Skip to main content

Posts

Showing posts with the label samkynd

Fríggjadagur farther along...

So var aftur vikuskifti í Havn og í allari verðini. Pippi hevur fylt 70 og nú fyllur  Dimma  eitt, og fær tí nøkur fólk at skriva sjálvfylgiligheitir á degnum. Tó so, tær báðar kvinnurnar sum skriva, Marjun og Rigmor, eru ikki samdar um Kringvarpsgjaldið. Onnur, mentamálaráðharrin, vil krevja gjaldið inn sum eykaskatt frá øllum føroyskum løntakarum innan- og uttanlands á sama hátt sum til Sjúkratrygd í Klaksvík, meðan hin skrivarin setur uppá, at nettup verandi lisensgjald er trygdin fyri røttu brúkrafatanini av Kringvarpinum og public service hugtakinum. Interessant. Í oddgreinini í Ársdimmuni verður sagt, at tey hava arbeitt við eini talgildari skipan at lesa blaðið. Enn havi eg so ikki sæð hana. Men tað er bara eitt ár, sum er farið. Hvat er tað í einum tíðindaheimi, sum ikki hyggur upp úr papppírinum? Hyggja vit í verandi Vikublaðsdimmu, so inniheldur hon somu lesarabrøv á gomlum pappíri, sum hinir miðlarnir longu langt síðani hava latið meg lisið. Góðar, djúptøknar greinar eru

Tað er makt í teim foldaðu hondum

Tey rættuliga mongu, sum á ymsan hátt vilja standa fram sum kristin í gerandisdegnum, brúktu í gjár vøllin framman fyri Tinghúsinum at biðja fyri løgtingsvalinum í ovurmorgin. Eitt lógligt tiltak, hvat vit so kunnu halda um tað. Men skal eg taka tey í álvara, so krevja tey eina guddómligu kvotu, a divine intervention , tá endaliga valúrslitið verður talt upp. Guddómliga kvotan skal tá leggjast afturat verðsliga valúrslitinum. Tað er tað, sum biðið verður um, havi eg skilt tað rætt. Eitt kristiligt meirvirði. Eina guddómliga inngrípan í nútíðar føroyskan politikk, sum tey kristnu halda vera blivnan ov ógudiligan. Eftir tí, sum annar av fyrireikarunum, Eyðun Jacobsen, segði í Degi & Viku týsdagin, og tí sum tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur sligið stórt upp í heilsíðulýsing fyri valið, so er ágangurin á hjúnarbandið, ið er súlan undir samfelagnum, so nógvur og harður, at nú stendur landið í váða. Ikki kann eg bara mær fyri at smírast, at hjúnabandið er eitt politiskt p

Stór Pride í ólidnari Havn

Eiler á Pride er fremstur fyri í hvíta bilinum, sum koyrir oman Tórsgøtu framman fyri ársins skrúðgongu, sum taldi fleiri túsund. Í gulari troyggju sæst Oda Kjartansdóttir Strøm, ið so fyrimyndarliga leiddi fólkið gjøgnum býin. Human rights are my pride stóð á fremsta dregilinum í Pride-gonguni hjá LGBT, sum í ár var hin størsta nakrantíð, í hvussu er máld eftir Tórsgøtu, sum var fylt av fólki, áðrenn tey snaraðu út móti Skálatrøð. Byrjað varð í Gundadali, har hitað varð upp, og so fór gongan oman á Skálatrøð, har Marjun Bæk helt røðu og fleiri sungu og spældu tónleik á ókeypis útikonsert. Á sama stað hevði kommunan skipaði fyri barnativoli, sum kostaði ikki minni enn 250 krónur fyri barnið. Tað vóru barnafamiljur ikki fegnar um. Men Pride gongan var í góðum lag og gjørdi aldur í gøtuni. LGBT, sum skipar fyri árligu Pride skrúðgonguni, sigur, at hon er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til alla

Paris is Burning

Sirkus vísur í kvøld 25 ára gamla amerikanska heimildarfilmin Paris is Burning , ið Jennie Livingstone, sum í dag er 53, gjørdi í 7 ár í New York í 1980’unum. Filmurin varð frumsýndur í 1990. Jennie Livingston ger sum Niels Juel Arge, upparbeiðir eina trúverdiga interviewsituatión og klippur seg burturúr samrøðunum. Hendinga ferð hoyra vit hana seta spurningar. Annars er hon flugan á vegginum. Tað eru ball, drag balls , á svarta og latino drag- og transpallinum í New York, serliga Harlem, vit fáa innlit í. Tí undrar ein seg yvir heitið á filminum, sum lýsir New York eftir diskobylgjuna og Studio 54, men innan Madonna kemur fram við Vogue, og eisini innan eyðkvæmi kemur á breddan. Spurt kann verða, um tað er geografiski býurin París og høvuðsstaðurin í Fraklandi, sum brennur, ella er tað ein flutt merking um ein brennandi kropp í skeivum likami? Eftir at hava sæð filmin, halli eg til hetta síðsta, hóast eingin samtíðarummælari gevur eina ábending tann vegin. Tað er u