Skip to main content

Posts

Showing posts with the label vitanarsamfelagið

Montasja ella reportasja?

Í hesum døgum er kjak millum fólk um montasju , ljóðmynd, hoyrispøl, útvarpsleik og reportasju . Orsøkin er, at Linda Mortansdóttir í farnu viku frumsendi Føroya fyrsta útvarpsbiograf um tvíburðabróðurin Rasmus Rasmussen í Tjóðpallinum. Ikki sum sýning, men sum hoyring . Sigst, at sama montasja verður send í sínum natúrliga elementi, í Útvarpinum, komandi leygarkvøld. Í landinum eru vit vælsignað við orðabókum, sálmabókum og Bíblium. Men hvørki orðið montasja ella reportasja eru í Orðabókagrunninum. Tó, hyggja vit í orðabøkurnar hjá Sprotanum, so finna vit bæði orðini í donsk-føroysku og ensk-føroysku orðabókunum, soleiðis: DA-FØ: Montage : tilgerð, sam(an)seting, frásøgumynd (mynd, ið er samansett úr mongum smáum myndum, sum geva heildarmynd), montasja EN-FØ: ljósmyndasamanseting, montasja DA-FØ: Reportage : frásøgn, (beinleiðis) frásøga el. frágreiðing (ofta frá sjálvum hendingarstaðnum) EN-FØ: (forml.) tíðindaflutningur (hvussu fjølmiðlar lýsa tíðindi); frásøga Sum sæ

Vit rópa okkum talgild, men enn sita vit við pappírinum

Skúlablaðið 5/2015 Magni á Lakjuni, ið er útbúgvin maskinsmiðjur og maskinmeistari, byrjaði sum undirvísari á maskindeildini á Tekniska skúla í 2000. Eftir fýra árum gjørdist hann annar av tveimum inspektørum, sum undirvístu hálva tíð og so sótu á kontóri, sum Magni sigur. Í fjør tók hann diplomútbúgving í leiðslu. Á skrivstovuni fyllir Times Square bakveggin. Umframt natúrligan útlongsul í einum oyggjasamfelag, hómi eg eitt greitt ynski um at knýta høvd og hendur saman frá niðast til ovast í skúlanum. So kemur kaffi á borðið. Undirvísingarleiðari Tá starvsfelagin fór at leiða Tórshavnar Kvøldskúla, varð Magni einsamallur undirvísingarleiðari við 300 næmingum og 70 starvsfólkum. - Síðstu árini hava vit gjørt tillagingar í skúlanum, so vit hava eina flatari skipan, har størri ábyrgd verður løgd út á deildirnar. Eg undirvísi nakað, og so er tað umsiting og námsfrøðilig ráðlegging. Og ikki minst skal eg síggja til, at øll, næmingar og starvsfólk, eru nøgd.  Tí førleikamenna

So er gerandisdagur aftur...

Fólk dáma at lesa um religión, tá hon verður brúkt í politikki. Tað er ein sólarklár staðfesting í hesi teljing hjá StatCounter av mínum bloggi seinastu dagarnar. Grønu og bláu tølini eru rekord høg. Grøni stabbin er síðuvísingar, page views, blái stabbin er fyrstuferðsvitjandi, unique visits, og guli stabin er trúfastir lesar, returning visits, sum vanliga lesa mín blogg. Bara tekstilkappingini um framtíðar tjóðbúnan í Mullers Pakkhúsi í 2009, tá dómararnir noktaðu at geva nakra fyrstu virðisløn, hevur øst blogglesarar meir enn bønin á Vaglinum. Tjóðarbúni og bøn fyri tjóðini. Tað eru mest øsandi ting í føroysku fólkasálini. Tað er ikki bara nakað eg sigi. Eg havi tøl uppá tað. Spurningurin er, hvat mann nú skal finna uppá at skriva. Spyrst, so livst. Men uppskot eru kærkomin, nú gerandisdagur er aftur.

Paul Watson: 'I am a liar'

- Øll lúgva, segði Paul Watson fyri fýra árum síðani. Var tað ikki fyri Facebook, sum í dag minnir meg á hesa kreddu, trúarjáttan, hjá Paul Watson, so var hon farin í gloymskunnar hav. Minnið er ikki longur kollektivt, tað er talgilt á goymslu hjá Facebook. So ansið tykkum, hvønn tit samskifta við og hvønn tit hava í vinaskaranum. Men sjónarmiðið hjá Paul Watson er áhugavert at steðga við: Øll okkara mentan og tilvera byggir á lygn! Klikk á myndina omanfyri og les lívsmynd Watson's.

