Skip to main content

Posts

Filmskúli í fokus

Fasadan á filmskúlanum í Los Angeles (Myndir: Birgir Kruse) Los Angeles er filmbýur burturav. Og filmskúlin dugir at seta seg sjálvan í fokus. Hygg bara eftir framsíðunum á báðum filmsbygningunum. Tað eru sum at hyggja í eitt myndatól. Og tað er so sjálvsagt. Tí her setur tú fokus á tínar filmsdreymar.

Filmur í kirkju

Hollywood United Methodist Church hevur skeið í filmi og trúgv (Myndir: Birgir Kruse) Í okkara heimsparti er ikki vanligt at samantvinna film og kirkju, ella nakað slag av andaligum virksemi. Filmur hevur verið mettur eins syndafullur og at dansa, spæla kort og at fremja annan ólevnað. Og kanska hava hinar bestu typur í nøkrum filmi yvirhøvur, foreldrini hjá James Dean í Steinbeck-søguni East of Eden, rót í júst hesum tvøra kirkjuliga uppáhaldi. Men so er ikki í Hollywood. Her hevur filmurin funnið vegin heilt innar í kór. Og tað til so mikið vælsignilsi, at skipað verður fyri skeiði um hvussu filmur kann styrkja trúnna. Hvønn sunnudag skipar Hollywood United Methodist Church fyri Crossflix – Discovering Faith in Film . Hygga síggj. Kanska hevur Whoopi Goldberg lagt eitt gott filmsorð inn fyri prest. Tí Whoopi hevur filmað allar Sister Act filmarnar á hesum sama heilaga staði.

Afturgongur á heygnum

Rundferð hjá Universal í Hollywood kring húsið, sum Hitchcock brúkti í filminum Psycho. Norman Bates leggur líkið í bilin og kemur móti okkum - við knívi. Aftanfyri húsini eru kulussir til ein film, har flogvanlukka er ein partur av søguni. Niðast tekning av húsinum og maska av Hitchochock (Myndir: Birgir Kruse) Smáir vognar koyra frá studio til studio og siga søguna hjá Universal og geva okkum innlit í filmar, sum beint nú verða tiknir. Millum elstu partar, ið Universal sýnir fram í undirhaldsgarðinum í Hollywood, eru húsini hjá Norman Bates og mammuni í Hitchochock perluni Psycho. Meðan vit koyra framvið, kemur Norman út. Hann knossast við eitt teppi, sum hann leggur í bilin. Hann sær okkum og tekur knívin fram...best er at rýma. Tí hetta er veruliga Psycho!

Waterworld

Waterworld er best umtókta show hjá Universal (Myndir: Birgir Kruse) Best umtókti leikur í risastóra garðinum hjá Universal Studios er Waterworld, ið byggir á filmin við sama navni frá 1995, har Kevin Costner spældi við. Kulissurnar úr filminum eru brúktar aftur og søgan verður endursøgd á ein interaktivan hátt, sum var tað gladiator-dystur í gamla Róm, har áskoðararnir avgera lagnuna hjá teim leikandi. Áskoðararnir eru væl upplagdir, hóast teir fáa eina skolu fyri og aðra eftir.

Filmstubbar úr Hollywood

Birgir í kulum 3D brillum. Handverkið handan kovboykulissir er altíð spennandi at síggja, eins og teknifilmsstjørnurnar altíð eru fittar. Ikki minni fittar, tó nakað hóttandi, eru desperatu húsmøðurnar á Wisteria Lane, sum vit koyrdu á tamp. The Mummy gongur á stúltum og bjóðar inn til óhugnalig upplivilsi, eins og modellskipið hjá Peter Jackson, ið verður drigið í dýpið av myrkum kreftum og drápuligi átufreki hávurin hjá Spielberg, ið skræðir alt í seg. Niðast sæst ein meksikanskur kovboybýur, ið verður raktur av vatnflóð, meðan vit hyggja, og síðani tveir japanskir Golf-bilar, ið hava egna sál og lív í filminum Tokyo Drift (Myndir: Birgir Kruse) 3D filmar fingu aldri fótin fyri seg. Men nú royna tey hjá Universal við eini Terminator framsýning í 3D. Fyri at fáa nakað burturúr hesum showi, mást tú vera í serligum brillum. Stuttligur og kulur gimmick. Og enn stuttligari er at síggja kovboykulissur, hávin hjá Spielberg, ræðufilmin The Mummy, modellskipið hjá Peter Jackson, fittar teknif

Vladimir úr Kiev

Vladimir við bilinum og niðast Hollywoodskeltið, langt burturi (Myndir: Birgir Kruse) - Í nítjan ár havi eg verið amerikanari og hetta er mín frælsismaskina, sigur Vladimir úr Kiev. Eftir at hava spurt okkum hvaðani vit eru, undrast hann yvir at vit enn ikki hava fingið okkum ein vápnaðan her, gjørt kollvelting og skapt okkara egna ríki. - Jú, kanska verður tað einaferð, siga vit heldur lot og fjálturstungin. Fyri skomm skyld leggja vit afturat, at størsti politiski flokkur í løtuni er loysingarsinnaður. So kanska eru vónir í so máta. Tað dámar Vladimir, sum fer í gongd við eina søgu um Sankta Pætursborg, betra borgaraskapið, og so tað fátæka, stríðandi fólkið úti um landið. Og kommunistarnar, ið skapa split, mitt ímillum. - Hygg eftir Vyborg, har er úrslitið, sigur hann og gerst eitt sindur snjallari á málinum enn eg brýggji meg um. Púra samdir í hesum stutta úttanríkispolitiska parløri, takka vit fyri túrin og steðga við amerikansku dreymafabrikkina Universal Studios.

