Skip to main content

Posts

Showing posts matching the search for hvat fæst frá tí almenna

Í treysti til sín sjálvs

Atlantic Review 2/2017 Matstovan Koks er nýggja kreativa stjørnan í Føroyum. Tað varð greitt á samkomu í Stockholm, har Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, Karin Visth, víntænari, og Johannes Jensen, stjóri, tóku ímóti Føroya fyrstu Michelinstjørnu. - Hetta er ein stórur heiður fyri okkum, og nakað heilt serligt, at vera fyrsta matstovan í Føroyum við einari Michelinstjørnu, segði Poul Andrias við pressuna, tá Michael Ellis handaði virðislønina. Michelinstjørnan, sum nú er komin til Føroya, hevur søgu, ið røkkur heilt aftur til 1900, tá franska dekkfabrikkin hjá André Michelin fór at geva út Guide Michelin til kræsnar sjafførar. Ein jakki við stjørnu Hvussu fekst tú boðini, Poul Andrias? - Gjøgnum telefon fingu vit at vita frá Michelin, at vit skuldu møta til hátíðarhaldið, sum var í Stockholm. Vit fingu ikki at vita, hvat fór at henda, so vit vistu púra einki fyrr enn fimm minuttir áðrenn, tá tey komu út við jakkunum við stjørnuni. Tástani vistu vit, hvat fór at hend

Eyði syngur við Evu

Fríggjadagin í næstu viku, hin 24. mars, gevur 29 ára gamli Eyði Horsdal úr Havn út fyrstu heildarútgávuna, Songs with Eva , sum er talmerkt LP pláta, ið eisini kann stroymast. Til FMA kappingina leygarkvøldið var Eyði ein av tilnevndu spírunum. Nýggja plátan, sum Tutl gevur út, er í sjáldsama vøkrum gate fold húsa, ið Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Húsin hevur í mínum hondum ein taktilan líkleika við klassisku pláturnar Live at Leeds hjá The Who og Harvest hjá Neil Young. Tað kennist gott, at hava eina ordiliga LP plátu í hondunum aftur. Klokkan nýggju sama kvøld fer Eyði at hava almenna stovukonsert inni hjá Elini Brimheim Heinesen í Magnus Heinasonargøtu 8 mitt í býnum.  Útgávukonsertirnar byrja tó longu hóskvøldið fyri í Reinsarínum kl 20:00, og halda fram í sølubúðini hjá Tutl fríggjadagin kl 16:30. Dagin eftir, leygardagin 25. mars, eru konsertir í Listaskálanum kl 16:00 og kl 20:30 í Tøting í Gøtu saman við Bjarka Hansen. - Fríggjadagin, sjálvan útgávudagin, er lagt upp til

Kotilett við útsikt og søgu

Her var tað at gastronomiska matlistin byrjaði í Føroyum -  á Skálatrøð, har útsikt eina løtu eisini var til hámentað Tjóðleikhús mitt á trøðni í Havn. Sum útsiktin vísur er sentrala høvuðsstaðarplássið lagt út og strikað av til parkering hjá arbeiðsfólki og útróðarmonnum allan sólarkringin. Tað er gott, tí her við Irish Pub møtast eisini útlendsk ferðandi at parkera og fáa mettuna fyri ein bíligan penga. Og ongastaðni fæst hon so passalig sum her, mettan. Ein risastór kotilett av svíni við sós, kips og reyðkáli fyri 95 krónur. So ódýra fært tú fólksligu mettuna, tí hetta er verkamannakostur burturav, ið dregur viðskiftafólk til sín, tí tey eru sosialar verur, ið fara hagar onnur fara, og har sum viðmælt verður á tvittrum og øðrum miðlum teirra millum. At køkurin í Irish Pub fyri stuttum varð kosin Føroya reinasti í eini kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ger tað ikki verri. Og so hoyrir tú Útvarpið og sært beinleiðis fóbóltsdystir niðri undir. Eitt sovorðið stað he

Hvar er hin føroyski A. P. Møller?

