Skip to main content

Posts

Skuggar millum skúrar

Myndir úr Havn í dag. Vestara bryggja, við bátinum Tinganesi til vinstru og samnevndu skrivstovunum til høgru. Síðani sæst Viðarnes og oljutangarnir hjá Effo, økið úti undir Bakka og Tinganes mitt fyri, Havnin í setandi sól, sædd av Hamrinum á Argjum, og at enda seinastu middagssólstrálur yvir Tórsbyrgi og Lágargarð (Myndir: Birgir Kruse) Hóast farið er um stytsta dag, ið rakti bæði sólstøður og mánamyrking, er fyrrapartsskuggin langur millum egningarskúrarnar á Ískajuni á Vestaru bryggju í Havn. Men vit hava tikið fyrsta stig móti ljósari tíðum. Sálmar og sangir um sólir, ið firnast og skuggar, ið leingjast, verða ekkó úr farnum døgum. Tað er sum hjá pílagríminum, ið Magna Carta syngja um á mínari fjøruti ára gomlu LP-plátu, ið ber plátumerkið Vertigo, sum tá tað melur, gongur í seg sjálvt. Plátugrímurin vendir árinum bakið, horvar á ljósaru síðuna, sum hóast nýggj, er gomul, eins og plátan, ið melur í somu foyru. Hvat er tað ikki gott at spæla eina gamla plátu.

At tendra ljós í myrkri

Bjarni Prior, lærari á Tekniska Skúla í Havn, greiðir frá um verkætlanina í Rumenia. Á niðaru myndin síggjast næmingar og lærarar til arbeiðis í Rumenia: aftast til vinstru: Gunnar, Anton, Tummas Marni, Tummas Albert, Torvald, Hans Óli, Tommy, Rói, Heri, Bjarni og Benny. Í fremru røð eru Høgni, Martin, Rói og Allan Upplýsing er lyklaorðið á heimsins skúlum, bæði í Føroyum og Rumenia. Vit eru í ársins myrkastu tíð, men skjótt verður stytsti dagur og so er aftur ljósari. Myrkastu tilveru í Evropa hevur rómafólkið í Eysturevropa. Flestu teirra búgva í Rumenia. Tíggju næmingar av Tekniska skúla í Havn brúktu tíggju dagar í mars at smíða og leggja vatn inn hjá vesælum rómahúskjum í bygdini Spantau við Donauánna, dygst við Bulgarska markið, har suðri í Rumenia. Birgir Kruse, Dimmalætting 21. desember 2010 Lærlingar á fimta stigi á maskindeildini skuldu røkka teirra fakligu krøvum á ein annarleiðis hátt. Tað hevði lærarin Bjarni Prior sett sær fyri, tá lærlingarnir og tríggir lærarar, B

Loftfim vøra í fólksins tænastu

Greinahøvundurin á brandskeiði við Oyggjarvegin í Havn, har uppgávan var at sløkkja eitt brennandi sjónvarp (Myndir: Gundur Mortensen) Starvsblaðið desember 2010: Eftir ársskiftið fer Føroya fyrsti public service-sáttmáli at virka. Sáttmálin skal leggja lunnar undir eitt Kringvarp, sum virkar í fólksins tænastu, er fíggjað við almennum pengum og óheft av handilsligum áhugamálum Birgir Kruse birk@email.fo Sagt verður ofta í spølni, at einki er sum kríggj og porno. Umframt at tey seta nýggj og óvæntað krøv, fáa tey nýggjan pening at rulla og elva púra óforvarandi til úrslit, eingin visti um. Marknaðarkreftir, kalla tey slíkt. Ótamdar marknaðarkreftir. Millum tey mongu jaligu úrslitini í kjalarvørrinum av hesum báðum óunnuligu tættum, kríggi og porno, kunnu nevnast transistorurin, sum trokaði gomlu rørini av marknaðinum, kvinnurnar, sum fóru út at arbeiða í kúlu- og bumbuídnaðinum og elvdu til at ungdómurin bleiv heimleysur og fann seg sjálvan aftur í nýggjum miðlum, og at sat

Stuttfilmskvøld

Klassiska skuggamyndin, sum í amerikanska filminum Casablanca og donsku sjónvarpssendingini Bogart, bjóðaði til føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum í kvøld, har eg hevði loyst billett til stólin L21 (Myndir: Birgir Kruse) Í kvøld var føroyskt stuttfilmskvøld í Norðurlandahúsinum. Sýndir vóru sjey nýggir stuttfilmar í hesi røð: Magma, Stev, Sigarett, Toilettet, Køkkenet, Mens bladene falder og Passasjeren . Hóast øll upphavsfólkini, Marianna Mørkøre, Rannva Káradóttir, Andrias Høgenni, Heiðrikur á Heygum, Katrin Ottarsdóttir og Sakaris Stórá, eru føroysk, vóru bara tveir av filmunum, ið høvdu føroyska talu. Mest avbjóðandi filmurin, bæði tá umræður estetikk og søgu, var hin fyrsti, Magma . Í óvanliga stuttorðaðu skránni hjá Norðurlandahúsinum ber filmurin undirheitið Eksperimenterandi stuttfilmur . Filmurin er greitt surrealistiskur og leiðir tankarnar aftur til Luis Buñuel og Salvador Dali, tá teir í 1929 gjørdu stuttfilmin Andalusiski Hundurin . Filmurin hevur ikki vanliga s