Meira av tí góða

Meira av tí góða . Tað var heitið á bók, sum Helgi Jacobsen skrivaði um hotel- og matstovuvinnu í Føroyum í tvær øldir. Ja, ein skrivað bók á prentaðum pappíri, innbundin í permu og seld yvir diskin. Eg fari at loyva mær at brúka hetta heitið, Meira av tí góða , fyrst sum eina áheitan og síðan sum eina viðurkenning. Í báðum førum er adressan Kringvarp Føroya og tær summarsendingarnar, sum har eru, fyrrapart og seinrapart beint nú og ikki fyrr í summar. Tær havi eg ikki hoyrt. Í morgun var telefonprát við unga eiðismannin, sum hevur skrivað eina danska og enska  viðmerking til Sea Shephard um grindadráp . Finasta slag, men tøkniliga eru telefonprát altíð trupul og í ljóði beinleiðis vánalig. Plagi at siga, at einasta grundgeving fyri telefonpráti í einum respekteraðum almannamiðili á okkara leiðum er eitt forsetadráp beint nú. Tey amerikansku revolvaradrápini eru vanligast, og føroyingar ferðast nógv har. Ring til onkran, næstu ferð tað hendur. Ikki annars. Skjót heldur lurtartel

Slowsól

Summar er sparitíð. Sjálvt spariperur, ið einki brúka, nýtast ikki at verða tendraðar á okkara leiðum. NRK, sum vit síggja á tveimum rásum í okkara býlingi, vísa slowtv við hurtigrutuni , minutt fyri minutt. Hevði tað verið installasjónslist við kurateraðari superrealismu, so hevði eg skilt tað. Men nei. Í morgun vísa báðar rásirnar upptøkur úr Egersund við óforpliktandi práti í summarsól afturvið harmoniku. Og so grína tey býtt og skútan skúmar longur fram á leið. Nordahl Grieg er ikki umborð. Stavnhaldið er ein havn onkustaðni fyri framman, men málið fyri siglandi norska almannamiðilin er einki. Í hvussu er ikki hjá mær at síggja. Sjálvstýrarin er settur til, akkurát sum hjá okkum og hjá DR um summarið. Feriuavloysarar hava Sommeråbent og skipa Ferðalið , sum tosar óforpliktandi snakk við bøndur á bygd um seyðar og lívið fyrr enn nú. Uttan nærveru. Tað kann jú blíva forpliktandi og beinleiðis óbehagiligt at nema við nútíðina. Summar er ikki bara góða gamla agurkutíðin. Nú er ta

Livir tú á netinum, so mást tú eisini hava ein deyða á netinum!

“Livir tú á netinum, so mást tú eisini hava ein deyða á netinum!” Soleiðis segði ein skilagóður starvsfelagi fyri nøkrum árum síðani, tá vit fyrstu ferð sóu føroysk andlát og minningarorð á Facebook. Og so var kjak um at leggja niður brúkarar, sum vóru deyðir úr okkara egna vinaskara. Men enn síggjast deyð fólk, sum hvørt ár fáa eina føðingardagsheilsan á Facebook, tilætlað ella ikki. Lívið á netinum livir sítt egna lív. Nógv er hent síðani netið knýtti allar okkara teldur saman, lokalt, globalt og hvørt um annað, á teim tungumálum, vit hava sett okkum fyri at brúka. Tá lærarar fingu teldukoyrikort um aldarskiftið, varð ikki loyvt at tjatta við dulnevni í skúlanum. Títt navn og resumé fylgdi við hvørjum setningi. Men heima kundi tú skapa aðrar duldar samleikar, sum skúlin ikki vildi standa við. Hetta spæl við samleika og ikki minst kyni, helt eg vera so spennandi í 1999, at eg gjørdi eina kanning í Vestmanna skúla. Kanningin avdúkaði, hvussu ríkt reflekterandi næmingar long

Eitt Landsbyrsufelag

Í USA hava tey eitt Landsbyrsufelag, National Rifle Association . Tekningin omanfyri er ikki nýggj, men altíð aktuell. Var tað ikki tí, at ein amerikanskur prædikumaður júst hevur hildið morgunandakt saman við teimum í byrsufelagnum, so hevði eg ikki skonkti tí ein tanka. Men nú minti hann meg á tað. Beint sum ein skottilburður aftur var, hesuferð í móti eini kirkju, har svørt tilbiðja teirra Gud. Men Hollywood skuldi fáa skyldina fyri kúlurnar. Skotvápn verða har í landinum mett sum fremsta persónliga trygd, staðfest í grundlóg, at hava undir koddanum, tá tú heldur, at samfelagsskipanin ridlar. Tað halda nógv. Tí síggja tey armageddon fyri sær á hvørjum horni. Fyri teirra eygum er samfelagið ein spreingiknøttur, sum hvønn morgun kann bresta í einum harðskapsloga. Spurningurin er bara hvar og hvussu. Tí er best at vera á varðhaldi, og dubba seg til henda ytsta vreiðisdag, Dies irae , heilt frá abort til hjúnarlag millum fólk av sama kyni. Religiøst-politiska bindingin er ikki nýgg