Myndir: Helle Thede Johansen Nøkur brot úr grein í Gallup Pulsinum 8, 2012 : Ein sunnudag kom ein pengamaður til bygdar. Á morgunmøtinum varnaðist hann, at eingin urga var í salinum. Og gita hvat, dagin eftir stóð ein vognur í túninum og tveir unglingar knossaðust við hana, nýggju urguna. Eingin gretti orð, men øll vistu. Soleiðis kennir Harrin síni. Spakført og í tí dulda, søgdu tey, hvítbotnað undir Kolli. Áratíggju eru liðin, og á onkrum økjum er samfelagið broytt, á øðrum als ikki. Fyri tretivu árum síðan varð spurt í mentanartíðarritinum Brá, um nýkomna Norðurlandahúsið fór at verða nýggi koddin hjá mentanini at sova á. Í pallborðsorðaskifti um sama spurning, tjúgu ár seinni, varð svarað játtandi, tá tað galt almennu fyrisitingina og politisku skipanina. Her var hvørki mentanarpolitikkur ella ein virkisførur mentanargrunnur. Tað almenna svav so søtan á øllum koddum. Men øðrvísi var við einstaklingamentanini hjá Palleba og Marsonnu. Men lat okkum hvessa sýnið og spyrja,

Luther í skúlanum

Fólkakirkjan og Mentamálaráðið hava heitt á Nám um at gera eina temasíðu um Luther og reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan. Sjálvur dagurin er merktur í álmakkanum at verða týsdagin 31. oktober í 2017 við orðunum ”upphav trúbótar Luthers”, sum sæst niðanfyri. Tað var tann dagin í 1517 at Luther negldi tær 95 tesurnar á slotskirkjudyrnar í Wittenberg. Myndin omanfyri sýnir bretska filmsleikaran Joseph Fiennes, ið er høvuðsleikari í filminum  Luther  (Eric Till 2003). Hann sæst við teim 95 tesunum, sum vórðu settar á kyrkjudyrnar í Wittenberg hin 31. oktober í 1517 og elvdu til reformatiónina. Filmur fæst til láns í Námi. Olivia Weihe Hansen, lærari í kristni, hevur skrivað flestu tekstirnar á temasíðuni um Luther og gjørt uppgávur til teir. Eisini hava Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og Sólrun Michelsen, rithøvundur, skrivað hvør sín tekst um Luther; Theodor um, hvat Luther hevur at týða í dag, og Sólrun sigur frá eini ferð úr Føroyum til Týsklands í fót

Gleðilig jól!

Birkblog ynskir øllum lesarum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, sum fer at verða aktuelt um eina góða viku. Hesa ársins tíð, tá árið rennur út og eitt nýtt stundar til, verður tikið saman um á øllum økjum, so ein ábending og eitt umhvarv kann hómast, hvussu skarst og hvat fekst burturúr, ikki bara fyri íleggjarar, men eisini fyri brúkarar, ið til gerandis skifta orð um nýggj rák og fyribrigdi í tíðindaverðini, sum einaferð var so sára einføld. Ikki minst tá bara eitt útvarp var og einki annað. Jú, kanska norðmaðurin og danskarin á langbylgjusendaranum í Kalundborg, og so Tórshavnsradio á bygd. Ja, og so tey góðu gomlu heimaprentaðu pappírsbløðini. Í dag er miðlamyndin so fragmenterað sum aldri áður. Møguleikarnir eru ovurhonds nógvir. Nógv bjóða sær til, og nú fæst eisini stuðul til miðlavirksemi hjá øðrum enn útvarpinum og sjónvarpinum, sum man einaferð, við høvdinum undir arminum, koyrdi í ein pott og kallaði kringvarpið. So varð kringvarpsgjaldið strikað og kravt inn yv