Eftir arbeiðstíð í dag høvdu 25000 fólk atkvøtt á Portalinum, hvørt tey ynsktu loysing ella ikki. Allarflestu taka undir við loysing. So siga tolnu tølini.
64 ár eru liðini, síðani fólkaatkvøðan varð hildin 14. september 1946. Á Facebook eru sjálvandi heilsanir, sum vísa til nærum eins søguliga Beatlessangin When I’m 64, sum nú man ver farin á ellisheim. Og mangt bendir á, at fólkaatkvøðan og kjakið kring hana, er farin eins langt inn á ellisheimið. Men nakrir glottar hómast í dag.
Í oddagrein í Dimmalætting sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag:
"14. september er ein dagur, tá ið vit eiga at minna okkum á, hvussu langt vit eru komin politiskt og samfelagsligt. Vit eiga eisini at minna okkum á, at hvør einstakur og hvør einstøk hevur fulla ábyrgd av sínum gerðum. Tað eigur eingin at vera omanfyri, sum í seinasta enda sigur ja ella nei. Vit mugu taka avgerðir og ábyrgd."
Á Vágaportalinum sigur ónevndur høvundur soleiðis í dag:
"Tað er mangt, ið bendir á, at í ár er longsta glopp nakrantíð millum fólksins vilja og politiska førleikan at seta fullveldi á dagsskrá."