Ein biltúrur í skýming á Oyggjarvegnum við The Reverends í fløguspælaranum verður hervið viðmæltur (Mynd: Birgir Kruse)
Country er annað enn dansibandtónleikur, fiólir og barmfagrar blondinir. Tað siga The Reverends í tíðindaskrivi, nú teir geva fløguna ”When You’re Done” út á plátufelagnum Tutl.
So satt, sum tað er sagt. Dansibandtónleikurin er um at taka lívið av countrytónleiki. Hóast hesa skørpu og ertandi eygleiðing, so velja The Reverends at byrja fløguna við einum floor filler av einum dansinummari, You Gotta Go, sum við gusto gongur beint inn í hvørja dansistovu í landinum. Serliga trummurnar eru fresandi stuttligar. Dansibandtónleikur, so tað syngur eftir í.
Kanska er countryútisetabólkurin The Reverends ein anakronisma, sum dyrkar mótsetningar og letur teg fáa júst tað, tú ikki væntaði. Hetta er fyrsta fløga teirra, pakkað við 10 heimagjørdum sangum við ljóði og stíli, vit ikki hava hoyrt áður. Hetta er norðurlendskt Americana.
Onnur skering Jim, Jack & Bud er hin besta, haldi eg. Eg havi sett meg í bilin og koyri norður eftir oyggj. Tað skýmir, hestar standa í brekkuni við Varðholuna, gæs liggja friðasælar við jaðaran og longur upp renna tríggjar myrkar harur um vegin. Steelgittarin hómast, nú hann hevur køvt av við mjørka, sum ikki lættir fyrr enn við Norðadalsskarð.
Í skýmingini er hetta rætta útsýnið til hesa fløgu. Rullandi eftir fjøllum gjøgnum føroyskan mjørka við Sneis sum ýti. Hetta er ein sjáldsom fløga, við nógvum dygdum. Serliga tá sangarin Niclas Thorsteinsson við djúpari og málandi – stundum growlandi – rødd fer at resitera í Jim, Jack & Bud. Ein moraliserandi ørvitisramsa, sum tikin úr filminum The Big Lebowski.
At koyra og verða á ferð, er afturvendandi tema. Fløguhúsin er klæddur við myndum, teir sjálvir hava tikið á ferð í bili gjøgnum USA. Framsíðan er mynd av indianarhúsum í South Dakota og allar myndirnar tykjast tiknar úr ferðandi bilinum.
Hetta er karmurin um stílin Americana. Ein tónleikaligur road movie, ein leitandi ferð at finna seg sjálvan, eydnuna, kvinnuna, ella bara barnsliga gleðin at gita, hvat býr handan næsta svingið, meðan vit koyra og aldri koma á mál. Málið er deyðin, ferðin er lívið. Og farleiðin er sjálvt meginnervalagið í modernaða samfelagnum, boygt og snarað í neon on the highway, the freeway, ella the interstate.
Mínir favorittar á hesum leiðum eru Son Volt og serliga fløgan Trace frá 1995. Samstundis havi eg altíð hildið at norðurlendski klassikarin er Grillbaren lukker nu hjá Røde Mor frá 1973. Men tað var innan Americana bleiv hevd og hip. Í dag munnu norðurlendsku nøvnini vera Henning Kvitnes í Noregi, Dallas Wayne í Finnlandi og Henning Stærk í Danmark. Í Svøríki eru fleiri nøvn, ið hava tikið the highway og Americana til sín. The Reverends kunnu stoltir skriva seg inn í hesa hevd.
Triðja skering Walking Backwards er ein Take It Easy-style sangur um leyv á heysti, við eini snaring til áðurnevndu Son Volt. Steelgittari er við og hoyrist júst tilpass.
Fjórða skering That Secret Moonshine Still er ein happy go lucky sangur, lættur og gjøgnumskygdur, sum ein lovsangur frá eini karismatiskari meinigheit, við eini fortíð hjá Frelsunarherinum. Bravo!
Fimtu skering My Great Escape var eg mest spentur uppá. Tí her spælir Niels Tuxen úr gomlu Savage Rose steelgittar. Sangurin skrivar seg týðuligani inn í áðurnevndu norðurlendsku hevd av Americana sangum. Stikkorðini eru highway, lights og lost. Sindur vatndeyvur, men kanska tí at hetta var sangurin, eg hevði væntað mær mest av.
Sætta skering Demolition er eitt væleydnað bland av grunge og einum farra av ófrættakendum Twin Peaks ljóði. Í løtum minnir frágerða røddin hjá Niclasi teirri hjá Warren Zevon sála, serliga tá hann sang um Roland the Headless Thompson Gunner. Ein praktfull ljóðmynd og ein klingandi sangrødd, sum við vendingini My Heart is The Open Sky letur upp fyri stórum myndum av heiðini.
Hallusinerandi í Hundsáarbotni havi eg hug at sitera Gram Parsons, mín all time favoritt eftir Hank Williams, sum í einum sangi sigur: Oh, Lord grant me Vison, Oh Lord grant me Speed. Júst hetta við visjónum on the highway er kjarnin í Americana. Ferðafilmur á fløgu.
Sjeynda skering er Plain to See. Nú vendi eg við Statoilstøðina í Kollfjarðardali og koyri suðuraftur, sama veg, eftir Oynni. Hetta er swamp rock við Stones-blandi og eini rúgvu av cowbell. Í so nógv, haldi eg.
Áttandi sangur Ride On startar við einum Rory Gallagher riffi, sum boðar frá ágangandi rokktónleiki. Og tá gongd er komin á er ljóðmyndin í botninum mest átøk Led Zeppelin og Dazed and Confused ella okkurt har á leið, við eitt sindur av countryljóði løgdum omaná. Samlokan larmar illa og far meg at ynskja eitt lagaligari ljóðbland, tí hetta er ov sterkt krydd til Oyggjarvegin í toku.
Níggjundi sangur Quiet Town er ein lagaliga melodiskur, men tó rættuliga samansettur sangur, sum kundi verið avleggari úr sangskránni hjá Little Feat. Við góðu røddini bjargar Niclas sanginum í endanum.
Tíggjundi og seinasti sangurin er ein reiðsangur, ið far meg at minnast á tveir sangir. Annar er sjálvandi Ghost Riders in the Sky, men hin er ein sangur hjá Mold, sum Niclas sang í einari av teim fyrstu Náttarravnssendingunum. Eg tók skúlameistarabrillurnar uppá og gav teimum hægsta støðumet fyri avrikið – 13. Eitt stuttligt minnið, nú eg aftur hoyri Niclas syngja av heiðini og við frálíku røddini mála stórar myndir eftir vegnum, sum aldri endar. The Road Goes On Forever.
Limirnir í The Reverends eru Niclas Thorsteinsson, sang, Janus Kampmann, gittar, Jens Virgar Jakobsen, gittar, Kristin Nolsøe Bech, bass og Rúni K. Mouritsen, trummur. Gestatónleikarar eru Niels Tuxen og Ole Bendix á steelgittar.
Fløgan fæst í Tutlbúðini á Gladehjørn. Set hana í fløguspælaran í bilinum og koyr eftir oynni ein dag við ivaveðri.