Skip to main content

Posts

Vladimir úr Kiev

Vladimir við bilinum og niðast Hollywoodskeltið, langt burturi (Myndir: Birgir Kruse) - Í nítjan ár havi eg verið amerikanari og hetta er mín frælsismaskina, sigur Vladimir úr Kiev. Eftir at hava spurt okkum hvaðani vit eru, undrast hann yvir at vit enn ikki hava fingið okkum ein vápnaðan her, gjørt kollvelting og skapt okkara egna ríki. - Jú, kanska verður tað einaferð, siga vit heldur lot og fjálturstungin. Fyri skomm skyld leggja vit afturat, at størsti politiski flokkur í løtuni er loysingarsinnaður. So kanska eru vónir í so máta. Tað dámar Vladimir, sum fer í gongd við eina søgu um Sankta Pætursborg, betra borgaraskapið, og so tað fátæka, stríðandi fólkið úti um landið. Og kommunistarnar, ið skapa split, mitt ímillum. - Hygg eftir Vyborg, har er úrslitið, sigur hann og gerst eitt sindur snjallari á málinum enn eg brýggji meg um. Púra samdir í hesum stutta úttanríkispolitiska parløri, takka vit fyri túrin og steðga við amerikansku dreymafabrikkina Universal Studios.

Slottið hjá Citizen Hearst

Høvuðsbygningurin á Hearst Castle, sum við klokkum í tornunum er mest átøkur eini kirkju. Bygningarnir aftanfyri á mittastu myndini vísa, at slottið er ikki bygt liðugt. Niðast Birgir í trappinum til mittasta slottið hjá Hearst. Tilsamans eru trý slott her (Myndir: Hanus og Birgir Kruse) Flestu kenna filmin Citizen Cane . Hetta er ein lýsing av einum ráðaríkum manni, sum eigur allar miðlar í landinum og allar pengar í verðini. Hann kann byrja kríggj og skapa søgur og sambond millum ríkmenn, filmstjørnur og politikarar. Tó, einsamallur býr hann á slottinum Rosebud . Einasti búfelagi og fylgisneyti er unga drukna konan, sum hvørki dugur til eitt ella annað. Hóast fiktivur, byggir filmurin á lívið hjá William Randolph Hearst (1863-1951), sum arvaði írska pápan, ið var self made millionaire. Í 1919 fór W.R.Hearst at byggja Hearst Castle í óbygdum við San Simeon, millum San Francisco og Los Angeles. Søgurnar vilja vera við at hesin lítilætni maður kallaðin staðin The Ranch . Hann bygdi og

Hearst vildi svimja inni og úti

Svimjihyljarnir hjá W.R.Hearst hava klassisku griksku og rómversku baðini sum fyrimyndir (Myndir: Birgir Kruse) Tá W.R.Hearst hevði gestir í 1920-30'unum dámdi honum at vísa svimjihyljarnar fram. Annar hylurin er úti, meðan hin er inni. Meðan uttandurahylurin hevur besta útsýnið, er innandurahylurin lagdur við ektaðum gulli. Í báðum førum eru arkitektonisku fyrimyndirnar úr forna Evropa.

Loft í meturmáli

Ilt er at fata, at hesi loft eru bíløgd og sett upp í óbygdum í Amerka í 20. øld (Myndir: Birgir Kruse) Undarliga hugtakandi eru loftini á Hearst Castle. Tey eru gjørd eftir máti í Evropa og sett upp her í San Simeon. Tilfar, stílur og myndaveni eru funnin á ferðum í Italia og Spania. Trý tey ovastu er kamarsloft á miðslottinum. Síðani síggjast loft úr felagshøllini, matarhøllini og spælihøllini á høvuðsslottinum.

Flutt burtur í fjúrtan dagar

Vit vórðu flutt burtur í fjúrtan dagar, sigur tænarin á Nepenthe og peikar á ljósu rípuna ovast á fjøllunum, ið er farleið eftir bulldozarum, sum royndu at steðga eldunum (Myndir: Birgir Kruse) - Tjóðardagin 4. juli vórðu vit flutt burtur og eingin slapp at vera her í fjúrtan dagar, sigur tænarin á Nepenthe í Big Sur. Alt stóð í ljósum loga, heilt oman móti vegnum. Ljósu rípurnar, ið hómast ovast á tindinum til vinstru, eru eftir bulldozarum, sum royndu at forða eldinum at breiða seg. - Tað var vorðið sum byrjan á summarskeiðnum, sigur eitt annað starvsfólk. Tey tosa fegin um eldin og vandan, ið stóðst.

Nepenthe í Big Sur

Birgir og Hanus á altanuni í Nepenthe við høgum útsýni yvir Kyrrahavið. Vit siggja fasaduna móti havinum, inngongdina til matstovuna og barrina í Nepenthe (Myndir: Hanus og Birgir Kruse) Nepenthe eru eini sjáldsom hús við høvuðsvegin Highway 1 í Big Sur. Húsini eru úr stórviði, upprunaliga bygd sum skótahús í 1925 og umbygd í 1947, tá húskið Fassett keypti tey og lat Rowen Maiden, ið arbeiddi hjá Frank Lloyd Wright, umskapa alt økið til eina organiska heild í stórum brattlendi við fríum útsýni yvir Kyrrahavið. Síðani Beach Boys sólaðu sær her og hippie-rørslan seinni blómaði á hesum staði í 60’unum, eru Big Sur og Nepenthe vorðin ein spennandi staður, ið dregur nógv ferðafólk til sín.

