Skip to main content

Teinæringurin komin


So er teinæringurin Brandur Sigmundarsson komin til Syðurgøtu har G!Festivalur er. Sjálvt hotelstjórin í Havn, Johannes Jensen, hevur fingið sárar árabløðrur í lógvan, sum teir hava kýtt seg.


Meðan teinæringurin leggur at og verður drigin upp í dráttin, vísa Guðrið Poulsen og Jóhan Martin Christiansen land art, list í lendinum, fyri gestum á G!Festivalinum.


Tað er Vónbjørt Vang, sum hevur skipað fyri gangandi og dialogskapandi bókmentatiltakinum í neystinum.