Skip to main content

Posts

Showing posts with the label samkynd

God's Own Country ein perla í Perluni

Bretski filmurin God’s Own Country varð sýndur í Perluni sum partur av Minnilutafilmsstevnuni fríggjakvøldið 31. august. Filmsfelagið, sum samstarvar við árligu filmstevuna, varð í hesum sambandi boðið at innleiða sýningina. Her eru inngangsorðini: Filmsfelagið takkar fyri at verða boðið við til Minnilutafilmstevnuna hjá Nadju, Faroe Islands Int'l Minority Film Festival, á øðrum ári. Vónandi heldur tað fram eins og festivalurin. Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962, er elsta felag í býnum, ið hevur film sum mál og virkisøkið. Í Filmsfelagnum eru vit sannførd um, at filmur er besti miðil, munadyggasti miðil, skalt tú, umframt at dyrka eina listagrein í sjálvum sær, broyta fatan av einum kompleksum evni. Ikki uppá eingang, men yvir tíð. Var Filmsfelagið ikki so politiskt korrekt, sum tað aloftast - men ikki altíð - er, so høvdu vit sagt, at dagsins filmur er um bónda-bøssar og ein heimlig, tað vil siga evropeisk, versjón av trífalda Oscarvinnaranum Brokeback M

Ein elegantier í føroyskum fakjournalistikki

Ikki bara við einum djúpt persónligum útgangsstøði oman í barndómsins Ebenezer, sum hann ikki hevur samband við í dag, so sum sæst á myndini omanfyri, har hann demonstrativt fer om hornið, men eisini við religiónsfakligari gransking og framúr journalistiskum innliti, førdi Heini í Skorini okkum í kvøld inn í fyrsta part av seks, har hann leggur kristindóm og gudsdyrkan á blik í Føroyum í dag. Stílurin er eins elegantur, og verturin - ein sannur elegantier - ið dugur at seta seg í senu. Hvør biti er gjøgnumhugsaður, og eg kann hugsa mær, at tá allar samkomur eru valdar við redaktiónsborðið, eru krossandi spurdómar valdir sum tema. Krúnan á verkið er innlagda spurnarkanningin, sum í fyrsta parti spurdi, hvørt ein trýr á Gud ella ikki, og hvar í landinum respondenturin býr. At gera sendingar, sum uttan frávik hvíla á fleiri beinum innan sama tematikk, hevur altíð verið ein avbjóðing. Ikki minst tá hvør sending er ein knappan tíma, og tilfarið tíðuliga setur sær sjálvum tað krav, a

Girl Unbound er besti filmur!

"Virðislønin fyri besta film á fyrstu føroysku Minnilutafilmstevnu, FIMFF 2017 Jury Award Best Feature Film , fer til eina sjáldsama heimildarsøgu um ein djarvan persón, sum gerst fyrimynd í heimlandinum. Hóast løgd undir trýst av sterkum átrúnaðarligum og afturhaldssinnaðum kreftum, eydnast henni at stýra gjøgnum lívið og at náa úrslitum, ið eingin hevði droymt um. Vit síggja hvussu húskið ikki bara eggjar henni, men eisini verjir hana, tá hon at enda kemur til sættis við seg sjálva. Við at góðtaka seg sjálva, so sum hon er, røkkur hon hægsta máli, so bæði umhvørvið og allur heimurin eisini fær nakað burturúr. Virðirslønin fyri besta film fer til Girl Unbound  (Erin Heidenreich 2016)." Soleiðis grundgav dómsnevndin fyri at velja júst henda filmin at fáa fyrstu viðirsløn í Havn leygarkvøldið. Nógvir filmar vóru í feature film kappingini, spælifilmar og heimildarfilmar. Millum teir mest áhugaverdu helt eg vera hin litríka og næstan reklamusprelska  Signature

Gott nýtt mitt í Havn!

