Skip to main content

Posts

Showing posts with the label list

Barbara í Gongini fær Mentanarvirðisløn Landsins 2017

Barbara í Gongini, sniðgevi, fær Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017. Tað gjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, greitt á almennum tiltaki í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr. Ein dómsnevndin ger av, hvør fær virðislønina. Í dómsnevdini eru Martin Næs, Katrina í Geil, Archibald Black, Oggi Lamhauge og Knút Háberg Eysturstein. Í grundgevingini sigur dómsnevndin soleiðis: Hon er gløgg og listaliga gávað. Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiði

Mentanardagar í Sunda kommunu

Í morgin, hósdagin 14. september, byrja sjáldsama fjølbroyttir mentanardagar í Sunda kommunu í Eydnuni á Oyrarbakka, har ársins mentanaravrik verður handað, og framløga verður um leguhúsið í Nesvík. Síðani heldur skráin fram í øllum bygdunum við framsýningum, mati, kelvarenning, vinnulívstiltøkum, aftankvirru, sangi og tónleiki, heilt til Staksdagur verður í Tjørnuvík við uppboðssølu av veðrum úr Stakkinum, næsta leygardag 23. september. Sum sæst er Listasambandið við, og fleiri stuttlig heiti eru á mentanarskránni, til dømis ljóðinstallatión hjá Heðini Ziska Davidsen í Tjørnuvík, sum hann kallar Konstant In Opel . Ja, soleiðis er spælandi heitið, Konstant In Opel, har sum reyði krossurin er settur á panoramamyndina omanfyri. - Í ár hava vit valt, at list skal seta dám á dagarnar. Soleiðis sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í skránni, nú Mentanardagar verða hildnir í øllum økinum. Myndin er frá temafundi, sum leiðslan í Sunda kommunu helt við Gjógv í m

Akustikkur sum heilsubót

Av góðum borgaradrivnum orsøkum hevur larmur, óljóð, verið á skránni í miðlunum summar. Men tað eru ikki bara ljósmotorar og larmandi trolarar á náttartíð, sum elva til at fólk ikki fáa sovið. Tað er eisini á Landsjúkrahúsinum, har okkara borgarar í veikastu løtum finna innivist, ofta móti teirra vilja, at larmur hevur verið ein veruleiki. Í vikuni vitjaðu starvsfelagin Eyðna og eg á P40, sum er formella heitið á psykiatriksku deild, ið eisini verður nevnd deild 2. Nøvnini eru mong. Orsøkin til hesa vitjan var, at á okkara arbeiðsplássi hava vit gjørt ljóðmátingar í matstovuni, har øll eru samd um, at akustikkurin er heilt út av lagi. Tá øll hava okkurt uppá hjartað, er larmurin staðfestur til 99 desibel. Ókeypis appir á fartelefonini kunnu máta hesi virði allastaðni, har tú kemur og fert. Ole Wich, sum av og á ger grafiskt arbeiði fyri okkum, hoyrdi um ljóðmátingarnar, og vísti okkum út á Landsjúkrahúsið at uppliva góðan akustikk við munadyggari ljóðdoyving á P40. - S

Borgarstjóraketu til Anniku

Á hátíðarligari samkomu í Ráðhúsinum hjá Tórshavnar kommunu, fekk borgarstjórin, Annika Olsen, í dag eina borgarstjóraketu úr silvuri. Ketan, sum hevur drúgva søgu, er gáva til Tórshavnar kommunu frá SMS í Havn. Jógvan Sverrason Biskopstø (f. 1970), sum hevur gjørt borgarstjóraketuna, er úr Havn, og er upprunaliga útbúgvin húsasmiður og bátasmiður. Síðan er hann útbúgvin framleiðsusniðgevi á Danmarks Designskole, hevur gingið á privata listaskúlanum hjá Hans Chr. Høier, og árini 2003-2005 nam hann sær listaliga útbúgving í Hangzhou í Kina á China National Academy of Art. Jógvan, sum altíð hevur fingist við handaligt arbeiði, fór í 2014 undir at gera eina silvurketu fyri SMS í Havn. Ketan, sum Tróndur Patursson upprunaliga fekk til uppgávu, er gjørd úr silvuri, kallað Ag 935, ið er standard silvur, ið er serliga gott at gera prýðislutir úr. Hugsanin hjá listamanninum er, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu ber silvurketuna um akslarnar við hóskandi hátíðarlig høvi. Í lis

Lívið er júst tað, sum tað er

Í kvøld opnaði Skjólið í nýumvaldu húsunum hjá Bláa Krossi í Kongagøtu í Havn. Í kamari nummar eitt býr hin produktivi gøtumaðurin Tummas Jákup Thomsen (f.1962). Tummas Jákup er hin fyrsti at sýna fram í Skjólinum. Hann gekk í realskúla í Fuglafirði, er útbúgvin bygningssnikkari í 1984 og hevur smíðað alla møguliga staðni, sum hann skrivar á Facebookprofilinum.  Tummas Jákup er sjálvlærdur listamaður og stillaði fyrstu ferð út í 1976. Um tað tíðina mundu nógv leggja til merkis fyrsta fjallabilin , ein Toyota Corolla, sum hann málaði fjøll og landsløg á.  Í øllum húsunum í Kongagøtu eru nákvæmar tusj og blýantstekningar, í køkinum næstan sum dekkserviettar, men eisini verk úr øðrum tilfari, sum til dømis ein heilur veggur við fotomyndum, ið hava verið á Arken. Niðanfyri tosar hann við Petur Prent um ymsu fjallabilarnar, og hvar onkur teirra endaði. Í kjallarnum er rúmlig kaffistova við palli í horninum og køki aftanfyri. Úr køkinum ber til at fara útum, g