Í dag eru 75 ár síðan rættarfundirnir, Die Nürnberger Prozesse, vórðu loknir í Nürnberg, har nasistar vórðu dømdir fyri krígsbrotsverk og orðið genocide fyrstu ferð varð brúkt í altjóða rættarskjølum. Rættarfundirnir vórðu hildnir frá 20. november í 1945 til henda dag í 1946, hin 1. oktober.
75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal, og er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi.
Burturúr er komin ein 175 minuttir langur heimildarfilmur, Getting Away with Murder(s), sum Wilkinson nú ferðast við í bretskum biografum.
Umframt Benjamin Ferencz tosar hann í filminum við Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og James Smith, sum skipar fyri Holocaust minnismerkjum.
David Wilkinson sigur sum grundgeving fyri at gera enn ein film um Holocaust, at “Almost 1 million people in 22 countries carried out the unprovoked murder of 11 million innocent men, women and children. 99% of those responsible were never prosecuted; most were never even questioned. Despite the extensive cinema documentary coverage of the Holocaust to date, not one has explored in any depth the almost total lack of justice, statistically, towards the vast numbers of eagerly participating perpetrators who, at war’s end, simply walked away - untouched by justice. This film addresses this glaring omission.”
Wilkinson sigur, at tey sameindu vistu um brotsverkini móti mannaættini.
“The Allies knew where a great many of the murderers could be found - Germany, Austria, Italy, the UK, the USA, Canada, Australia, and numerous countries in South America. The Allies had an endless wealth of evidence to present to the courts.”
Umframt Bretland og Týskland, førir nýggi heimildarfilmurin okkum til Írlands, USA, Litava, Latvia, Kekkia, Auschwitz-Birkenau í Póllandi, Eysturríki og Frakland.
Nú 75 ár eru liðin, er upplagt høvi at tosa í skúlaflokkum um hetta evni við serligum atlitið til genocide, sum ikki endað við krígnum, men enn er við sítt frískt-sjúka lív, til dømis á Balkan mitt í Evropa, sum lýst í filminum Quo Vadis, Aida, ið viðger fólkatýningina í Srebrenica ein summardag í 1995, tá ST var í feriu, í núverandi Bosnia-Hersegovina.
Tað var longu í Nürnberg hin 15. september í 1935 at jødar mistu borgarlig rættindi, so sum at giftast við ikki-jødum og at hava kynsligt samband um hesi somu mørk, annan ella hin vegin. Hetta elvdi samstundis til at skapa eitt guddómligt norrønt inspirerað baksýni at skilmarka og hevja upp hin rætta ariaran, sum Übermensch - fyrst í Týsklandi so í allari verðini. Týskt blóð og týskur heiður skuldi varðveitast og ikki dálkast av lægri stættum.
Tað verið okkum til læru, aldri at taka upp aftur, og støðugt at byrgja fyri, at nakað tílíkt hendur aftur á okkara leiðum. Nie Wieder. Tí hava vit altjóða minnisdagin um Holocaust og onnur fólkamorð á hvørjum ári.