Skip to main content

Posts

Nashville í Sjónleikarhúsinum

Allir í The Nashville Dream Team, eisini kallað The A Team, á palli í Sjónleikarhúsinum í Havn. Frá vinstru síggjast David Hungate, Bryan Sutton, Paul Franklin, Brent Mason, Paul Leim og fremstur er John Hobbs. Myndina tók eg eftir at teir høvdu havt ljóðroynd á middegi í dag.

Gittarhetjur mitt í Havn

Brent Mason og David Hungate, niðanfyri. Heldur enn illbrýntur er hann djúpt konsentreraður á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Mason er millum fremstu og mest brúktu gittaristar yvirhøvur og bassleikarin Hungate er upprunalimur í Toto. Í mínari plátusamling fyllir hann nógv hjá Boz Scaggs. Og nú gongur hann í Havnargøtum.

Jákup og Paul Leim

Tveir vinmenn leggja saman ráð handan trummurnar innan tónleikavinnudagin í Sjónleikarhúsinum. Teir eru Jákup Zachariasen og Paul Leim.

Franklin á Hafnia

Her eta vit døgurða á Hotel Hafnia. Fremstur er Paul Franklin, helst heimsins kendasti steelgittarleikari. Aftanfyri sæst Petur Háberg Jacobsen. Omanfyri sæst Paul Franklin in action á pallinum í Sjónleikarhúsinum meðan ljóðroynd var á middegi í dag.

Sutton skrivar...

Ein av mínum bluegrasshetjum frá Sugar Hill Records hevur leingi verið gittarleikarin Bryan Sutton. Her signerar hann nakrar fløgur, sum eg helst havi spælt í sendingini Burtur á Heiði miðskeiðis í 90'unum. Fittur maður - eins og allir hinir.

Tveir syngja close harmonies

Brent Mason og Bryan Sutton syngja og spæla bluegrassklassikaran hjá Flatt & Scruggs Salty Dog Blues á pallinumí Sjónleikarhúsinum.

My Heart Is The Open Sky

Ein biltúrur í skýming á Oyggjarvegnum við The Reverends í fløguspælaranum verður hervið viðmæltur (Mynd: Birgir Kruse) Country er annað enn dansibandtónleikur, fiólir og barmfagrar blondinir. Tað siga The Reverends í tíðindaskrivi, nú teir geva fløguna ”When You’re Done” út á plátufelagnum Tutl. So satt, sum tað er sagt. Dansibandtónleikurin er um at taka lívið av countrytónleiki. Hóast hesa skørpu og ertandi eygleiðing, so velja The Reverends at byrja fløguna við einum floor filler av einum dansinummari, You Gotta Go , sum við gusto gongur beint inn í hvørja dansistovu í landinum. Serliga trummurnar eru fresandi stuttligar. Dansibandtónleikur, so tað syngur eftir í. Kanska er countryútiseta­bólkurin The Reverends ein anakronisma, sum dyrkar mótsetningar og letur teg fáa júst tað, tú ikki væntaði. Hetta er fyrsta fløga teirra, pakkað við 10 heimagjørdum sangum við ljóði og stíli, vit ikki hava hoyrt áður. Hetta er norðurlendskt Americana. Onnur skering Jim, Jack & Bud er hin b

Tað er ferð á hjá Leif!

Úr myndarøð, sum er ein eygleiðing við natúrligum ljósi við diskin á matstovuni Gourmet. Tað er ferð á hjá Leif Sørensen, tá hann matgerð í køkinum. Men fastfood er ikki á skránni í Gourmet, tí góðskan og tíðin eru í hásæti. Niðri undir síggjast rættirnir, vit fingu, meðan skæra sólin søkkur. Tá vit eru komin til dessertina er sólin sett (Myndir: Birgir Kruse) Fryntligi og snøggi tænarin Tórun beyð okkum vælkomnum til borðs og greiddi frá um matskránna og vínið á Gourmet hesa fyrstu skaffing um útvarpstíð á Tórshavnar Matfestivali. Fyrst fingu vit ein brellbita, oksasúpan við oksatungu í einum lítlum bolla, sopin við teskeið. Lætt og konsist niðurundir, innan lýsta matskráin kom á borðið. Fyrsti rættur var marinerað jákupskel við rækjum, krabba og kremi av somu skel. Smakkurin var ein leskilig javnvág millum sjógæti og ein kokuskendan broysknan søtleika. Aftirvið ein framur svallig Riesling frá Haeffelin. Annar rættur var persillubakað skøta við spískáli og sanddunnuberum. Fantastisku

Tórshavnar Matfestivalur verður endurtikin!

