Skip to main content

Posts

Wanted: Norrøna Felagið í Føroyum

Ovast er flaggið, sum helst hevur myndað Kalmar Samgonguna í 1430. Fram til 2007 brúktu orknoyingar sama flagg. Niðri undir er David Reid avmyndaður við nýggja orknoyska flagginum umborða á Capella Endavour í Vágsbotni í juli 2008. Niðast er Anette Kreuger avmyndað á Idöborg í Stokkholmska skergarðinum í 1990. Flaggið gjørdi hon í einum arbeiðsbólki, sum skuldi lýsa Norðurlond í framtíðini(Myndir: Birgir Kruse) Undir polemiska heitinum "Hevur Norrøna Felagið nakran tilverurætt?" helt eg henda fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har Norrøna Felagið í Føroyum hevði boðið til temafund allan dagin: Norrøna Felagið í Føroyum (NFÍF) er eitt áhugafelag, sum varð stovnað í 1951 við tí endamáli at styðja og økja um norðurlendskt samstarv saman við norrønu feløgunum í hinum Norðurlondunum. Foreningene Nordens Forbund, ella Samband Norrøna Felaga, kalla vit hetta samstarvið. Til at røkka hesum máli stendur Norrøna Felagið fyri ymsum limatiltøkum og opnum tiltøkum, sum hesum, sum øll hav

Eina mynd um dagin

Statsraad Lehmkuhl í skarpari morgunsól í Havn. Tær tríggjar svartkløddu genturnar hesumegin stongda havnaportrið ætla sær kanska við. Men Ole Valle, niðast, er munin betri myndamaður enn eg. Meðan mín telefonmynd av honum ikki eydnaðist, so eydnaðist hansara av mær. Lærusetningurin má tí vera, aldri at brúka eina iPhone, uttan at kenna knappar og funkur. Vit mugu møtast aftur til eina felags mynd, Ole! (Myndir: Birgir Kruse og Ole Valle) Tað ljóðar sum ein resept frá læknanum. Eina mynd um dagin. - Síðani 1. januar í ár havi eg sett mær fyri at taka eina mynd um dagin, sigur Ole Valle, sum eg hitti á bryggjuni í dag. Okkara felags ørindi vóru at taka myndir av Statsraad Lehmkuhl , stoltu skútuni við tí undarliga navninum, sum júst hevði lagt at. Norðmenn er stoltir av seglskipinum, sum er ein trímastrað bark, smíða í Bremerhaven í Týsklandi í 1914 og sum norski ráðharrin Kristofer D. Lehmkuhl fekk til Bergens eftir fyrra verðaldarbardaga, har tað gjørdist skúlaskip, kanska heims

Fallin – og mikrofonin lá eftir

Nógvir líkleikar tykjast vera millum Brown og Nixon, tá teir síggjast í nærmynd í sjónvarpi. Henda miðlaskapta fíggindamynd er helst fremsta orsøk til at Brown letur hurðina aftur í Downing Street 10 fyri seinastu ferð Sosialurin, fjølmiðlavikan 5.-12. mai 2010: Jón Brian fekk ein flúgvandi start, nú hann kom aftur í útvarpið. Eftir dramatiska knívstungu og beinleiðis frásøgn úr rættarstrætinum, byrjaði tíðindavikan við at løgtingsins rættarnevndarformaður avdúkaði drál sum fyrisitingarligt prinsipp. Fyri opnari mikrofon. Tað var í málinum um at flyta persónsupplýsingar av landinum. Tó, spyrjarin var í floyalshandskum, so vit fingu ikki illgrunan staðfestan. Úti millum fólk er politisk líkasæla, sum bara miðlarnir kunnu vekja við áhaldandi grevsturi og djúptøknari boring. Without being boring, as in Brown. Bretski Brown fekk ein ordiligan leðrara hósdagin. Síðan David Frost hevði sjónvarpsprát við Nixon í 1977, hevur nærmyndin havt alt at siga. Her klárar Brown seg illa og tí má

Skemt um nýtt atlas

Skemtitekning hjá Óla P í Sosialinum Í Sosialinum mikudagin 5. mai 2010 vil skemtiteknarin Óli Petersen vera við, at nýtt føroyskt heimsatlas er komið. Lítið broytt, ógvuliga føroyskt og serliga lítið heimsligt, sigur hann. Eg havi so ikki sæð atlassið. So eg eri serliga spentur, tí mær er litið upp í hendur at ritsjórna komandi atlassinum, sum skal verða liðugt um tvey ár. Otto Leisner plagdi at siga, at einki er álvarsligari enn skemt. Dagsins skemtitekning avdúkar kanska, hvussu sterkir fordómarnir eru summstaðni í Føroyum, tá tað snýr seg um atlas, navna- og alheimsgerð. Spennandi ferð í føroysku undirverðina!

