Skip to main content

Posts

Showing posts with the label mál

Suni Merkistein fær Móðurmálsvirðislønina 2017

Á samkomu í Løkshøll í Runavík í dag fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri Móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Grundgevingin var soljóðandi: Móðurmálsvirðislønin 2017 verður tillutað SUNA MERKISTEIN fyri hansara avrik innan yrkismál . Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið. Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Han

Hvør man fáa Móðurmálsvirðislønin í ár?

Móðurmálsvirðislønin verður aftur í ár handað á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Tá verður Móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll í Runavík frá kl 13:00-16:00, har Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið skipa fyri. Virðislønin er 25.000 kr. Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin í ár. Evnið verður lýst í fimm stuttum fyrilestrum. - Við at seta sjóneykuna á yrkismál, vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki, verður sagt á heimasíðuni hjá Málráðnum. Klokkan 13:00 bjóðar Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, vælkomin. Síðan setur Rigmor Dam, landstýriskvinna við Mentamálum, Móðurmálsdagin. Eftir at Elinborg Pálsdóttir hevur sungið, fer Jógvan í Lon at røða um yrkismál og almannamál. Honum á baki kemur Elin Henriksen, sum ger roknibøkur fyri Nám, og fer at røða um Yrkismál í støddfrøði. Eftir fyrilest

Ð, ó og á á breddan

Hetta er fyrstu ferð eg havi sæð føroyskar stavir á breddanum á eini teldu, sum er á netinum og vísur eina web adressu. "Móðurmál" er hóskiliga orðið. Orsøkin er, at nú verður aftur skipað fyri Móðurmálsdegi, hesuferð í Løkshøll í Runavík á føðingardegi Hammershaimbs, leygardagin 25. mars.

Málið sum bringuprýði

Í trýss ár hevur Útvarpið verið málsligi skansin. Sjálvandi valdast skansar og kanónir, men í trýss ár hevur Útvarpið telgt málið í okkara hondum. Oftast hegnisliga, men í hvussu er organiskt, so sum tíðarandin hevur verið. So kunnu einstaku originalarnir siga seksti og mæla til broytingar frá tí normala so galið teir vilja. Eingin føroyingur, sum eg møti á gøtuni sigur sjeyti fimm, ella at vit nú eru í tjúgu og seytjan. Vit eiga at ganga eina miðleið, sum savnar og skapar eina samanhangskraft í fólkinum, heldur enn altíð at dyrka besserwizzers, serliga teir við einum til høvið nýuppfunnum akademiskum diskursi í teirra króki av veruligheitini. Ikki tí, eftir sum vit onga satirutradisjón hava í Útvarpinum longur, so er alment undirhaldsvirði í tí. At billa fólki inn, at tað sum tey alt lívið hava kallað eitthvørt, yvirhøvur ikki eitir so. Meini so við. Veit ein føroyskur hundur av, at hann eitur hundur?

Nýggj savnindi

Eitt tað stuttligasta orðið eg renni meg í til gerandis er savnindi . Annan vegin ber orðið boð um okkurt fjart, sum eingin kennir, og hinvegin um tað júst øvuta, at leggja fram eina greiða ætlan at savna og goyma, so onnur kunnu síggja. Kanska um hundrað ár. Rendi meg aftur í hetta fittliga savnsorð í dag, nú tann parturin av Søvnum Landsins, sum fyrr gekk undir savnandi heitinum Landsbókasavnið, kunngjørdi eina ætlan í tí partinum av Kringvarpinum, sum vit fyrr ótu døgurða afturvið, og tá kallaðu Útvarpið, um at savna føroysku internetsíðurnar. Og jú, sum sæst omanfyri er hann longu skrásettur og verður innheintaður, hesin bloggurin. Landsbókasavnið sigur í hesum sambandi, at heimasíðurnar verða goymdar í dátasavninum Føroyska Netsavnið: -Í løtuni eru 3587 heimasíður í savninum. Vit savna bert almennar síður frá internetinum. Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar. Eingin okkara ve

