Skip to main content

Posts

Showing posts with the label marknaðarføring

Gestir og sangur

Ólavsøka er gestir og sangur. Longu ólavsøkuaftan hevur Sámal Blak fyrireikað allar gestir til felagssangin á Vaglinum á midnátt kvøldið eftir, ólavsøkudag. Tað er júst heitið, Midnáttarsangur , seks metrar við fótasporum, ið savna seg um eina avmálda sangbók á høvuðsvegginum í Listaskálanum, har ólavsøkuframsýningin hjá Listafelagnum er til 7. august. Listfrøðingurin Solveig Hanusardóttur Olsen hevur skipað fyri, fimtan listafólk eru boðin við og útvarpsmaðurin Gunnar Nolsøe opnaði. Stuttligari, og opnari fyri tulking, kann tað neyvan sigast, enn júst í hesum verkinum hjá Sámali Blak um tað trokandi savningarmentan, sum eitt evarska lítið bil eyðkennir ólavsøkuna. Undan setanini bjóðar Amariel ein góðan bita úti í Lambagerði, har nógv eru møtt, millum onnur teir báðir Eyðun og Eyðun, við eftirnøvnunum Johannessen og Waagstein, báðir søgusigarar av Guds náði, og við sama borð. Út á dagin hevur Amariel fernisering í Galerie Focus í kjallaranum, har ársins ólavsøkuframsýni

Bestu lýsingar

Trýst á hesa slóð og hoyr tekstin lisnan upp! Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins bestu lýsingar í Føroyum kosnar í Mettustovu fríggjakvøldið, 15. januar. Demokratia, Ferðslutrygd, Føroya Bjór, VisitFaroeIslands og Koks eiga ársins bestu lýsingar. Meira enn 1.400 Facebook brúkarar valdu at atkvøða í ársins kapping um bestu marknaðarføringina í Føroyum í 2015. Harumframt fekk matstovan Koks ársins herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi arbeiði innan føroyska marknaðarføring. Koks er flutt út úr Hotel Føroyum og fer seinni í ár at lata upp í Kirkjubø. Hvørt ár er ein gestarøðari. Her er røðan eg slapp at halda: Lýsingar og brúkarin Hvat skal man siga um eitt fakevni, sum man ikki hevur innlit í, við ein fólkaskara, sum livir av hesum sama fakevni, og sum eg onga binding havi til, men eri biðin um at siga nakað um? Helst hugsaðu Watergate-innbrotstjóvarnir so

Vit og umheimurin

Í dag er Thanksgiving Day í USA og í morgin er Black Friday. Vinmaðurin og fotografurin Bill Schwab úr Michigan hevur í dag tilboð um serligt Thanksgiving prent av einum bógvi á einum báti við Skáltrøð í Havn í september í 2012. Myndin er analog, framkallað og prentað á egnum verkstaði, Northern Light Press. Hyggja vit í orðabókina, so stendur soleiðis um Thanksgiving Day: takkargerð, takkarveitsla; Thanksgiving Day [almennur frídagur í USA og Kanada, sum er halgaður takkargerð til Guds; í USA síðsti hósdagur í november, í Kanada annar mánadagur í oktobur] Um Black Friday, sum er í morgin, stendur ikki so nógv í orðabókini - enn. Tí nú er nýggi handilsligi týdningurin, sum er knýttur at fríggjadegnum eftir Thanksgiving Day, eisini komin til Føroya úr enskttalandi heiminum. Fyrsta føroyska lýsing eg havi sæð um søguliga stóra útsøludagin, Black Friday, er á tveimum fullsíðulýsingum frá Elding beint nú. Tað havi eg ikki sæð fyrr. Her er Black Friday mynd úr John Lewis ha

Landstýrið stuðlar fakligari undirgraving

Fyri altjóða eldradagin bar postmaðurin mær í dag eitt alternativt alfabet, sum nývaldir landstýrismenn, løgtingsmenn, fólkatingsmenn, og eisini nývrakaðir av sama slag, hava gjørt og fíggjað. Hesi fólksins umboð, summi við eini mánaðarløn, ið javnt og samt javnvigar omanfyri tær hundrað túsund, hava sett til viks, ikki bara eitt fakligt og lógliga valt ráð, men eisini eina langa røð av lærubókum, sum nágreiniliga eru lesiviðgjørdar av einum hópi av fakfólki, so tílíkar talvur kunnu verða munnrættar og brúkiligar til byrjunarundirvísing og ikki tað reina diletantarí sum hetta. Hartil eru allar hesar alment fíggjaðu bókaútgávur, plansjur, kort og talvur, sum stuðla upp undir etableraðu móðurmálsinnlæringina, teknaðar av fakliga útbúnum fólki á hægsta grafiska stigi. Tað má vera ein beiskur biti hjá teimum at síggja politikarar fíggja hetta ússaliga undirgravingarvirksemi. Við einum ónevndum pennastroki vilja hesi afturhaldsfólk seta til viks allan føroyskan fakkunnleika á sk

Stór, størri, størsta

Valplakatirnar vaksa hvønn dag. Tær verða bara størri og størri. Higartil havi eg hildið, at henda plakatin hjá Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum hevur verið hin størsta og avgjørt best plaseraða. Hon er á vegginum hjá Smápartafelagnum Vest Invest, hjá Skilling tey kalla, í Bøkjarabrekku mitt í Havn. Men í dag sá eg, at Sonja Jógvansdóttir, hon, sum við hepni hevur nápað politikarasloyfuna minus polkaprikkarnar frá Óla Breckman, hevur plakathersett næstu grannahúsini, sum eru á Tinghúsvegi 13. Saman við Annlis hevur hon júst keypt húsini frá Eik. Gott at kapitalurin verður trongdur út úr miðbýnum. Ja, kundi hugsað mær ein flokk, ið hevði tað sum fremsta skildramerki. Kapitalin út úr miðbýnum. Á nýkeptu húsini hevur Sonja sett valplakatir á tveir húsaveggir, og man við hesum horni á Tinghúsvegnum eiga størstu valplaktina í Havn til løgtingsvalið í 2015. Men enn er ein vika til valið. Og enn eru flokkar, sum í ramasta álvara gera hjúnarbandslógina til fremsta politiska stríðsm