Eitt er kort at lesa...

Eitt upp-og-niður kort, avmyndað á redaksjónini hjá sjónvarpsøðini NTV í Russlandi í dag og eitt kort frá 1675, sum vísir vegin til Páradis í Edens gamla hava, á Garðavegi, millum eystur og vestur (Mynd: Birgir Kruse og frá Wikipedia) Eftir at fyrsta og higartil einasta føroyska heimsatlas hevur verið á marknaðinum í seytjan ár og er selt í 11.000 eintøkum, er gjørt av at gera nýtt atlas. So er at taka rætt 'bestikk', sum sjómenn plaga at siga. Og tá er stuttligt at síggja, hvussu onnur síggja okkum og verðina annars. Púra á høvdinum. Í Russlandi uppdagaði eg eitt upside-down kort, sum vísir allan heimin. Tað var inni á redaksjónini hjá NTV sjónvarpinum í Sankta Pætursborg. Sama varnaðist eg í Kalifornia, har tú kanst koyra eftir høvuðsvegi 1 (101), upp og niður, og fylgja við í kortinum, bæði fyri norður- og suðurgangandi. So slepst undan at standa á høvdinum, í hvussu er annan vegin, í bilinum. So vita vit tað. Og forniska kortið frá 1675 avdúkar, at nærlagdi korttekn

Heiður og æra til arbeiðið

ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk í Russlandi (Mynd: Birgir Kruse) Í dag er altjóða arbeiðaradagur. Fann eina mynd, sum eg tók í Russlandi herfyri. Myndin vísir eitt uppslag, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera skrúvur til hernaðarskip. Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russnevska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir , skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar ikki gott. Uppslagið á myndini er fleiri húsahæddir í stødd. Á gamalsovjettiskan hátt verður sagt: ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ. Dagsins russiski arbeiðari yppir øksl og smírist at fornisku boðunum, ið minna øll á farnar tíðir. Altjóða arbeiðaradagin havi eg til stuttleika brúkt russiska knappaborðið og sett fremmandu stavirnar inn í Google umsetaran, sum er á netinum hjá øllum at brúka. Føroyskt eigur ikki innivist, so tann umseting

Várið kallar

Gutti slær grasið í Tórsbyrgi, soleiðis sum hann trúfast hevur gjørt í áratíggju. Bjarnvarður hyggur at og sama ger Floy, sum tykist vilja hava eitt orð innført, nú hann várar og eitt ár er liðið síðan sligið varð (Myndir Birgir Kruse) Tá sláimaskinan hoyrist, er várið komið í Tórsbyrgi. Á nett sama degi sum í fjør, 29. apríl, sló Gutti Joensen aftur í ár fyrsta grasið á felagsøkinum. Hann býr í nummar 30 og hevur øll árini havt eitt vakið eygað við bøinum, ið nú er sum ein golfvøllur, mjúkur og snøggur, so tú aftur kanst leggja hond á lendið og hoyra várið kalla. Summardáarnir eru farnir at spretta og Bjarnvarður í nummar 31 er skjótur at henta, so hvørt teir spjaða seg. Í meðan situr Floy og eygleiðir við vaknum bráði, sum vil hann viðmerkja alt, ið fer fram, nú hann várar. Soleiðis hevur alt á heimrustini sítt pláss. Eisini í Tórsbyrgi.

At drepa dýr í loyndum

'The Cove' vann ein Oscar í ár sum besti heimildarfilmur við spælifilmslongd  Ein mynd sigur meir enn túsund orð. Tað vóru vit sannførd um, tá eitt lamb við avskornum beini varð víst á Vágaportalinum og seinni í Degi og Viku. Somu sannkenning kom Oscardómsnevndin til fyrr í ár, tá Flipper varð dripin í Taiji víkini í Japan. Og helst er munurin eingin, tá góðvarin ferðafólk renna seg í eitt føroyskt grindadráp og avmynda tað heila. Myndin og blóðið siga alt. "Býarmentanin vil ikki at vit skulu drepa krýatúr. Tað er so nógv nemmari at fara í frystaran í SMS ella Keypsamtøkuni eftir kjøti. Okur liva í eini aðrari verð", sigur bóndin av Tvøroyri í eini heilsan til Havnar og bedýrar fyri tjóðini, at hann skar ikki beinið av lambinum, hvat myndin so sigur. Havnanykkur Havnanykkur hevur onkur nevnt tað, tá vit eru erkvisin um eitthvørt á bygd. Eg havi ikki skil fyri bóndalívi og skurði, men síggi tær myndir, ið verða brúktar at formidla okkum ein veru