Listanøvn og listagrunnur á flogvøllinum

Í dag var veðrið ikki tað besta at koyra millum bygda, ella yvirhøvur at vera úti og tað enn minni í bili við myndatóli. Men hetta er litleysa sýnið í Kaldbaksbotni seinrapartin í dag. Har vesturi sluppu vit inn í landið hjá Atlantsflogið, nú nýggja flogfarið, og hini við, skuldu fáa navn. Í gongini er ein reyð nál sett á øll tey støð, har Atlantsflog hevur verið. Ein reyður bussur heintar okkum, koyrir gjøgnum gyrðingina og til hangardyrnar. Inni í stóra hangarinum er dekkað upp við Merkinum og jólaprýði. Har í flaggskrýddu høllini standa garantarnir hjá Atlantsflogi, Annika Jespersen, sum er kabinuovasti, og systurin, Bergtóra Nielsen. Og so møti eg nevndarformanninum, Niels Mortensen, og stjóranum, Jóhonnu á Bergi, bæði stórsmílandi. Eisini ein fegin William Smith er millum mongu fólkini í hangarinum hjá Atlantsflogi í dag. Hann er tekniskur leiðari. Á pallinum er festligur jólahorntónleikur við Kójak og síðani væl samansettum orkesturi, sum spælir u

Lýsingabløð á jólum

Her eru bløð og tilboð, sum postmaðurin hevur borið í mín postkassa síðan beint undan kommunvalinum 8. november. Nú er tíðin, tá floymurin av lýsingabløðum frá handlum og fyritøkum er størstur. Soleiðis skrivaði Málráðið í einum brævi til mentamálaráðharran eftir aldarskiftið, og nevndi óhepnar avleiðingar, so sum at nú fóru fólk at selja og keypa ammeindlegg . - Tað er bláoygt at halda, at fremmand málnýtsla ikki ávirkar málburðin hjá okkum, segði Málráðið og gjørdi vart við, at føroyskt verður í dag nýtt á flestøllum økjum, og tað er eftir drúgt og áhaldandi arbeiði fyri at fremja støðuna hjá føroyskum, at so er. Tá skjeyt Málráðið upp, at øll hesi útlendsku tilboðsbløð hereftir skuldu verða á føroyskum. Hetta søguliga bræv, undirskrivað av formanninum, Jógvani í Lon Jacobsen 24. januar í 2001 , legði lunnar undir lýsingabløð á føroyskum. Hóast eins hørð mótmæli og tá TV Avisen mátti víkja fyri Degi og Viku í 1984, bar tað væl til at siga viðskiftafólki frá um ammeindlæg á egnum m

Ársins orð

Sum fáur liva vit av orðum, orðabókum og týðingum at flyta heimin inn í okkara mál, serliga úr hundraðlandinum, Danmark, sum er hundrað ferðir størri og sterkari enn vit. Tað síggja vit í tí veruleika, at orðið danskt  oftari og oftari verður rættað til útlendskt, so tætt er hundraðlandið at okkara smámáli. Tað myndar alt, sum útlendskt er. Samstundis liva vit í einum maskulinum málbrúki. Fáur er fyrsta orðið eg skrivaði omanfyri. Eg kundi eins væl sagt fá . Men eg vil ikki fjala maskulina veruleikin í føroyska málinum. Og so kemur mítt uppskot um fyrsta av ársins føroysku orðum, ið hava myndað tveytúsundogsekstan. Tað er sosialir . Kallkyn í fleirtali og fyrri partur av orðasamansetingini sosialir miðlar . Tað er mítt uppskot um ársins orð - sosialir . Ikki bara tí tað er kallkyn, men tí at orðið sosialir er staðið upp av nýggjum, oftast í mótsettari merking, tá vit tosa um lítið sosialar miðlar, atferð og gerðir, har alt er í einingi heldur enn í felag. Og so er tað eisini tað m

Eingin Persaflógvi bara Flógvi

Tá  atlasforlagið Harper Collins fer at prenta heimskort til heimin aftur, verður eingin Persaflógvi at síggja á kortunum. Persia er burtur og tað er ímóti politikkinum hjá forlagnum at kalla eitt hav Persaflógvi. "It is against our policy," eru almennu boðini. Er nakað tungumál, sum í teirra útgávum vil halda fast um gamla heitið, so krevur forlagið at tað verður tilskilað á kortinum, at "The representation of certain boundaries and place names in this atlas may depart from standard Collins Bartholomew policy in order to incorporate local preferences." Harper Collins eigur eisini kortasavnið við frámerkinum Bartholomew. Síðan Flógvakríggið í 1990-1991 hevur Persia verið lagt til viks. Sagt og skrivað hevur verið The Gulf War á enskum, Der Golf Krieg á týskum, Guerra del Golfo á spanskum, Gulfkriget á svenskum, Golfkrigen á donskum og norskum og Flóabardagin á íslendskum. Einki um Persia. Soleiðis broytist heimurin stig fyri stig. Niðanfyri sæst nýggja heitið á F