Skip to main content

Posts

Tónleikur millum hugna og vinnu

Eingin ivi um at tónleikararnarnir úr Nashville, sum spældu í Sjónleikarhúsinum í kvøld, er toppprofessionellir og hava tónleikin sum vinnuveg. Men samstundis er hugtakandi at síggja hvussu avslappaðir, lika til og lívsklókir teir eru. Hóast vit sum lurtaðu, kendu nøvnini heilt aftur til 70'ini frá óteljandi marknasteinum og milliónaseljarum, sum hava sett nýggjan standard innan teirra respektivu ljóðføri, so eru hetta heilt vanlig menniskju, sum hóast stjørnustatus ikki hava stjørnunykkur av nøkrum slagi. Og so kundi tú kenna eina ektaða spæligleði rulla oman av scenukantinum og út í salin. Og til endans vildu teir næstan ikki steðga at spæla undir myndini av Rasmusi Effersøe og áskriftini Til Gaman og álvara. Hetta var ein kveikjandi løta, nógv meir enn bara ein konsert.

Nummarskipanin í Nashville

Meðan Óli Poulsen spældi ein nýggjan sang á kassagittar, skrivaði John Hobbs lagið niður á eitt A4 ark eftir tí sokallaða Nashville Number System. Tá Óli varð liðugur og arkið hjá Hobbs varð fult, varð tað avritað og latið øllum áhoyrarum. So kom Eivør á pallin og sang nýggja sangin, meðan The Dream Team úr Nashville spældi undir. Ein fantastisk løta, at síggja inn í eitt upptøkuhøli, har øll tey professionellu arbeiða intenst við at fáa tað besta burturúr øllum liðum, sum skapa ein góðan sang.

Ein lærurík konsert

Tað var ein serstakliga lærurík konsert í Sjónleikarhúsinum í kvøld. Umframt teir tilkomnu og garvaðu sum Jákup og Hans Karl, vórðu eisini fleiri ungir tónleikarar, ið nýttu høvið at hitta The Dream Team úr Nashville. Brent Mason segði frá um gittarspæl, Paul Franklin um steelgittarin og John Hobbs avdúkaði snildi og tøkni í útsetingum.

Í teaturfoyérini

Í teaturfoyéruni í Sjónleikarhúsinum varð borðreitt við frukt, snacks og drekka eftir væleydnaða tónleikavinnudagin í sambandi við Nashville.Fo. Fólk nýttu høvið at skifta orð við amerikansku stjørnurnar og helst varð onkur spíri lagdur til framtíðar virksemi á hesum øki - í tónleikavinnuni. Spurningar vóru nógvir og kjakið gekk lívligt. Eisini millum orkesturleiðaran Edgar Struble og John Dahl, landstýrismann, sum setti tónleikavinnudagin.

Nashville í Sjónleikarhúsinum

Allir í The Nashville Dream Team, eisini kallað The A Team, á palli í Sjónleikarhúsinum í Havn. Frá vinstru síggjast David Hungate, Bryan Sutton, Paul Franklin, Brent Mason, Paul Leim og fremstur er John Hobbs. Myndina tók eg eftir at teir høvdu havt ljóðroynd á middegi í dag.

Gittarhetjur mitt í Havn

Brent Mason og David Hungate, niðanfyri. Heldur enn illbrýntur er hann djúpt konsentreraður á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Mason er millum fremstu og mest brúktu gittaristar yvirhøvur og bassleikarin Hungate er upprunalimur í Toto. Í mínari plátusamling fyllir hann nógv hjá Boz Scaggs. Og nú gongur hann í Havnargøtum.

Jákup og Paul Leim

Tveir vinmenn leggja saman ráð handan trummurnar innan tónleikavinnudagin í Sjónleikarhúsinum. Teir eru Jákup Zachariasen og Paul Leim.

Franklin á Hafnia

Her eta vit døgurða á Hotel Hafnia. Fremstur er Paul Franklin, helst heimsins kendasti steelgittarleikari. Aftanfyri sæst Petur Háberg Jacobsen. Omanfyri sæst Paul Franklin in action á pallinum í Sjónleikarhúsinum meðan ljóðroynd var á middegi í dag.