Meðan Óli Poulsen spældi ein nýggjan sang á kassagittar, skrivaði John Hobbs lagið niður á eitt A4 ark eftir tí sokallaða Nashville Number System. Tá Óli varð liðugur og arkið hjá Hobbs varð fult, varð tað avritað og latið øllum áhoyrarum. So kom Eivør á pallin og sang nýggja sangin, meðan The Dream Team úr Nashville spældi undir. Ein fantastisk løta, at síggja inn í eitt upptøkuhøli, har øll tey professionellu arbeiða intenst við at fáa tað besta burturúr øllum liðum, sum skapa ein góðan sang.