Skip to main content

Eyði syngur við Evu



Fríggjadagin í næstu viku, hin 24. mars, gevur 29 ára gamli Eyði Horsdal úr Havn út fyrstu heildarútgávuna, Songs with Eva, sum er talmerkt LP pláta, ið eisini kann stroymast. Til FMA kappingina leygarkvøldið var Eyði ein av tilnevndu spírunum.


Nýggja plátan, sum Tutl gevur út, er í sjáldsama vøkrum gate fold húsa, ið Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Húsin hevur í mínum hondum ein taktilan líkleika við klassisku pláturnar Live at Leeds hjá The Who og Harvest hjá Neil Young. Tað kennist gott, at hava eina ordiliga LP plátu í hondunum aftur.

Klokkan nýggju sama kvøld fer Eyði at hava almenna stovukonsert inni hjá Elini Brimheim Heinesen í Magnus Heinasonargøtu 8 mitt í býnum. 

Útgávukonsertirnar byrja tó longu hóskvøldið fyri í Reinsarínum kl 20:00, og halda fram í sølubúðini hjá Tutl fríggjadagin kl 16:30. Dagin eftir, leygardagin 25. mars, eru konsertir í Listaskálanum kl 16:00 og kl 20:30 í Tøting í Gøtu saman við Bjarka Hansen.

- Fríggjadagin, sjálvan útgávudagin, er lagt upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga stovukonsert í hjartanum í Havnini, sigur Elin, sum kallar heimarøðirnar við stovukonsertum F’LJÓÐ.

Sum sæst á myndini ovast, var Eyði um dagarnar framvið hjá mær við nýggju LP plátuni. Eg setti honum nakrar spurningar, eftir at eg hevði lurtað eftir sangunum á Soundcloud. Í dag er tað so, at plátuspælarin, ein Technics við Audio-Technica nál, stendur burturgoymdur á loftinum, tí nú er Spotify mín gerandiskelda til tónleik. Ikki tí, fyrr átti eg ein Lenco við SME armi og síðan ein Pioneer, allir við góðum nálum. Men nú er eingin for-forsterkari longur til plátuspælara. So eitt sindur av umskipan og nýhugsan skal til, vilt tú venda aftur til tað góðu gomlu ljóðmyndina við analogum nýskornum 180-gramm LP plátum og plátuspælara.

Hvør er Eva, sum gevur plátuni navn, og hvussu kom hon við í myndina?

- Eva Perrin Fontana er yrkjari, tónleikari og er somuleiðis ein góð vinkona hjá mær. Vit hittust, tá vit tóku eina bachelor í sangskriving í Onglandi í 2015-2017. Eva býr í London og fæst við tónleik og annað skapandi. Hon skrivar um gerandisdagin, ofta við einum longsli eftir eini róligari og meira nærverandi tilveru enn henni, ið stórbýurin krevur av okkum. Eva og eg hava fyrr skrivað sangir og framført nógv saman. Songs with Eva byrjar tó burtur úr ongum, tá ið Eva - fleiri ár eftir at eg seinast hevði sæð hana - brádliga sendir mær eina lítla yrking, hon hevði gjørt: The Train Station.

- Tann lætti, einfaldi og beinleiðis skrivihátturin gav mær íblástur, og eftir heilt fáum minuttum hevði eg gjørt yrkingina til ein lítlan sang og sent henni eina upptøku. Dagin eftir kom ein nýggj, lítil yrking frá henni og ein nýggjur lítil sangur frá mær aftur, og skjótt vóru meir enn fjøruti hálvir sangir í míni nýggju Songs with Eva-verkætlan. Hon buskaði, spældi úti á gøtuni fyri fólki um hetta mundið, og tað vísti seg, at hon hevði skift guitaran og sangin um við eina skrivimaskinu, sum hon nýtti til at skriva yrkingar til fremmand fólk, ið góvu sær stundir til tess. 

- Eftir eina strævna tíð, hevði Eva eina skriviblokering, og júst henda skrivimaskinan við mekaniskum avmarkingum og uttan møguleika at sletta, og so tað at skriva til fremmand fólk, gav henni íblástur at skriva naknar sannleikar og erligar forteljingar í einum gerandistóna, klæddir við sjálvsironi, skemti, og snikkaðar til poesi. Eg fall fyri hesum smáu og ofta hálvu yrkingunum, og eg føldi tað at passa so væl til júst tað, ið eg sjálvur brendi fyri, at skriva sangir til, júst tá. So eg gjørdi mær mína egnu metodu til - eins og Eva - at skriva í flow, so erligt og frítt og mestsum ókritiskt, sum eg kundi.

