Eiler á Pride er fremstur fyri í hvíta bilinum, sum koyrir oman Tórsgøtu framman fyri ársins skrúðgongu, sum taldi fleiri túsund. Í gulari troyggju sæst Oda Kjartansdóttir Strøm, ið so fyrimyndarliga leiddi fólkið gjøgnum býin.
Human rights are my pride stóð á fremsta dregilinum í Pride-gonguni hjá LGBT, sum í ár var hin størsta nakrantíð, í hvussu er máld eftir Tórsgøtu, sum var fylt av fólki, áðrenn tey snaraðu út móti Skálatrøð.
Byrjað varð í Gundadali, har hitað varð upp, og so fór gongan oman á Skálatrøð, har Marjun Bæk helt røðu og fleiri sungu og spældu tónleik á ókeypis útikonsert. Á sama stað hevði kommunan skipaði fyri barnativoli, sum kostaði ikki minni enn 250 krónur fyri barnið. Tað vóru barnafamiljur ikki fegnar um. Men Pride gongan var í góðum lag og gjørdi aldur í gøtuni.
LGBT, sum skipar fyri árligu Pride skrúðgonguni, sigur, at hon er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.
Í ár er miðbýurin ikki heilt klárur til ólavsøkuna. Tað sæst á Áarvegnum og í Vágsbotni. Tað er ikki hent fyrr, at býurin ikki hevur verið klárur at taka móti ólavsøkugestum.
Men neyvan hava fleiri ferðafólk verið í býnum enn hesa ólavsøkuna. Í dag eru tvey skip á Havnini, Marco Polo, og Azores av Madeira. Tað løgna er, at hesi ferðafólk ikki bara fara út úr Havnini, men eisini síggjast ganga í býnum og fylgja við ólavsøkuni, grindadrápinum og Pride gonguni. Føroyar eru á heimskortinum og gesturin er forvitin.
Fólk vilja verða avmyndað við drag queen stjørnuni m/k Dennis Agerblad og øðrum við.
Ungdómsdeildin hjá Framsókn er aktiv í gonguni og sæst skilliga aftur í appilsingulu jakkunum. Frálíkt, at politiskir flokkar vísa andlit í hesum gráu og politiskt tannleysu døgum, har øll bara bíða eftir vali.
Mín góði amerikanski vinur, Matthew Workman, er eisini við í marglittu gonguni. Hann ger enn sum áður podcast um Føroyar til amerikanarar í Oregon og allari verðini.
Sum eitt ekstra token fái eg eina podcastvirðisløn frá honum. Takk fyri og góða ólavsøku!