Skip to main content

Posts

Showing posts with the label søga

Wilkinson møtir Benjamin 75 ár eftir Nürnberg

Í dag eru 75 ár síðan rættarfundirnir, Die Nürnberger Prozesse , vórðu loknir í Nürnberg, har nasistar vórðu dømdir fyri krígsbrotsverk og orðið genocide fyrstu ferð varð brúkt í altjóða rættarskjølum. Rættarfundirnir vórðu hildnir frá 20. november í 1945 til henda dag í 1946, hin 1. oktober. 75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal, og er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi.  Burturúr er komin ein 175 minuttir langur heimildarfilmur, Getting Away with Murder(s) , sum Wilkinson nú ferðast við í bretskum biografum.  Umframt Benjamin Ferencz tosar hann í filminum við Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og James Smith, sum skipar fyri Holocaust minnismerkjum. David Wilkinson sigur

Børnini tapa í øllum kríggi

Skyggen i mit øje er nýggjur filmur, sum Ole Bornedal hevur gjørt um hendingina fyri krígslok, tá Franski Skúlin á Frederiksberg varð bumbaður av einum mistaki. Filmurin, sum er framúr til undirvísing í hádeild og á miðnámi, hevur ein føroyskan vinkul, sum Óli Jacobsen úr Gøtu fer at greiða frá um, tá hann innleiðir sýningina í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober, tvær vikur undan almennu frumsýningini í Biografklub Danmark. Bumbað av misgávum Um morgunin hin 21. mars í 1945 gera nunnurnar og skúlanæmingarnir Rigmor, Eva og Henry klárt at byrja dagin í Franska Skúlanum á Frederiksberg.  Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum.  Men á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur.  Álopið eydnast, men stutt frá hesum staðnum hendur ein vanlukk