Nógvir líkleikar tykjast vera millum Brown og Nixon, tá teir síggjast í nærmynd í sjónvarpi. Henda miðlaskapta fíggindamynd er helst fremsta orsøk til at Brown letur hurðina aftur í Downing Street 10 fyri seinastu ferð
Sosialurin, fjølmiðlavikan 5.-12. mai 2010:
Jón Brian fekk ein flúgvandi start, nú hann kom aftur í útvarpið. Eftir dramatiska knívstungu og beinleiðis frásøgn úr rættarstrætinum, byrjaði tíðindavikan við at løgtingsins rættarnevndarformaður avdúkaði drál sum fyrisitingarligt prinsipp. Fyri opnari mikrofon. Tað var í málinum um at flyta persónsupplýsingar av landinum. Tó, spyrjarin var í floyalshandskum, so vit fingu ikki illgrunan staðfestan.
Úti millum fólk er politisk líkasæla, sum bara miðlarnir kunnu vekja við áhaldandi grevsturi og djúptøknari boring. Without being boring, as in Brown.
Bretski Brown fekk ein ordiligan leðrara hósdagin. Síðan David Frost hevði sjónvarpsprát við Nixon í 1977, hevur nærmyndin havt alt at siga. Her klárar Brown seg illa og tí mátti tað henda. Ein íðin, nærlagdur skotskur prestasonur, sum gjørdist ársins duksur og mundi mist sjónina í fólksligum fótbólti, hann skal niður við nakkanum. Tað er tað, vit hava pressuna til.
Fyrsta fyrijáttan um fall Browns kom, tá pressan lýsti hann sum Stalinistiskan leiðara, og Jeremy Clarkson í Top Gear kallaði hann ”a one-eyed Scottish idiot”. Og so krúnan á verkið. Tráðleysa mikrofonin hjá Sky, sum lá eftir, tá Brown í privata, men alment rindaða ministarabilinum segði sína hjartans meining um eina bigoted konu, sum alt hennara lív hevði atkvøtt fyri Arbeiðaraflokkinum. Ongin slókti og fallið er fullkomið. Og pressan hevur vunnið eitt scoop av teim sjáldsamastu.
Tá saman um kemur hevur Brown ikki sagt annað, enn at ein kona, sum er farin at keypa morgunbreyð, er snævurskygd, nú hann møtti henni á gøtuni og hon fór at tosa um fremmandafólk, sum kom hon úr National Front. Jamen, hevði hann ikki rætt?
Spell, at Kringvarpið ikki sendi beinleiðis frá bretska valinum og brúkti føroyskar viðmerkjarar. Tað er sum við fótbóltinum. Aftaná er alt ov seint. Katrin Petersen gjørdi tó eina nýskapandi roynd við Skype. Frá at hava gjørt allar feilir, ið hugsast kunnu í einari og somu sending, hava Katrin og hennara lið, lyft Dag og Viku upp á eitt javnt høgt og seriøst støði, so vit aftur kunnu tosa um eitt flaggskip í føroyskum miðlum.
Staðfest varð í farnu tíðindaviku at vit av órøttum verða kravd eftir 14% meiri enn fólk í øðrum londum, tá vit fara til handils. Spell, at eingin miðil nýtir høvið at gera ein brúkaratátt í heimsins, helst, veikasta brúkaralandi. Umboðsmaðurin og Kappingareftirlitið gera eitt gott arbeiði, men eingin annar enn miðlarnir kunnu skapa kjak um hesi viðurskifti.
At fótbóltur er bigoted og dyrkar eina savningarmentan úr steinøld, er ikki nakað nýtt. Nú vit aftur fingu staðfest rasismu í føroyskum fótbólti, er enn einaferð orsøk at spyrja, hví fótbóltur fyllir og larmar so nógv í miðlunum.
Men størsta offrið hesa tíðindavikuna var knívstingarin. Tað er eingin, ið sum Randi Jacobsen, Høgni Djurhuus og nú eisini Finn Jensen kunnu seta okkum inn í støðuna hjá teimum, ið verða rakt av ómegd og taka sær óráð fyri í okkara samfelag. Á hin bógvin var Finn Ougaard størsta hetjan. Ikki bara stungin varafúti, men eitt menniskja úr kjøti og blóði, borið fram fyri almenningin av Finni Jensen í Degi og Viku. Í allari elendigheit fær løtan bíbilskar dimensjónir og kenst sum eitt ekkó úr Godspell og Matteus 7,12. Takk fyri tað, Finnur!
Birgir Kruse
birk@email.fo