Timbuktu - millum mentan og átrúnað

Timbuktu er næsti filmur í Filmsfelagnum. Spildurnýggi filmurin er á fronskum og hevur vunnið ikki færri enn sjey César-virðislønir, m.a. sum besti filmur í ár. Filmsfelagið fegnast, at undirtøkan fyri sýningum í Havnar Bio er so góð, sum royndirnar hava víst hetta hálva árið við eksotiskum filmum. Til dømis endaði sýningin við argentinsku Hevndarsøgunum (Wild Tales) í gjár við, at fólk spontant klappaðu fyri góða filminum. Tað hava vit ikki upplivað í nýggjari tíð. Næsta eksotiska filmssýnging verður í Havnar Bio mikudagin 27. mai kl 20:00. Tá fer Hanna Jensen, sum er studentaskúlalærari og franskur konsul, at innleiða. Sum ein forsmakk, nú virðislønti filmurin úr Afrika er settur á skránna og atgongumerkjasølan er byrjað, sigur Hanna í stuttum soleiðis um Timbuktu (Abderrahmane Sissako, Móritania 2014, 97 min): - Á markinum millum tann franskttalandi heimin og tann arabiskttalandi heimin - á markinum millum mentan og átrúnað, viðger Abderrahmane Sissako, hvussu aldargomul men

Pubic service-opdraget ud i Torshavn

Nordisk knækprosa fra vor oversøiske stringer i Torshavn Fremtidssikret i en fælles erklæring giver vi hinanden håndslag understøttende forsikrede i temadrøftelser blandt repræsentanter bidragende til demokratisk debat med fælles oplevelser i værdier har formandsskabet ønsket en dagsorden en drøftelse af udfordringer i den digitale fremtid vis-a-vis det nordiske perspektiv understregende vigtigheden i en fortsat understøttende funktion med demokratisk debat der sikrer borgerne et uafhængigt nyhedsudbud og et bredt udbud af originalt, udfordrende og vedkommende public service-indhold af høj kvalitet (her kom ein fremmandur skrivari inn, red.) distribution der tilgås med værdi for vor fælles fremtid der slutter med enighed om at fortsætte dialogen iøvrigt er plyndring i Irak og Syria alvorlig

Kirsten Drotner: Ung eru farin at lesa tíðindi

Kirsten Drotner , sum var pliktstoff at lesa í mínum ungdómi, hevur úttalað seg til almenningin. Tað havi eg ikki upplivað fyrr. Hon er professari á Syddansk Universitet og hevur alla mina tíð verið fremsti granskari av ungdómi og hvussu hann, ungdómurin, brúkar miðlar í einum mentanarsosiologiskum og antropologiskum ljósi. Nú sigur Drotner, at ung eru farin at lesa og lurta eftir tíðindum. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr. Bara tað øvugta hevur verið at hoyrt, eisini úr okkara egna Kringvarpið, sum av og á ger hissini lurtarakanningar. Ungdómurin brúkar ikki tíðindi. - Tíðindini eru óviðkomandi og vit kunnu ikki bruka tey til nakað, tí vit kenna okkum ikki aftur í teimum, hevur verið sagt. Men í dag sigur ein nýggj donsk kanning tað øvugta. Tað er Det Nationale Forskningscenter for Uddannelse og Medier, ið eigur kanningina, sum byggir á eitt spurnarskema, sum 2500 ung millum 13 og 23 ár hava svarað. Úrslitið vísur, at parturin av ungum, sum dagliga lesa tíðindi, er øktur úr 12% í 2010 t

Ráðstevna um vegleiðing

Mánadagin 4. mai var ráðstevna um vegleiðing í Norðurlandahúsinum. Fyriskiparar vóru 32 lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum ætlandi verða liðug við master í vegleiðing í 2017. Myndirnar tók Anna Katrin Matras. Eftir tríggjar vælkomurøður byrjaði dagurin við stuttfilmi, sum var gjørdur til dagin. Upplýst varð í filminum, at síðan 1974 hava lestrarvegleiðarar virkað í Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Hoydølum, at LFÚ var virkið á økinum, í 1980’unum, og at ymsar skipanir, Tekniski Skúli í Havn til dømis, hevur medvirkað í samstarvi at byggja brýr millum lond og útbúgvingar á ymsum stigum. Skúlavegleiðing á fólkaskúlaøkinum var ikki sjónlig og varð bara nevnd av formanninum í Lærarafelagnum sum eitt átak, ið fá vóru nøgd við og neyvan virkaði. Í 2009 komu Føroyar við í samstarvið Nordisk netvärk för vuxnas lärande , sum við persónligum kontaktum leiddi til finnan Raimo Vourinen og felagsskapin, sum hann samskipar: The European Lifelong Guidance Policy Network. - Tit hava nógvar s

Er Havnin vakrari enn Havana?