FIMFF dómsnevndin til arbeiðis á Hotel Tórshavn á middegi í dag. Í kvøld verður avdúkað í Perluni, hvør filmur fær virðisløn á Føroya fyrstu minnilutafilmsstevnu, Faroe Islands International Minority Film Festival. Tað er keramiski verkstaðurin No.10 Leirlist , sum hevur gjørt virðislønina, ið ímyndar filmsrullur av tí gamla kenda slagnum, sum Geytin gekk við frá bygd til bygd. Frá vinstru á myndini omanfyri síggjast Chris Belloni, dokumentaristur og filmsstevnufyriskipari í Amsterdam, Gizem Bayiksel, filmfotografur, dómsnevndarlimur á Berlinale og fyriskipari av fyrstu og einastu samkyndu filmstevnu í Turkalandi, Birgir Kruse formaður í Geytadómsnevndini, Filmsfelagnum og bloggari, og Vanja Ødegård, sum hevur lisið film í Tróndheimi og stjórnar filmstevnuni Oslo/Fusion. Klokkan 20:30 í kvøld verður hin litríki amerikanski filmurin Signature Move (Jennifer Reeder 2017), sum eisini er við í kappingini, vístur. Aftaná er veitsla í Sirkus, sum er ókeypis, um tú hevur atgongumerki f

Tunglyndi plágar helvtina av LGBTarum

Við hesari mynd og í tíðindaskrivi í dag boðar LGBT frá nýggjari heilsukanning, har 158 limir luttóku. Úrslitið vísti, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga ringa sálarliga heilsu, og á fleiri økjum er støðan sera skakandi, sigur felagsskapurin. - Tørvurin á bráfeingis sálarligari viðgerð er stórur. Leitað verður nú eftir fígging, so farast kann í gongd við at gera nakað munagott við hesar trupulleikar, sigur LGBT í tíðindaskrivinum, sum eisini staðfestir, at stigmatisering, fordómar og mismunur av hesum málbólki skapar eitt fíggindaligt og strongt sosialt umhvørvi, ið hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun fær álvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við. LGBT boðar frá, at ætlanin er at seta eitt væl útbúgvið toymi við professionellum fólkum, sum kunnu leiða sjálvhjálparbólkar. Føroyska heilsukanningin vísur, at næstan helvtin (49%) av føroyskum LGBTarum í eitt longri tíðarskeið hava kent seg tunglyntan, meðan 11% siga seg ivast. Bara 40% siga seg ikki ha

Filmstevna um minnilutar í september

Í dag legði Nadia Abraham fram skránna fyri fyrsta Faroe Islands International Minority Film Festival í Perluni, har sýningar vera í døgunum 7.-10. september í ár. Tiltøk verða eisini í Sirkus. Hóast evnið er ein avbjóðing og sýningarstøðini ikki eru fremstu mentanartempul, er hetta mest sannførandi og professionella skrá, eg nakrantíð havi sæð av einum føroyskum filmstiltaki. - Sum yngri, plagdi eg at brúka nógva tíð í Havnar Bio, segði Nadia á tíðindafundinum í dag. - Men sum queer, rasublandað og sjálvbjargin, var eg sjálvdan umboðað í filmunum tá, og ei heldur síggi eg stórar broytingar í altjóða filmi í dag. Eg ynski at broyta hetta, og eg trúgvi veruliga, at biografurin er ein pallur, har júst hetta ber til, segði Nadia sannførd og væl uppløgd á tíðindafundinum í Perluni í dag, har hon gekk gjøgnum skránna og takkaði stuðlum og teimum, ið høvdu samstarvað um at gera fyrsta tiltakið til veruleika. Millum spennandi filmarnar í skránni eru  The Handmaiden úr Korea, fin

Lebbur við pittu

Nei, tað er ikki ein nýggjur rættur á Etika, har tey servera lætt ristar lippur í teriyakisós, ella ein nýggj bók í røðini Pit Stop. Søgan er tann, at í vikuni skrivaði ein stuttligur prædikumaður, ið eisini er prentari, og av teirri orsøk bekennir seg sum varðmann móðurmálsins, um konur, sum liggja við og hjá hvørji aðrari. Á mannamunni eru tær lesbiskar. Men tað verður ikki sagt í hvørkimálinum í landinum, sum ikki er, uttan í Mósebókini. Prædikuprentarin ilskast inn á lagsbrøðurnar í Útvarpinum, sum sambært honum eisini eru varðmenn samfelagsins, og tí ikki burdu havt lisið úr tíðindaskrivi frá LGBT, har skrivað stendur at ”fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, fór at koma til Føroya „saman við KONU síni.“ Eg stúrsaði við,” sigur prædikuprentarin, sum er av kallkyni. Hann hevur rætt. Tað skuldi verið konu hennara. Sjálvur hevði eg bara sagt konuni, uttan at heft meg við, hvør átti hana, borðið hon sat við, ella songina, hon lá í. Tíðindaskr

