Av góðum borgaradrivnum orsøkum hevur larmur, óljóð, verið á skránni í miðlunum summar. Men tað eru ikki bara ljósmotorar og larmandi trolarar á náttartíð, sum elva til at fólk ikki fáa sovið. Tað er eisini á Landsjúkrahúsinum, har okkara borgarar í veikastu løtum finna innivist, ofta móti teirra vilja, at larmur hevur verið ein veruleiki.
Í vikuni vitjaðu starvsfelagin Eyðna og eg á P40, sum er formella heitið á psykiatriksku deild, ið eisini verður nevnd deild 2. Nøvnini eru mong.
Orsøkin til hesa vitjan var, at á okkara arbeiðsplássi hava vit gjørt ljóðmátingar í matstovuni, har øll eru samd um, at akustikkurin er heilt út av lagi. Tá øll hava okkurt uppá hjartað, er larmurin staðfestur til 99 desibel. Ókeypis appir á fartelefonini kunnu máta hesi virði allastaðni, har tú kemur og fert.
Ole Wich, sum av og á ger grafiskt arbeiði fyri okkum, hoyrdi um ljóðmátingarnar, og vísti okkum út á Landsjúkrahúsið at uppliva góðan akustikk við munadyggari ljóðdoyving á P40.
- Síðst í 2011 vórðu eg og arkitekturin Jóannes Petersen, MMA, Jóannes hjá Rosu úr Klaksvík, bidnir um at gera eina frágreiðing og geva ítøkilig uppskot um, hvussu tær báðar psykiatrisku deildirnar á P40 kunnu bøtast funktionelt og visuelt. Vit løgdu úrslitið fyri leiðsluna og deildarleiðarunum 1. februar í 2012. Tað allar, allar viktigasta var at bøta um ljóðviðurskiftini á deildunum, sigur Ole.
- Onkrir pengar vóru, men ovasta leiðslan gjørdi av, at pengarnir skuldu brúkast aðrastaðni, tí skjótt kom eitt nýtt psykiatriskt hospital allíkavæl, sigur Ole, og leggur afturat, at tað varð ikki fyrr enn Sirið Stenberg kom til, og gjørdist partur av hesum landstýri, at nakar varnaðist umhvørvistrupulleikarnar á P40.
- Hon útvegaði 3,7 mill. til umvælingar. Av hesi upphædd eru um 700.000 kr brúktar til Gestalonina, har vitjandi av bygd eru, sigur Ole, og fær meg í takksemi at endurtaka hesu ólóligu bloggmyndina:
Úrslitið er at allar gongir, felagsstovur og einstaklingastovur á P40 fingu 20 mm akustikkplátur undir loftið. Hetta hevur doyvt gerandislarmin, sum nú allastaðni er á einum hóskiligum støði, sum ikki í sjálvum sær ávirkar huglagið og beinleiðis órógvar hoyrnina.
- So hava eg, Tórður Patursson á skeltiverkstaðnum á Føroyaprenti, og handverksmeistarin Oddfinn Hansen gjørt eina skipan, har úrvaldar myndir kunnu setast á ljóðdoyvandi 40 mm akustikkplátur, sum eru 90 x 120 cm. Myndirnar kunnu skiftast, so sum tørvur ella áhugi er millum brúkarar og starvsfólk á deildini, sigur Ole. Í felagsstovu, vitjunarrúmi og í móttøku eru akustikkmyndir settar á veggin í fastari rammu.
- Yvirhøvur var bara hvít máling á veggunum á P40. Tí havi eg sett saman eina palett við vinaligum og róligum litum, ið eru brúktir í avmáldum pørtum á deildunum. Ráðin hava ikki verið at mála allastaðni enn, sigur Ole.
- Visuelt manglar nógv enn, sigur Ole. - Men nú kunnu øll, ið koma á deildina, síggja, hvussu vinaligt umhvørvið á P40 kann gerast, tí at leiðslan viðurkennir lekjandi virðið í akustikki og estetikki á deildini. Gransking á økinum vísur eisini, at brúkarar og sjúklingar skjótari kenna linna í vinaligum ljósi, harmoniskum liti og rætt ljóðdoyvdum rúmum, sigur Ole at enda á P40.
Hesa greiðu niðurstøðu og innbjóðandi uppliving taka vit við okkum á arbeiðsplássið. Tað skuldu øll gjørt. Tí akustikkur og estetikkur hevur størri týdning, enn vit geva okkum far um. Kanska eru arbeiðsplássini tey seinastu støðini, sum vit seta akustisk og estetisk krøv. Við P40 á Landssjúkrahúsinum sum fyrimynd eigur tað at verða broytt. Takk fyri vitjan!