Skip to main content

Posts

Fólk á Heystframsýningini 2010

Nógv fólk kom til fernisering í Listahøllini á Skipasmiðjuni í dag, har 14 listafólk sýndu fram 111 verk. Tað eru Tórbjørn Olsen og Andrias Andreassen, ið hava skipað framsýningina, sum eg haldi vera stramma og ymiskliga. Listafólkini hava sjálvi hongt upp. Teir báðir, Tórbjørn og Andrias, tóku ímóti í durinum, við Esther hjá Olivuri í baksýni. Heðin M. Klein setti framsýningina við yrking, hann hevði skrivað til høvið. Síðani lósu Carl Jóhan Jensen og íslendski Einar Már Guðmundsson, sum vitjar her í sambandi við íslendskt mentanartiltak í Norðurlandahúsinum og Sjónleikarhúsinum. Millum tey vitjandi vóru Kinna Poulsen og Inger Smærup, sum ummæla myndlist og eisini reka hin virkna Listabloggin. Jón Magnus Joensen, sum skrivar kristnibøkur, fekk eg at posera millum Pièta og Getsemane. Og sum krúnan á verkið eydnaðist mær, eins og Fríðu Brekku, at koma á eina mynd saman við Ebbu Hentze, sum fyllir runt í dag. Til lukku!

Tríggir varðar spæla út

Robert Plant, Eric Clapton og Neil Young eru á heystmarknaðinum (pressumyndir) Hesa ársins tíð fyllast handilshillar við fløgum og bókum. Hetta er heystið eftir langa summarið, nú handilshátíðin, halgu jólini, standa fyri durum. Havi heft meg við tríggjar varðar á mínari leið, Robert Plant, Eric Clapton og Neil Young, sum allir geva út nýggjar fløgur í hesum døgum. Í dag eru 30 ár síðani John Bonham doyði. Sonurin hevur spælt trummur og nógvar ætlanir hava verið um aftur at savna Led Zeppelin. Men onkuntið er tað lukkan ikki at fáa tað, ein ynskir sær. Heldur enn at savna Led Zeppelin, er Robert Plant (f.1948) farin eftir gamla orkesturnavninum Band of Joy , sum um Led Zeppelin aldri var til. Haldi, hetta er besta Led Zeppelin reunion, ein kann hugsa sær. Eingin afturhorvandi nostalgi, men nýskapan, sum hvílir í sær sjálvum. Bretski Plant hevur aftur verið í Nashville og sett saman eina fragdarfløgu. Ikki so country sum Raising Sand , heldur psykedelisk, so, sum Led Zeppelin

Árbøkur um film - beint í postkassan!

Nýggju filmbøkurnar hjá Time Out og Leonard Maltin framman fyri Trap Danmark frá 1929. Enn er pappírsbókin ikki hótt. Dømi um ummæli av filminum Brief Encounter í bókini hjá Leonard Maltin og Time Out, og niðast í gomlu íslendsku Kvikmyndahandbókini. Klikk á myndina og les nærri (Myndir: Birgir Kruse) So eru árbøkurnar aftur yvir okkum. Fyri mín part, verða filmsbøkurnar skiftar út í hesum døgum. Hóast Internet Movie Database , so haldi eg meg til bøkur úr pappíri. Ikki tí, tær finnast neyvan í føroyskum bókahandlum, men eru lættar og ódýrar at fáa frá Amazon , alt í einum klikki á heimatelduni. Tollararnir hjá Posta eru ikki so tvørligir sum fyrr, so ein bóka- ella fløgupakki frá Amazon verður borðin beint í postkassan heima. Tað er jú tað, eg rindi fyri, tá bílagt verður á internetinum. Fyrr varð neyðugt at fara heimanífrá, standa skúlarætt framman fyri tollarum á posthúsinum, greiða frá hvat hetta var og hví tú skuldi halda, at tú hevði rætt at fáa henda smápakka toll- og avg

Heystframsýningin 2010

Leygardagin 25. september kl 16:00 fer Heðin M. Klein, rithøvundur, at seta sættu Heystframsýningina við nýggjari og spennandi føroyskari myndlist í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Dagin eftir kl 17:00 verður Heystkonsert á sama staði við Aldubáruni. Tey sum sýna fram eru eftir bókstavaraðnum: Andrias Andreassen, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Hjördis Haack, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson, Tróndur Patursson og Tummas Jákup Thomsen, sum hevur gjørt innbjóðandi myndina við flúgvandi borðiskum, ella leskiligum gummibommum, yvir grønu Føroyum, sum sæst omanfyri. Umframt Heðin M. Klein, fara Carl Jóhan Jensen og íslendski Einar Már Guðmundsson at lesa hvør sína yrking. Eri so púra samdur við Inger Smærup, tá hon á Listablogginum  http://listinblog.blogspot.com/ sigur, at Heystframsýningin hevur ein týdningarmiklan leiklut á føroyska listapallinum: - Saman við øðru