Skógareldur í Big Sur

Uppkolaðir viðarbular fram við vegnum í Big Sur. Aftanfyri síggjast avbrendu fjøllini og á einu myndini sæst bilurin, vit koyra í. Niðast, ein íkorni, sum í brendu bulunum hevur funnið lývd fyri heitu sólini (Myndir: Birgir Kruse) Fram við gitna strandarvegnum Highway 1 úti móti Kyrrahavsstrondini í Big Sur siggjast brendir viðarbular frá stóru skógareldunum, ið hava herjað Kalifornia í summar. Meginpartin av juli var økið kring Big Sur hótt av eldi og fólk vórðu flutt burtur. Nú er alt sum vanligt aftur, men fólk eru bangin og tosa nógv um eld.

Hans Skálagarð er enn frammi í Carmel

James J. Rieser sýnir okkum ein málning hjá Hans Skálagarð "James Rolph" (1993). Niðast síggjast viðmerkingarnar til myndavenið, sum Hans sjálvur hevur skrivað (Myndir: Birgir Kruse) Í lítla hugnaliga býnum Carmel By The Sea búgva múgvandi, eldri fólk. Gallarí eru fremst fyri í teim smáu gøtunum. Einaferðina hevði skúvoyingurin Hans Skálagarð gallarí her. Tað var í grannalagnum hjá Clint Eastwood, ið var borgmeistari í býnum tvey ár í 80'unum. Clint eigur enn bygningin The Eastwood Building , meðan Hans er givin at sýna fram í egnum hølum í Carmel. Tó so, allir gallaríeigarar í Carmel kenna skúvoyingin sum ein framúr góðan marine painter, við góðum sansi fyri smálutum. Fyri amerikansku stjórnina hevur Hans Skálagarð málað allan tann søguliga krígsflotan. - Hans skrivar altíð eina nákvæma lýsing av myndaevninum aftanfyri á málningarnar, sigur James Rieser, ið rektur Fine Art gallaríið. James hevur ein málning hjá Hansi standandi á goymslu, sum hann fegin vísir fram.

Steinbeck í Salinas

Ein kanadiumaður tók myndina av okkum øllum fýra á Steinbeck-savninum í Salinas. Húsið, har Steinbeck varð føddur og búði í til hann var 17 ára gamal. Niðanfyri síggjast meksikansk arbeiðsfólk á markini í Salinas í dag. Niðstu tvær myndirnar eru úr Fornminnissavninum í Salinas (Myndir: Ónevndur kanadiumaður, Unn og Birgir Kruse) Skrivingarlagið, andin og øll tey temu, sum rithøvundin John Steinbeck (1902-1968) brúkti, hanga enn tung yvir Salinas og fruktagóða dalinum har, the Valley of the World . Enn síggjast meksikansku arbeiðararnir í hópatali á markini. Arbeiðið er handaligt og møðisligt, uttan stórvegis maskinur. Í farnu øld vóru fakfeløgini sterk, bæði hjá meksikanarum og filipinum. Men nú sæst fakfelagsrørslan í Salinas bara á fornminnissavninum. Verulig mótmælisskelti eru at síggja her og vendir tú skeltinum, so stendur turrisligani aftanfyri, at í 80'unum repaði fakfelagsrørslan seglini og lat arbeiðsgevararnar áseta løn og arbeiðskor. Syndarliga hugvekjandi, at tey arbei

Ólavsøka hjá Google

Myndir: Birgir skrivar seg inn hjá Google. Kristoffer Evensen tekur ímóti og bjóðar døgurða í grøna garðinum. Unn og Kristoffer skifta orð um teldutøkni og arbeiði um landamørk. The Growing Connection er heitið á verkætlan um mat, umhvørvisvernd og orku. Reyðu dyrnar føra lúkst innar til teir báðar, ið stovnaðu Google. Modell av rúmdarskipinum Galactic. Birgir og Kristoffer siga farvæl (Myndir: Jógvan og Birgir Kruse) Meðan flestu føroyingar gjørdu seg klarar til midnáttarsangin á ólavsøku, vóru vit á vitja hjá Google í Mountain View í Silicone Valley. Hetta er høvuðsborgin hjá Google, nevnd GooglePlex . Fyriktøkan, ið er heimsins sterkasta brand, hevur tíggju ár á baki. Bara á hesum staði starvast 6000 fólk. Kristoffer Evensen hevur boðið okkum á vitjan. Hann er úr Oslo, men arbeiðir hjá Google í Dublin, har hann er leiðari av partnership-deildini. Í løtuni verða útvið túsund føroyskar skúlabøkur, sum Føroya Skúlabókagrunnur varar av, lisnar inn, so tær kunnu takast fram í skipanini