Vælnøgd fólk og ein hugsunarsamur løgmaður á Tórshavnar Matfestivali, sum varð hildin í Havn leygardagin 22. august 2009 (Myndir: Birgir Kruse) Í allar besta veðri høvdu túsundir av Havnarborgaraum leitað sær oman í Vágsbotn, har fyrsti Matfestivalurin varð settur. Eldsálin Mortan í Hamrabyrgi beyð vælkomin og Óluvá Skaale, sum í 1974 skrivaði kókibókina Matur og Matgerð , setti festivalin. Tórshavnar Manskór framførdi vælvaldar sangir og Jóan Pauli Joensen helt røðu, har hann heilsaði fyrireikarunum, men sóknaðist eisini eftir einum verki, sum á vísundaligum støði lýsir matsiðir okkara. Jóan Pauli hevur júst givið út eina sera spennandi og snotuliga enska bók um grindadráp - Pilot Whaling in the Faroe Islands . Áhugaverdi vinkulin hjá Jóan Paula, tá hann tosar um grindadráp er tann púra einfaldi tankin um at fáa mat á borðið. Hetta setir fitta kvøðuljómasangin hjá M. C. Restorff um føroyingin, ið hevur hjallin á sjónum, í skarpari ljós. Eitt er at umsita rimaveggin, men har skal eis

Igulker smakkar væl

Birgir Enni opnar eitt igulker (Echinus esculentus) á borðinum hjá Tórshavnar Bátafelag. Skiparin á The Witch of Pungo fær eisini ein smakk (Myndir: Birgir Kruse, Unn Kruse, Jan Egil Kristiansen niðast) Inni í hølunum hjá Tórshavnar Bátafelagi bjóðar Birgir Enni feskt igulker, nú Matfestivalur er í býnum. Ein amerikumaður, sakførari í New York, royndi eisini The Sea Urchin . Sjálvur triði hevur hann siglt higar í seglbátinum The Witch of Pungo , sum er skrásettur í Newport á Rhode Island. Í løtuni liggur báturin í Vágsbotni, aftanvert Norðlýsið. Bátsfelagarnir standa í barrini hjá bátafelagnum og hava eins og sakførarin ongan hug at fara úr Føroyum aftur. Her er so gott at vera, siga teir og fáa eina 100 ára nál í bringuna. Helst verður báturin í Føroyum veturin yvir. Igulker hevur áhugaverdan konsistens, lit og smakk, sum henda dag er sjáldsama mildur. Ein køld øl afturvið er góð.

Klæði, ið skapa føroyingin

Frida Poulsen saman við fýra modellum í hennara spennandi og nýskapandi avrikum, ið leikandi lætt vísa til føroyska tjóðbúnan, serliga reyðu buksurnar við grefligu splittuni hjá manninum. Frida, sum er úr Havn, lesur í Milano. Niðri undir sæst avrikið hjá Joan Jastrid Simonsen og Sigrun Nolsøe. Eisini her eru leðurbuksurnar hjá manninum spennandi, serliga breiði lummin fyri framman. Niðast síggjast tær tríggjar djørvu kvinnurnar í dómarapanelinum, Anna, Katrin og Katrina. Tær hava sett nýggjan standard í listarligum kjaki og tað í eini grein, tekstildesign, sum ikki hevur verið møtt av kontantum listarligum krøvum áður og so aldrin hevur fingið peningaligan stuðul, hvørki almennan ella privatan (Myndir: Birgir Kruse) Púra óvæntað vóru tvær og ikki tríggjar virðislønir latnar, tá ein dómsnevnd fyri fullum húsum gjørdi úrskurð í kappingini Klæði, ið skapa føroyingin í Müllers Pakkhúsi í dag. Í drúgvari yvirskipaðari talu, grundgóvu dómararnir fyri hví eingin fyrsta virðisløn kundi latas

Nólsoyarmálarin

Ole Wich tók myndirnar, tá framsýningin um Nólsoyarmálaran lat upp á Látrinum í Nólsoy leygardagin. Ovast sæst Kinna Poulsen, listfrøðingur, greiða frá um Steffansmyndir í miðhøllini. Eins og øll onnur var ein kona úr bygdini hugtikin av málningunum. Ole Wich fangaði hana meðan hon gekk fram við og á ein surrealistiskan hátt gjørdist ein partur av málningunum hjá Steffani. Ein livandi løta í Nólsoy. Niðast beri eg fram heilsanina frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu. Til vinstru í myndini eru Emil Juul Thomsen, Erla Olsen og Kinna Poulsen (Myndir: Ole Wich) Leygardagin á ovastevnu varð framsýningin Nólsoyarmálarin latin upp á Látrinum í Nólsoy. Kinna Poulsen hevði valt út 17 málningar eftir Steffan Danielsen (1922-1976) - Nólsoyarmálaran. Málningarnir eru úr stóra savninum hjá Emil Juul Thomsen, sum býr í næstu húsum. Saman við John Dalsgarð ger Kinna bók um einastandandi og sjáldsama málaran úr Nólsoy. Bókin kemur út 24. september á forlagnum hjá Emil, Bókagarður. Borgarstjórin