Skúlafelagar møtast

Leygardagin møttust vit gomlu skúlafelagar í Havn. Hesa ferð var yvirskriftin kanska, sum skuldi endurspeglast í borðtalu aftur við døgurðanum og tónleikinum seinni um kvøldið. Vit møttust við Bowlinghøllina uppi á Hálsi og fingu ein vælkomstsnaps úr gotlendska silikonuglasinum. Hans vann kappingina og í góðveðrinum gingu vit oman í Plantasjuna, har vit settust á ein bonk aftanfyri Hvíldarheimið at eta turran fisk, epli og spik frá Gunnduri Fossdal. Síðani førdi skráin okkum oman gjøgnum býin og út á Skálatrøð, har Jan Andersson og Fríða Brekku vístu okkum grafiska verkstaðin, framsýningina við Peter Carlsen og greiddu frá um tøknina handan steinprent. Eisini sluppa vit at svinga gomlu pressuna, sum er frá 1877. Henda dag vóru fjøruti ár síðani Jimi Hendrix doyði, 27 ára gamal. Undir Gráasteini hevði Jóhan Petur savnað allar upptøkur, sum til eru við Hendrix og vit hoyrdu fýra stillar til dagin og vegin. So varð farið út til Hans á Norðasta Horni, har hann og Martin spældu Shadowsløg,

Viðareiðismálarin í Listaskálanum

Arnold Vegghamar signerar nýggju bókina, sum Bodil Varming hevur skrivað. Millum mongu gestirnar var Amariel Norðoy. Niðri undir eru nakrir málningar avmyndaðir (Myndir: Birgir Kruse) Í dag lat upp myndlistaframsýning við málningum hjá Arnoldi Vegghamar (f.1937). Hann er av Viðareiði og systkinabarnið, Líggjas í Bø, setti framsýningina við eini sjáldsama góðari røðu. Alment hevur hann ikki latið hoyrt frá sær síðani yrkingasavnið Til Lívið  í 1964. Røðarin nevndi Mikinesmálaran, Nólsoyarmálaran, Mikladalsmálaran - og Viðareiðismálaran, sum hann mest sum í spølni kallaði Arnold Vegghamar. Í hugfarsligu røðuni, har greitt varð frá um lívsleið listarmansins og útbúgving hansara sum gullsmiður, var eisini rúm fyri hvøssum atfinningum. Nýggj bók um Arnold Vegghamar, sum Bodil Varming hevur skrivað á donskum, varð løgd fram. - Men føroyska týðingin ber álvarslig brek, segði sáttligi røðarin og krossfesti føroysku týðingina. Eg trúi ikki mínum egnu oyrum, at ein røðari í almenna rúminum dit

Kanska, í morgin...

Martin tók myndina av Hansi og mær í kjallarakamarinum í 1973. Tað árið keyptu vit allir Zundapp knallert frá Thomas Dam og Mamiya Sekor speglrefleks frá Bambus (Mynd: Martin Jacobsen) Í morgin møtast vit gomlu floksfelagar aftur. Fjøruti ár eftir at Hendrix fór av verðini og hundráð ár síðani Kili loysti frá Spania og bleiv sjálvstøðug tjóð. Báðar markeringar síggjast aftur í skránni, tá vit møtast í morgin og leggja lok á dagin við heitinum Säg inte nej säg kanske kanske kanske...

Fjúrtandi, fullveldi og førleiki

Eftir arbeiðstíð í dag høvdu 25000 fólk atkvøtt á Portalinum, hvørt tey ynsktu loysing ella ikki. Allarflestu taka undir við loysing. So siga tolnu tølini. 64 ár eru liðini, síðani fólkaatkvøðan varð hildin 14. september 1946. Á Facebook eru sjálvandi heilsanir, sum vísa til nærum eins søguliga Beatlessangin When I’m 64, sum nú man ver farin á ellisheim. Og mangt bendir á, at fólkaatkvøðan og kjakið kring hana, er farin eins langt inn á ellisheimið. Men nakrir glottar hómast í dag. Í oddagrein í Dimmalætting sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag: "14. september er ein dagur, tá ið vit eiga at minna okkum á, hvussu langt vit eru komin politiskt og samfelagsligt. Vit eiga eisini at minna okkum á, at hvør einstakur og hvør einstøk hevur fulla ábyrgd av sínum gerðum. Tað eigur eingin at vera omanfyri, sum í seinasta enda sigur ja ella nei. Vit mugu taka avgerðir og ábyrgd." Á Vágaportalinum sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag: "Tað er mangt, ið bendir á, at í