Slottið hjá Citizen Hearst

Høvuðsbygningurin á Hearst Castle, sum við klokkum í tornunum er mest átøkur eini kirkju. Bygningarnir aftanfyri á mittastu myndini vísa, at slottið er ikki bygt liðugt. Niðast Birgir í trappinum til mittasta slottið hjá Hearst. Tilsamans eru trý slott her (Myndir: Hanus og Birgir Kruse) Flestu kenna filmin Citizen Cane . Hetta er ein lýsing av einum ráðaríkum manni, sum eigur allar miðlar í landinum og allar pengar í verðini. Hann kann byrja kríggj og skapa søgur og sambond millum ríkmenn, filmstjørnur og politikarar. Tó, einsamallur býr hann á slottinum Rosebud . Einasti búfelagi og fylgisneyti er unga drukna konan, sum hvørki dugur til eitt ella annað. Hóast fiktivur, byggir filmurin á lívið hjá William Randolph Hearst (1863-1951), sum arvaði írska pápan, ið var self made millionaire. Í 1919 fór W.R.Hearst at byggja Hearst Castle í óbygdum við San Simeon, millum San Francisco og Los Angeles. Søgurnar vilja vera við at hesin lítilætni maður kallaðin staðin The Ranch . Hann bygdi og

Hearst vildi svimja inni og úti

Svimjihyljarnir hjá W.R.Hearst hava klassisku griksku og rómversku baðini sum fyrimyndir (Myndir: Birgir Kruse) Tá W.R.Hearst hevði gestir í 1920-30'unum dámdi honum at vísa svimjihyljarnar fram. Annar hylurin er úti, meðan hin er inni. Meðan uttandurahylurin hevur besta útsýnið, er innandurahylurin lagdur við ektaðum gulli. Í báðum førum eru arkitektonisku fyrimyndirnar úr forna Evropa.

Loft í meturmáli

Ilt er at fata, at hesi loft eru bíløgd og sett upp í óbygdum í Amerka í 20. øld (Myndir: Birgir Kruse) Undarliga hugtakandi eru loftini á Hearst Castle. Tey eru gjørd eftir máti í Evropa og sett upp her í San Simeon. Tilfar, stílur og myndaveni eru funnin á ferðum í Italia og Spania. Trý tey ovastu er kamarsloft á miðslottinum. Síðani síggjast loft úr felagshøllini, matarhøllini og spælihøllini á høvuðsslottinum.

Flutt burtur í fjúrtan dagar

Vit vórðu flutt burtur í fjúrtan dagar, sigur tænarin á Nepenthe og peikar á ljósu rípuna ovast á fjøllunum, ið er farleið eftir bulldozarum, sum royndu at steðga eldunum (Myndir: Birgir Kruse) - Tjóðardagin 4. juli vórðu vit flutt burtur og eingin slapp at vera her í fjúrtan dagar, sigur tænarin á Nepenthe í Big Sur. Alt stóð í ljósum loga, heilt oman móti vegnum. Ljósu rípurnar, ið hómast ovast á tindinum til vinstru, eru eftir bulldozarum, sum royndu at forða eldinum at breiða seg. - Tað var vorðið sum byrjan á summarskeiðnum, sigur eitt annað starvsfólk. Tey tosa fegin um eldin og vandan, ið stóðst.

Nepenthe í Big Sur

Birgir og Hanus á altanuni í Nepenthe við høgum útsýni yvir Kyrrahavið. Vit siggja fasaduna móti havinum, inngongdina til matstovuna og barrina í Nepenthe (Myndir: Hanus og Birgir Kruse) Nepenthe eru eini sjáldsom hús við høvuðsvegin Highway 1 í Big Sur. Húsini eru úr stórviði, upprunaliga bygd sum skótahús í 1925 og umbygd í 1947, tá húskið Fassett keypti tey og lat Rowen Maiden, ið arbeiddi hjá Frank Lloyd Wright, umskapa alt økið til eina organiska heild í stórum brattlendi við fríum útsýni yvir Kyrrahavið. Síðani Beach Boys sólaðu sær her og hippie-rørslan seinni blómaði á hesum staði í 60’unum, eru Big Sur og Nepenthe vorðin ein spennandi staður, ið dregur nógv ferðafólk til sín.