Fyrrverandi forsætisráðharri setur Faroe Pride

Fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Leósdóttir, luttaka í ársins Pride-skrúðgongu og seta árliga tiltakið, sum endar á Vaglinum. Tað boðar nevndin í LGBT frá í tíðindaskrivi í kvøld. Umframt ókeypis konsert við Danny frá Danny & The Veetos, Heiðriki á Heygum, eini serligari Ælaboga kavalkadu o.ø., so verða Ársins Hinskynd heiðrað á pallinum eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðislønin verða lætnar. Tað er áttanda ferð at LGBT skipar fyri Faroe Pride undan ólavsøku. - Síðstu árini hevur tiltakið drigið ymisk navnafram føroysk og útlendsk fólk til sín. Eitt nú Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóra í Havn, Jón Gnarr, fyrrverandi borgarstjóra í Reykjavík, Marjun Bæk, prest, og fyrrverandi amerikanska sendiharran, Rufus Gifford. Í ár hava fyrrverandi forsætisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir, játtað at luttaka í og at seta ársins Faroe Pride, sigur LGBT. - Umframt at vera

Reyvpulararæðsla

Einki er sum føroyskt og at gera nýggj orð, helst við bókstavarími tá tú liggur við krími. Afturvið Kringvarpinum kom orðið reypulararæðsla  í fingrarnar í morgun, leyp niður á knappaborðið og blinkstraði á skerminum. Reyvpulararæðsla (kv) . Situr væl, hatta orðið, og sigur akkurát tað, sum eg hugsi, hóast orðið ikki var til í áðni. Reyvpulararæðsla. Innihaldsríkari og kjøtiligari enn tað stovureina homofobi , sum nú hevur mist glansin, tí tað hevur staðið so leingi. Innansunds rekur so hart á kíkin, at vit mugu hava nýggj óslitin orð, ið støðugt standa mát við innihaldið og ikki missa stirðilin. Reyvpulararæðsla er í dag tað rættasta orðið at lýsa teir politikarar, sum sita á tingi og brúka okkara tíð at siga endaleysar røður móti øllum, sum í stórbýnum ikki sampakkar við teirra heimatrúgv, og ber brá av at bøta um borgarlig rættindi hjá teimum, ið ikki er sum fólk flest. Í hvussu er í teirra bygd. Stinga vit ein fepurstokk í reyvarholið á førdum føroyskum politikki beint nú, so er

Faroe Pride í 2016

So er fyrsta stóra tiltak í ólavsøkuskránni fari av bakkastokki. Tað var ovarlaga á fólksins Vagli og niðast á handilsins gongugøtu, heilt nágreiniliga mitt millum løgting og býráð, túsund ára gamla parlamentið og 150 ára gomlu kommununa. Snøggari staðseting kann valla finnast at máta fólksligu undirtøkuna og fáa eina hóming av, hvar á himmalinum LGBT, sum í sjey ár hevur skipað fyri hesum tiltaki, stendur. Gamaní er Eiler fremstur, sum sæst á myndini omanfyri, men honum á baki ganga fleiri túsund, onkur sigur fimm og onkur sigur tíggju, eg gevi teimum øllum rætt, tí undirtøkan er so stór og breið, at tøl hava ongan týdning. Og mitt í gonguni í ár er amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, og maður hansara. Ja, maður hansara. Sjálvt Amerika hevur veitt sítt vælsignandi samtykki, tá um borgarliga samkynda giftu ræður. Við føroyskum flaggi í reversinum poserar hann eina løtu millum fólk á tinghúsvøllinum, júst so sum ein útsendur eigur at gera. Fryntligur og f

Edvard við nýggjari fotobók um samkynd

"Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt?" spyr Edvard Nyholm Debes við nýggju bókini Teir og Tær framman fyri sær. Mánadagin leggur hann eina nýggja bók afturat tí sjáldsama lítla varðanum, sum kallast fotolist. Tónleikarin Edvard Nyholm Debess er í størri mun blivin fotografur. Í tvey ár hevur hann eygleitt gerandisdagin hjá samkyndum pørum, og nú verður úrslitið lagt fram í Norðurlandahúsinum mánadagin kl 17:00, har Bogi Davidsen, sum er við í fotobókini, eisini fer at greiða frá. Longu í kolofonini sæst at Edvard er Leicamaður. Umframt Edvard hava Lisa Nyholm Debes og Jóhan Martin Christiansen ritstjórnað fotobókina, sum Ingi Joensen hevur sniðgivið. Hann starvast á Føroyaprenti, sum aftur hevur prentað. Bókin, sum er svørt hvít, málar 25 x 23 cm og kundi verið eitt vet størri, so hon lá betri á kaffiborðinum. Tí einki er a