Her er nýggjasta ferðandi listafotobókin hjá amerikanska Clay Lipsky (f.1974). Sum perman bendir á, er hon úr Havana. Fyrr hevur hann gjørt fotobøkur úr m.a. Salton Sea, har suðuri í Kalifornia. - Tað er flott í Føroyum, segði hann í september í 2012, tá eg hitti hann í Vágsbotni. Men hvat er vakurt, spyrji eg hann, og hvussu fangar tú vakurleikan og brúkar hann í fotolinsuni, og gevur tað nakra meining at klikkja á knøttin og fanga eitt motiv her og eitt annað har, bara tí tað er vakurt? - Jú, sigur Clay, sum altíð hevur ein setning, eitt miðvíst mál, sum aldri hvílir, tá hann arbeiðir sum listarligur myndamaður. Beint sum hann var komin til Havnar, tók hann til dømis hesa myndarøð av einum loti, a wind whisper , í Vágsbotni innan úr einum glugga og úti framman fyri Impo og út á vágna. Eg sá einki. Men hann sá eina visjón á einum stað, hann aldri hevði vitjað áður. Clay Lipsky býr í Los Angeles og lýsir seg sum myndlistamann. Hann hevur vunnið Emmy virðisløn sum grafikari

Úr størsta landi í Afrika - til minsta høvuðsstað í Norðuratlantshavi

Fyri trimum árum síðani flutti 32 ára gamla Jennifer úr Juba í Sudan til Føroya. Umframt at landið er hitt størsta í Afrika, er býurin høvuðsstaður í nýggjasta landinum í heiminum, Suðursudan. Tí fekk Jennifer fyrsta atlasið, tá Nám hevði almenna bókaframløgu í Norðurlandahúsinum 22. november. Birgir Kruse, Nám Skúlablaðið 6/2014 Jennifer Ntanyamal Leparteleg er ættað úr Kenja. Áðrenn hon kom til Føroya, búði hon í býnum Juba í Suðursudan, sum er nýggjasta land í heimsatlasinum hjá Námi. - Hetta land, sum er í Landnyrðingsafrika, fekk sjálvstýri í juli 2011, og har búgva í dag um 11 mió fólk, sigur Jennifer og hyggur úr stovuvindeyganum í húsunum í Havn, sum hon nú býr í. Uttanfyri strúka glaðurnar eftir Nólsoyarfirði. - Har stóð væl til tá, men ikki í dag, heldur hon fyri. Giftist til Føroya Jennifer flutti til Føroya í november í 2011 og hevur búð her síðani. Hon er gift við Eyðuni, og dótturin, Angel, sum kom higar í august, gongur nú í fimta flokki í Eysturskúlanum.

Boardingpass til endan á ælaboganum

Í Havn er ivaveður í morgun og spurningurin er, hvar ælabogin endar fyri fyrsta mai. Men úti á Skúlanum á Argjahamri hava tey frá morgunstundini lært seg at stýra veðrinum, og lata tað regna úr lógvanum og niður í sandkassan, har næmingarnir sjálvir sleppa at skapa lendið frá havbotninum og upp á hægstu tindar. Hans Fróði Jensen, lærari í Skúlanum á Argjahamri, hevur skapt ein livandi sandkassa. Grevur tú, ella gert broytingar í sandmongdini, so broytist myndin samsvarandi. Fjarstøðan millum eitt serligt kamera yvir sandkassanum og mongdina av sandi í kassanum verður tikin og viðgjørd í eini teldu. Síðan kastar ljóskanónin myndina aftur á sandmongdina, sum eina topografiska mynd. Genialt funnið uppá. Skúlabørnini eru ógvuliga spent at sleppa at definera lendið í sandkassanum og regnið úr luftlógvanum og síggja rúmið taka skap og vatnið renna, har tað finnur veg. Ein avanseraður lærdómur, sum lærarar í landafrøði ivaleyst dragast við, tá teir skulu siga børnunum, at ei