Tá eg lurti eftir It seems to be you again er tað fyrsta, eg hoyri, afturljóð av einum ungum Teiti, sum aftur peikar til Paul Simon og hansara bestu útgávur, so sum There Goes Rhymin’ Simon, í 1973. Ein 50 ára gomul LP-pláta, sum er millum tær, eg oftast vendi aftur til, og tí er ein natúrligur resonansur hjá mær, tá eg lurti eftir tónleiki, ið slektar tann vegin, singer-songwriter stílurin, har røddin og teksturin er fremstur í ljóðmyndini og ikki druknar í stórum útsetingum, men er delikat transparentur. Hvat sigur tú til eina tílíka útmelding - eri eg á rættari leið, tá eg leggi hesi peilipunkt - hava Teitur og Paul Simon verið referansur?’

- Ja, so avgjørt ert tú á rættari leið. Teitur og Paul Simon munnu vera millum sterkastu grundarsteinarnar undir mínari musisku tilvitan - tað er líkasum har, eg komi frá - tað spældi mamma mín millum annað eisini, tá eg var lítil. Kanska serliga Simon & Garfunkel tíðin hevur ávirkað meg mest, og Bookends-útgávuna kann eg um nakra nevna, meira enn aðrar frálíkar útgávur eftir Paul Simon, sum There Goes Rhymin’ Simon. Sangheitini Overs og Old Friends eru jú lánt haðani.

Performed and produced by, og so koma ein rúgva av nøvnum, og at upptøkan er gjørd over two weeks. Innspælingin av teim sekstan sangunum tykist eftir plátuhusanum at vera eitt rættuliga frítt og kollektivt projekt. Er tað so?

- Ja, hasir fjúrtan dagarnir í Gaarden Studios vóru fríir og kollektivir, hóast eg stýrdi og betalti. Eg hevði arbeitt við teimum mongu hálvu og heilu Songs with Eva sangunum leingi, áðrenn eg bílegði hesar fjúrtan dagarnar í Gaarden Studios. Tí kendi eg tilfarið væl og hevði longu roynt á ymsan hátt at fanga teir við spennandi innspælingarháttum. Eg strembaði eftir magiskum løtum við mikrofonunum frá í spennandi rúmum og ymiskum instrumentatiónum. Ofta eydnaðist tað tó ikki serliga væl. So fekk eg hugskotið - nú geri eg síðstu royndina, bílegði studio úti í einum bóndagarði í fríari náttúru og við góðari tíð. Eg helt tað vera spennandi at finna eitt stað, har eg ikki hevði verið fyrr, og við tónleikarum, eg ikki hevði hitt fyrr, og við teirra íblástri hava góða tíð at síggja sangirnar, eg kendi so væl, av nýggjum og vónandi fanga nakrar spennandi løtur á band. Samstundis visti eg, at eg vildi samarbeiða og framføra saman við øðrum - tað hevur nógv at siga fyri meg - at spæla saman í sama rúmi, at vera saman um intonatión og tempo í sangunum og í rúminum. Hetta er fyri summi ein sjálvsøgd fortreyt, men tað í dag er vanligt at innspæla hvør sær og í ymsum rúmum. Pandemiin gjørdi sjálvandi hetta enn meira ekstremt.

Sangirnir eru ógvuliga intimir. Í Old friends syngur tú saman við Evu. Eru tit soulmates ella?

- Nei, tilfarið og sangirnir eru intimir, ella róligir, erligir og nærverandi. Men Eva og eg eru ikki sooo tøtt, og sangirnir og søgurnar eru ikki neyðturviliga um júst okkara relatión.

Í sanginum In silence somewhere hoyri eg instrumenteringar frá Nick Drake í mínum innara oyra. Eri eg á rættari leið?

- Tú hevur eitt gott oyra. Aftur her eru tínar referansur á serstakliga góðari leið. Eg lurtaði nógv eftir teimum trimum heildarútgávunum eftir Nick Drake tá og nú.

Upptøkurnar, sum vórðu gjørdar tvær vikur í Garden Studios í nánd av Store Heddinge við Stevns í Suðursjællandi, hava verið gjøgnum fleiri hendur, kann eg gita eftir nøvnunum, sum verða nevnd á húsanum. Hvussu langt liggja upprunaupptøkurnar frá lidnu plátuni, sum eg nú havi í hondini og hoyri? 

- Tær liggja heilt tætt at upprunaupptøkunum. Albert Karch, ið var við til at innspæla, og eg, kliptu og ruddaðu upp í upptøkunum, ið vit gjørdu á Gaarden. Síðani hevur serstakliga dugnaligi D. James Goodwin ljóðblandað og mastrað tær digitalu upptøkurnar, áðrenn Josh Bonati hevur skorið niður til vinyl LP, ið Gotta Groove Records hevur pressað og prentað.

Tá tú møtir áhoyrarum, til dømis til stovukonsert, hvat er tað sum liggur tær fremst fyri og er mest umráðandi at fáa fram - er tað eitt serligt intimt mood tú tá fert í – ella er tað ”bara” at endurgeva tekstirnar hjá Evu?

