Skip to main content

Ein elegantier í føroyskum fakjournalistikki


Ikki bara við einum djúpt persónligum útgangsstøði oman í barndómsins Ebenezer, sum hann ikki hevur samband við í dag, so sum sæst á myndini omanfyri, har hann demonstrativt fer om hornið, men eisini við religiónsfakligari gransking og framúr journalistiskum innliti, førdi Heini í Skorini okkum í kvøld inn í fyrsta part av seks, har hann leggur kristindóm og gudsdyrkan á blik í Føroyum í dag.

Stílurin er eins elegantur, og verturin - ein sannur elegantier - ið dugur at seta seg í senu. Hvør biti er gjøgnumhugsaður, og eg kann hugsa mær, at tá allar samkomur eru valdar við redaktiónsborðið, eru krossandi spurdómar valdir sum tema. Krúnan á verkið er innlagda spurnarkanningin, sum í fyrsta parti spurdi, hvørt ein trýr á Gud ella ikki, og hvar í landinum respondenturin býr.

At gera sendingar, sum uttan frávik hvíla á fleiri beinum innan sama tematikk, hevur altíð verið ein avbjóðing. Ikki minst tá hvør sending er ein knappan tíma, og tilfarið tíðuliga setur sær sjálvum tað krav, at skula upplýsa og halda hyggjaran vaknan og forvitnan. Í hesum føri er alt samalt so væl frágingið, at sendingin verður ein uppvísing í føroyskum infotainment.

Heim til Himmals - við pengum!

Bæði mannligi leiðarin, Pauli Høj, og kvinnuligi ungdómsleiðarin, Jonna Heinesen, í Kelduni í Skálafirði, siga sum við ein munn, at tey vilja hava øll teirra kæru, og so mong sum gjørligt afturat, við sær heim til Himmals.

Tað er stavnhaldið í teirra trúar- og samkomulívi. So ósvitaligt, at tað lættliga kann fatast sum djúpt naivt og eitt slag av bangilsi, at møta lívsins realitetum. Hinvegin er trúgv ikki ein vísund, ið kann mátast og vigast, men er av aðrari verð, eini upphugsaðari immateriellari verð, við vón um eina brátt komandi útloysn undir ísraelsku Dávidsstjørnuni og forbøn fyri gróðarríkum vinnulívi á staðnum. Ja, tað gongur í ring, sigur mannligi leiðarin. Har nógv verður biðið og offrað, verður nógv heystað.

Nú eru vit í Kelduni og læra frá fyrstu hond, at gudsdyrkan og kristindómur eisini er ein serstøk savningarmentan. At seta tey ungu við, at vinna sálir fyri Gudi - og at savna pengar, sum hin væltalandi Búgvi Olsen, hjálparsamkomuleiðari, er eksponentur fyri.

Hann er komin úr USA og helst er tað tí, at eisini Stars and Stripes flaggar undan loftinum í Gudshúsinum.

Men ótálmaða peningagirndin á møtunum við tungutalu og øllum náðigávunum, er sum einki at rokna, tá vit hoyra um fyrrverandi ungdómsleiðaran í somu samkomu, Arna Klein Abrahamsen, ið eftir eitt vanligt familjulív við konu og børnum, valdi at stíga fram sum samkyndur maður.

Visuelt var tað hugtakandi at síggja falna ungdómsleiðaran, við rygginum móti Kelduni, fylla bensin á bilin, hyggja eina seinastu ferð aftur um seg - og vit hugsa um konu Lots í fyrstu Mósebók - og so rulla avstað móti Valaknúkum, einsamallur í svørtum bili. Hans Petur Hansen man hava havt ein fotofingur við í hasum spælinum, eins og stiliseraða innganginum úr Havn við væl avstemmaðum náttarljósi í miðbýargøtuni. Visuelt hástøkk.

Men nýggja kirkjuliga heimstaðin fann hin fráfalni í kirkjuni í grannabygdini á Skála hjá tí presti, sum vit í almenna rúminum hava skilt, skal bøla omaná teim mest forstokkaðu meiningum um samkynd. - Her skalt tú verða vælkomin, fekk hann at vita. Stikk denn!

Stóri vinnarin - tí ein sovorðin, helst ein ófyrigeviligur prügelknabe, skal verða í øllum søgum og sendingum - gjørdist tí púra óvæntað Símun Persson Jacobsen, sóknarprestur Innan Glyvur.

Ein fantastisk sending, henda fyrsta av seks, og eitt sjáldsama djarvt uppáfinnilsið at vitja kristnar samkomur í Føroyum í dag við einum opnum, men djúpt reflekterandi sinni. Eg gleði meg longu til næstu sendingar. Og takk fyri tað, Heini!

Gud signi Føroyar (1:6)