast, so kunnu hugsanir, kenslur og fatanir ikki vigast.
Viðhvørt er neyðugt at spyrja, hvat er meir enn túsnd og fara út um tað – hóast sjey vís ikki altíð kunnu svara tí, ið dárin spyr.
Eg skal vegna Prestafelagið, sum eg umboði, takka fyri innbjóðingina, og takka fyri hetta tiltakið, ið vísir “film í felag”.
Aftaná er høvi at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.
Tøkkin kann ikki vigast, men hon skal sigast!
Theodor E. D. Olsen, Prestafelag Føroya