Eitt tað stuttligasta orðið eg renni meg í til gerandis er savnindi. Annan vegin ber orðið boð um okkurt fjart, sum eingin kennir, og hinvegin um tað júst øvuta, at leggja fram eina greiða ætlan at savna og goyma, so onnur kunnu síggja. Kanska um hundrað ár.
Rendi meg aftur í hetta fittliga savnsorð í dag, nú tann parturin av Søvnum Landsins, sum fyrr gekk undir savnandi heitinum Landsbókasavnið, kunngjørdi eina ætlan í tí partinum av Kringvarpinum, sum vit fyrr ótu døgurða afturvið, og tá kallaðu Útvarpið, um at savna føroysku internetsíðurnar.
Og jú, sum sæst omanfyri er hann longu skrásettur og verður innheintaður, hesin bloggurin.
Landsbókasavnið sigur í hesum sambandi, at heimasíðurnar verða goymdar í dátasavninum Føroyska Netsavnið:
-Í løtuni eru 3587 heimasíður í savninum. Vit savna bert almennar síður frá internetinum. Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar. Eingin okkara veit, hvat verður áhugavert í framtíðini. Flestu halda, at teirra gerandisdagur er ikki serliga hendingaríkur. Men um 100 ár kann tað vera áhugavert at lesa um, hvat hendi í 2017. Tað er sera týdningarmikið, at komandi ættarlið fáa atgongd til allar tær føroysku heimasíðunar, eitt nú bloggar, tíðindaportalar osfr., sigur Landsbókasavnið í dag.
Ein góð og greið ætlan. Í fólksins tænastu fari eg at siga takk fyri tað.