Í dag er Thanksgiving Day í USA og í morgin er Black Friday. Vinmaðurin og fotografurin Bill Schwab úr Michigan hevur í dag tilboð um serligt Thanksgiving prent av einum bógvi á einum báti við Skáltrøð í Havn í september í 2012. Myndin er analog, framkallað og prentað á egnum verkstaði, Northern Light Press.
Hyggja vit í orðabókina, so stendur soleiðis um Thanksgiving Day: takkargerð, takkarveitsla; Thanksgiving Day [almennur frídagur í USA og Kanada, sum er halgaður takkargerð til Guds; í USA síðsti hósdagur í november, í Kanada annar mánadagur í oktobur]
Um Black Friday, sum er í morgin, stendur ikki so nógv í orðabókini - enn.
Tí nú er nýggi handilsligi týdningurin, sum er knýttur at fríggjadegnum eftir Thanksgiving Day, eisini komin til Føroya úr enskttalandi heiminum. Fyrsta føroyska lýsing eg havi sæð um søguliga stóra útsøludagin, Black Friday, er á tveimum fullsíðulýsingum frá Elding beint nú. Tað havi eg ikki sæð fyrr.
Her er Black Friday mynd úr John Lewis handilsmiðstøðini í Edinburgh mánadagin.
Eins og føroyska føstulávint og grýlumentanin rennur saman við útlendsku halloweenmentanini allahalgannaaftan, allahalgannadag og alla sálanna dag, hevur størsti handilsdagur í bretskttalandi mentanini nú gjørt innrás í Føroyum.
Handilsliga eru vit ikki petti provinsiell. Vit eru vinnuligir heimsborgarar. Fyri ikki um at tala í ítrótti. Men klárar føroyska mentanin og listin, sum eftir fólkatali setir met á øllum økjum, at fylgja við á altjóða pallinum? Ynskja vit og megna vit at fevna umheimin við føroyskari list, ella eru vit okkum sjálvi listarliga nokk her úti í Norðuratlantshavi?
Livst, so spyrst!