Meinigheitirnar hava lært tingið at parlamentera

Í fjálgari og lítið forpliktandi fjarstøðu havi eg í feriu fylgt við í kjakinum á tingi um hjúnabandslógina. Hefti meg við, at tingmenn og onkur kvinna, øll líka øst, tala ikki til fólkið, men til hvør annan, vátta og rósa hvør øðrum, alt innan ein innara múr, sum vit ikki síggja, men sum í hesum døgum er bygdur upp úr ongum í túsunda ára gamla parlamentinum. Sum tíðin líður, og tingformaðurin einki sigur, skilji eg, at tingfólkini hava lært seg at gera sum meinigheitsleiðararnir. Prædika fyri kórinum, ið eru tey sannførdu og longu frelstu. Ikki fyri prædikuna skyld, men fyri at laga upp ein innvendan og sjálvnørandi tulkingarfelagsskap, ið er ein múrur millum okkum og teirra, so sjálvt teir ráðaríkastu sosialdemokratar vita, hvør er inni og hvør er úti. Akkurát sum á Facebook, har vit dáma og deila tað, sum vit longu frammanundan vistu, at vit vóru samd við okkara vinfólkum í at siga og halda um hini. Sum ein tølandi messa við gregorianskum kórsangi afturvið veksur samkoman av

Alt af Naade

Teldutala Soleiðis broderaði omma: Alt af Naade . Eins og abbi var hon fødd í 1894. Skriftstaðið varð broderað og sett á veggin í 1924, tá missiónshúsið Bethania varð bygt í Gøtu. Har komu tey bæði, Benadikta og Marius. Men tíggju ár seinni vóru broytingartíðir í hugsjónarbygdini Gøtu, og tey vóru millum teirra, ið fóru at ganga í brøðrasamkomuna Filadelfia, sum tá var í Syðrugøtu. Helst hevur skriftstaðið verið goymt burtur eftir henda átrúnarliga skilnað, shunning, tey rópa á enskum. Men tá missiónshúsið varð tikið niður í apríl í 2013, kom broderaða skriftstaðið hjá ommu fyri dagin við Gøtuvík, dygst við grannahúsini, sum nú vóru Filadelfia. Minnist allar teir gomlu, sum plagdu at koma í salin við Sildamjølsfabrikkina. Orsøkin til at eg fann hesa mynd fram í kvøld, eru orðini hjá Honnu Jensen úr Gøtu í kvøld: Vit skulu skapa eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring. Í enskttalandi londum, sum brøðrasamkoman í sínari tíð kom úr, brúka tey orðið shunning , at s

Kona donsku gentuna

Eitt danskt par, sum er tvørkynt og tvíkynt, fer til París at liva dreymin, ein føroyskur nasistur, ið er óður um list í Politiken í 1907, og so komandi stórfilmurin The Danish Girl , eru naglarnir í eini sjáldsama spennandi myndlistaframsýning við  Gerdu Wegener , sum leygardagin letur upp í Arken í Ishøj í Danmark - Tað er fyrstu ferð, at eitt listasavn hýsir eini framsýning við henni, sigur Andrea Rygg Karberg, ið er savnsleiðari í Arken, har Gerda Wegener er evnið. - Hetta er fyrsta listaframsýning, har málarin er kvinna, og listardísin, musan, er tvørkynd. Øll málari, har kvinnan Lili, sum í veruleikanum er maðurin og landslagsmálarin Einar, hevur sitið modell, eru frá tíðini innan kynsbroytandi skurðviðgerðina, sigur Andrea. Týsdagin slapp eg at síggja savnsvørðarnar til arbeiðis. - Sum listakvinna er Gerda Wegener, ið er útbúgvin á Kunstakademinum, týðuliga undirmett, sigur savnsstjórin og vísur runt. Her er ein sjálvsmynd við blýanti frá 1905 og niðanfyri ein po