Skip to main content

Posts

Showing posts with the label skip

Russisk vinarvitjan

Danska grundlógardagin og pápadagin kom russiska fýramastraða barkskipið Крузенштерн  ella Kruzenštern  á Havnina at vitja Faroe Ship. Ikki kann sigast annað, enn at vitjanin uppá dagin sementerar og endaliga staðfestir føroyskt-russiska vinarlagið, sum sjálvt høgravongurin í politisku skipanini og frambrúsandi vinnulívið tekur undir við, eingin nevndur eingin gloymdur. Vit lata myndina við russiska flagginum á barkhekkuni og Føroya fremsta og sterkasta brandi á russiska marknaðinum standa eina løtu, ikki minst fyri at arga danska ES-fólkatingið, og minna tey á, at vit duga eisini at skapa altjóða sambond, hóast onkur eru nakað skurvut, her út í Norðuratlantshavi. Stásiliga skipið, sum Pressarin  trýstir á pláss, er millum tey størstu, ið enn sigla og ikki eru eftirgjørdar krússkútur úr nýggjari marglætistíð. Tað varð bygt á Joh. C. Tecklenborg-skipasmiðjuni í Wesermünde, sum í dag er Bremerhaven, í 1926. Stápilavløbsdagur, sum tey enn siga á Skála, var 24. juni hetta árið.

Yngsta drotning í Cunard flotanum

Yngsta drotning í flotanum hjá Cunard Line er Queen Elizabeth.  Hon varð umbiðin á stóru italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Tríeste í 2007, og varð liðugt smíðað í 2010. Hon er í løtuni skrásett í Hamilton á Bermuda, er 294 metrar til longdar, telur 16 dekk og tekur 2.547 ferðafólk. Fleiri teirra sóust í skotunum í Havn í dag, millum annað úti á Reyni, har Reyngøta, Rektaragøta og Gongin krossast, sum myndin niðanfyri vísur. Her eru nøkur teirra á Skinnaraskeri, uttanfyri Rasmusarbrúgv, sum helst er elsti bryggjukantur í landinum. Øll eru tey púra bitin av litføgru húsunum og trongu skotunum í Havn. Yvirskipað er tað tó neyvan heppið, at fleiri stór ferðamannaskip hvørt eftir annað koma til ein so trongan stað við ørstuttum millumbili. Men ferðavinnan hevur allastaðni og til allar tíðir havt tað sum øll tey, ið selja atgongumerki: Fult er ikki eingang tá yvir flýtur. Tástani blívur tað spennandi. Tað er sum hjá katólska munkasølumanninum, Johann Teztel, fyri fimmhundr

Teinæringurin komin

So er teinæringurin Brandur Sigmundarsson komin til Syðurgøtu har G!Festivalur er. Sjálvt hotelstjórin í Havn, Johannes Jensen, hevur fingið sárar árabløðrur í lógvan, sum teir hava kýtt seg. Meðan teinæringurin leggur at og verður drigin upp í dráttin, vísa Guðrið Poulsen og Jóhan Martin Christiansen land art , list í lendinum, fyri gestum á G!Festivalinum. Tað er Vónbjørt Vang, sum hevur skipað fyri gangandi og dialogskapandi bókmentatiltakinum í neystinum.

Siglandi gestir á Áarvegnum

Undir Hotel Hafnia og í Kaspartúninum mitt fyri á Áarvegnum í Havn var tjúkt av fólkið í morgun. Ilt var at siga, hvaðan tey komu, tí eingin mælti eitt orð. Tey stóðu bara og hugdu niður í gonguteigin. Tá eg kom nærri varð greitt, at tey leitaðu eftir ókeypis internetsambandi. Tað bar boð um, at tey komu av einum ferðamannaskipi, har wi-fi sambandið sigst verða ógvuliga dýrt, ja so dýrt at ávarað verður ímóti tí, sum til dømis umborð á Norrönu. Stuttligt er at síggja, hvussu ferðafólk beinanvegin laga seg til nýggjar tíðir og nýggjar møguleikar í øllum havnum og býum í verðini. Giti, at í dag fóru fleiri ferðafólk ein gongutúr at uppliva býin sjálvi við egnum iPad ella iPhone í hondini. Giti samstundis, at færri munnu fara gamla obligatoriska busstúrin út úr býnum og til nærmastu bygdirnar at hoyra ivasamar víkingasøgur. Men kanska er ferðavinnan enn føst í gomlu ferðavinnuhevdini, at kroysta seg í ein buss, koyra út og koyra heim, kanska við einum fotostoppi. Í h

Nývaskað dekk

Gongur tú oman á Bursatanga í kvøld, og letst fara umborð á Ternuna til Nólsoyar, men ístaðin sníkir teg til vinstru inn á lítið læsta Schengenøkið, so kennur tú sjáldsama summarangan av sápu. Tað var ikki gamalt á hesum leiðum við rusti, olju og fiski. Og rætt varð snoddað, teak-dekkið á Nikata er nývaskað. Appilsingulu deksmadrassurnar eru lagdar til viks meðan vaskað verður. - Vit eru fimm umborð, og vit hava verið all over the place, sigur fryntligi bátsmaðurin úr London. Hann greiðir frá, at eftir ein drúgvan túr í Karibia og USA, eru tey nú á heimferð til London, har 35 metrar langa superjaktin  Nikata er skrásett við loyniligum eigara. Hekkan kann rullast út og verða ein trappa, so lagaligt er at svimja frá bátinum, sum bæði er kappsiglari, ið sum ongan ting gongur 28 míl, og familjubátur við pláss fyri 10 í eksklusivum kahúttum, eru ráðini og hugurin til tess. Nikata er bygd úr carbon á Baltic Yacht verksmiðjuni í Jakobstad í Finnlandi í 2015. Har hava t