- Eg haldi sjálvur, at góðir sangir rúma meira enn ‘bara’ at endurgeva tekstin. Eg vóni at megna at skapa ein stemning - framføra søguna og kenslurnar ímillum linjurnar.

Í Story Music hevði Teitur eina tilvísing til Exile on Main Street hjá Rolling Stones. Tú hevur eina vising til Sgt Pepper hjá Beatles. Hava tit avtalað tað, ella…?

- Sgt Pepper er so triðja og seinasta sangheitið, ið eg havi lænt á hesum sinni. Men nei, eg havi ikki prátað við Teit um júst hetta.

Tú hevur gjørt nógv burturúr húsanum, pappírstilfarinum, stílinum og prentinum, og eisini sjálvari plátuni, sum er talmerkt í 200 signeraðum eintøkum. Ikki tí, tað er líka so gleðiligt sum sjáldsamt at síggja. Men hví gjørt tú so nógv burturúr sjálvum innpaknings-tilfarinum? Er hetta A Labor of Love? Ella er hetta bara eitt nútíðar yrkingasavn?

- Fíggjarliga fer hetta ongantíð at mala runt, men tað hevði týdning fyri meg, at gera mær ómak allan vegin og skilja øll stigini á leiðini frá sanghugskoti til lidna og útgivna verkætlan. Serliga tí at hetta er mín fyrsta útgáva. Mirjam Jørgensen hevur skapt ein frálíkan visuellan samleika, og góðskan og nærlagnið í eftir-framleiðsluni av innspælingunum kundi helst ikki verið av hægri góðsku. Vónandi kann hetta merkjast og hoyrast, um ein ognar sær LP’ina. Eg haldi í øllum førum, at tað í hesum tíðum er frálíkt, at gamla tøknin næstan krevur av okkum, at vit seta okkum niður við einum heilum verki, samstundis sum vit fáa tað stóra visuella formatið í hondina og vónandi geva okkum far um tekstirnar eisini.

Fyrsti sangur er valdur til kappingina í Kringvarpinum í farnu viku um ársins útvarpshitt. Og tú vart í uppskoti til FMA sum ársins spíri. Hvussu fekst tú hesi boðini? Og hvussu reageraði tú? Er hetta ein byrða at fáa, ella er tað gleðiliga fríandi at fáa eitt tílíkt gjøgnumbrot?

- Tróndur Enni segði tað við meg ein dagin, eg var til arbeiðis har suðri sum musikklærari. Hann hevði hoyrt tað í Útvarpinum, haldi eg. Tað er sjálvandi stuttligt og gleðiligt, at onnur fáa nakað burturúr sangunum.

Hvør av teim sekstan sangunum týður mest fyri teg? Og hví?

- Eg haldi ikki, at eg havi nakran favoritt. Eg eri glaður fyri heildarútgávuna, og eg haldi, at hon skal hoyrast soleiðis. Sjálvt um eg havi givið nakrar singlur út fyrst, so haldi eg ikki, at har eru stakløg. Tað var nokk mest fyri at fylgja tí vegleiðing, eg fekk, um ikki at útgeva sekstan sangir í einum til ongar, ella heilt fáar lurtarar, nú tað var mín fyrsta útgáva.

Nakrar tankar um eina uppfylgjandi plátu?

- Eg brenni fyri sangskrivingini og hvussu sangirnir kunnu framførast og framleiðast. So vónandi kemur meira frá mær. Eg vænti tó ikki, at eg fari at geva heilt, heilt nógv út, men heldur fari eg at leggja meg eftir, at tað, eg útgevi, eisini heldur langa tíð, eftir at tað er útgivið. Tað vóni eg at megna.

Í sambandi við stovukonsertina verður sagt, at LP plátan hjá Eyða Horsdal er ”eitt samanhangandi savn av løttum og hugskygdum sangum við eini menniskjaligari, hondspældari dygd, spældir inn í einum hugvekjandi umhvørvi, sum elvir til djúphugsni og fangar livaðu løtuna í einum rúmi - úti í náttúruni - við upplatnum vindeygum, sum ger sangirnar so spennandi. Gjøgnum yrkingarnar hjá Evu Perrin Fontana bjóðar Eyði Horsdal okkum inn í eitt sjarmerandi og uggandi rúm við eini dýbd, ið tekur okkum á bóli, og sum ger heildarútgávuna við sekstan sangum verda at lurta eftir ferð eftir ferð.”

Tey, sum eru við á stovukonsertini fríggjakvøldið 24. mars, og hinum útgávukonsertunum hóskvøldið, fríggjadagin og leygardagin, eru:

● Eyði Horsdal (sang, guitar og klaver)

● Eva Perrin Fontana (yrkingar og sang)

● Albert Karch (trummur og orgul)

● Kristian Pauli Ellefsen (klaver)

● Arnold Ludvig (bass og guitar)