Tá sól er sett her

Í bili til Eiðis at fylgja Símuni Jóhan Wolles til gravar. Niðri undir sæst 3. real í 1975. Jóhan er triði í aftastu røð og eg hin fjórði, frá vinstru. Jóhanna Oluffa, dóttir Símun Jóhan, er onnur frá vinstru í fremstu røð (Mynd: Birgir og Skolefoto) Eins og fólk flest á Facebook, so ger eisini landsverkfrøðingurin status í hesum døgum. Status fyri mín leygardag er felags rudding í Tórsbyrgi, Rót og Rútma í Útvarpinum, jarðarferð í gomlu heimbygdini, Eiði og so føðingardagur um kvøldið. Lánt frá Ulf Lundell kunnu vit siga at tíðin gongur, og vit við henni; skjótt fellir kavin, og vit við honum. Í góðveðrinum fór Símun Jóhan Wolles til gravar í dag, 77 ára gamal. Jarðarferðin var úr Mizpa á Eiði, har Símun Jóhan alt lívið hevði prædika og livandi manað fram føroyskar lívsmyndir úr Halgubók fyri børnum og vaksnum. Og í kjallaranum smíðaði hann bátar og niðanfyri, í Miklagarði, livdu hann og familjan. Har vísti hann mær einaferð plátuna Tá sól er sett her , sum Gudmundur Gudmundsson s

Den store udfoldelse er aldrig for sen

Bárður Jákupsson á nevndarfundi í Steinbrá við Politiken framman fyri sær (Mynd: Birgir Kruse) Listaritstjórin í Politiken, Peter Michael Hornung, hevur um dagarnar stóra grein um Bárð Jákupsson, sum sýnir fram hálvthudrað verk í Skovhuset ved Søndersø, Ballerupvej 60 í Værløse. Framsýningin Uden titel er opin hvønn dag kl 11-17, fram til 19. september. Eg møtti Bárði í Steinprenti í dag og nýtti høvið at avmynda hann við blaðnum framman fyri sær. Yvirskriftin Den store udfoldelse er aldrig for sen sigur nógv, kennir tú Bárð. Hann leggur nógv fyri dagin og hevur aldri spart seg. Men sanni listamaðurin er altíð ávegis, altíð í gongd. Soleiðis kenni eg Bárð. Niðanfyri havi eg loyvt mær taka nøkur kut úr grenini: Hvor mærkeligt det end kan lyde om en maler, der nærmer sig pensionsalderen, så er Bárdur Jákupsson på vej. Han maler, som om det at male umiddelbart og nærmest ustandselig er noget, han først for nylig har fået mulighed for at gøre. Det har givet hans maleri en selvsi

Nightwatch eftir Rembrandt í 1642

Walisiski leikstjórin Peter Greenaway framman fyri málningi Rembrandts, sum gevur filminum navn. Niðri undir sæst atgongumerkið til filmin, sum Fríða Brekku hevur gjørt á Steinprenti Í samstarvi við Norðoya Sparikassa vísir Steinbrá listafólkafilmar í intima biografinum í Miðlon í Havn. Fyrsti filmurin var um Vincent van Gogh (1853-1890) og annar filmurin í røðini er “Nightwatching”, sum er um Rembrandt (1606-1669) og málningin við sama navni. "Nightwatching" verður sýndur hósdagin 16. september 2010 kl. 17:30. Meðan fyrri filmurin fylgdi ævi van Goghs, er hesin filmurin eksperimenterandi og avbjóðandi, bæði í stíli og innihaldi. Peter Greenaway (f. 1942) hevur gjørt filmin, sum er ein røð av pallsetingum kring málningin “The Night Watch” í 1642. Rembrandt arbeiðir við fólkum, sum sita fyri, meðan valdsharrar bróta seg inn á pallin. - Bygdi málningurin “The Night Watch” á eitt brotsverk? Listamaðurin hugsar og leikarar venda sær beint til áskoðaran, og tosið gon

I only paint what I feel

Peter Carlsen í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram prent og keramikk í september. Ja, og so undirritaði sjálvur in action, fangaður av Fríðu Brekku (Myndir: Birgir Kruse og Fríða Brekku) Danski listamaðurin Peter Carlsen (f. 1955) lat í dag upp framsýning við prenti og glasaðum steintoyi undir heitinum I only paint what I feel. Fyrsta, ein leggur til merkis, er tey stuttligu heitini. Villy på Færøerne, Nudistvilly og Integrationsvilly. Og so røðin Kunstneren som barn. Mestu umrøðuna í almenna rúminum, man steinprentið Danmark i krig hava fingið. Myndaevnið er Anders Fogh Rasmussen, sum hevur fingið eitt reytt málingablikk oman yvir seg. Tað hendi á Christiansborg og varpaði ljós á donsku luttøkuna í afganska krígnum. Henda ertandi konkretisma liggur undir, ella hongur uppi við fleiri av verkum Carlsens, sum eisini spretta úr teknirøðum og dreingjabókum í 50'unum og seinni. Fryntligi listamaðurin upplýsti eisini at foreldrini høvdu ein amboðshandil niðast í Smedelundsga