Listin 2010

Kinna Poulsen við nýggju bókini Listin 2010. Inger Smærup avmynda á Heystframsýningini fyrr í ár. Carl Jóhan Jensen við ørkum úr Skjaldraveldinum. Bárður Jákupsson, Sakaris Stóra og Kinna Poulsen. Bárður hugsunarsamur við Listabókini (Myndir: Birgir Kruse) Eitt gosfjall av upplivingum. Soleiðis plagdu tey at selja ferðir til íslendska høvuðsstaðin. Í dag hóskaðu orðin til Havnina. Hvørt hús í miðbýnum er opið, mangt er at síggja og meir at keypa. Rabarbuglas í Bajanstovu, Brylcreme hjá Katrinu og ullavørur hjá Andriasi í Vágsbotni, har italska gólvið enn er líka spennandi at traðka á. Úti á Skálatrøð, í hølunum hjá Steinprenti, løgdu John Dalsgarð, Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen fram bókina Listin 2010. Bókin byggir á tekstir, sum hava verið á blogginum Listin  í ár. Eg havi áður sagt mína meining um blogg og prent, til dømis í tekstinum Kann mann blogga uttan blogg 2. juli í ár. Tí hevði eg mínar betonkiligheitir við hesari bók, sum endurprentaði tekstir úr einum

Patriarkurin

Hanus G. Johansen er patriarkurin í føroyskum tónleiki á plátu. Niðast er perman á nýggju fløguni "Hørpuspælarin", ið var karmur um konsertina í Norðurlandahúsinum í kvøld Á blogginum um dagarnar nevndi eg Martin Joensen plátumeistaran . Skal eitt einstakt heiti heftast á Hanus G. Johansen, so er tað patriarkurin . Hanus er ein patriarkur, ikki bara í útsjónd og pallstíli, men eisini tá hann tónsetur Pól F., og speglar hansara skaldskap, ið streymar til okkara - hástemtur, og í glógvandi løtum nøtrandi djevulskur, afturvið vælskipaðum smátónum, onkuntíð sum Cohen, onkuntíð sum Pink Floyd, onkuntíð sum ein hamrandi Leon Russel og at enda við eini gittarsymfoni, sum var tað Grieg uppá speed. Men mest sum Hanus, patriarkurin, ið syngur Pól F. Sangskráin var úr nýggju fløguni, Hørpuspælarin , ið kom út 18. november, sum er føðingardagur hjá Pól F. Mikael Blak hevur framleitt og Jónas Bloch Danielsen tikið upp og ljóðblandað. Tað var ein fragd at hoyra fylgispælið, sum lu

Gev mær eina uppliving!

Næmingar av fýra deildum á Tekniska skúla í Havn bygdu og reistu jólabýin heysthálvuna í 2008. Síðani síggjast seks av teim átjan næmingunum av Træ- og El-deildini á Tekniska skúla í Havn, sum bygdu sláturhúsið í Dímun, aftast frá vinstru: Gudmund Nordbúð, Jógvan Rói Davidsen, Bárður Johannesen og Andrias Jacobsen, lærari. Fremst frá vinstru: Hjalti Olsen, Helga Guttesen og Tróndur Fríði Tróndarson Magni á Lakjuni, økisleiðiari, við talvuna á skrivstovuni á Tekniska skúla, har verkætlanir verða samskipaðar. Jógvan Rói Davidsen var SIT-næmingur á Tekniska skúla í Havn, tá tey bygdu jólabýin og sláturhúsið í Dímun. Nú er hann í læru sum timburmaður hjá Húsavarðatænastuni í Havn. (Myndir: Páll Árni A. Berg) Á verkstaðnum arbeiða næmingarnir uppá ein bil. “Rætt mær skiftilykilin,” sigur eini næmingurin við hin. “Her,” er svarið. “Og oljuna,” sigur ein annar. “Rætt mær so eina uppliving,” sigur triði næmingurin, sum stendur undur bilinum og starir eftir oljustráluni, ið rennur burtur.

Fýra ferðir fýra

Undir heitinum Fýra ferðir fýra møttust vit gomlu skúlafelagar, Martin, Hans, Jóhan Petur og eg, úti hjá Hansi á Norðasta horni. Tað gera vit aldri uttan skrá. Fýrakantaða heitið skuldi takast bókstaviliga. Alt skal ganga upp í fýra og hava ein kant, bæði borðtalur og spurnarkapping. Fyri ikki um at tala kantutu flatarnir hjá Fridu Zachariasen. Men avfall á vetri er ikki gott fyri blits og myndatól. Tað er sjón fyri søgn, sum sæst ovast. Myndin er tikin uttanfyri Bowlinghøllina á Hálsi, sum er einsti rundleitti partur á skránni, kúlurnar altso. Ikki nýgivnu kærleikskúlurnar, men tær marglittu bowlingkúlurnar, hjá hugfarsligu fyrimyndini - Lebowski. Meðan hann kavaði av møkum, borðreiddi Hans við turrum fiski, nýkókaðum eplum og spiki frá Jóhan Peturi. Um kvøldið, eftir bowling, gongutúr og ølsmakking, gjørdi Hans døgurða, ið smakkaði so væl, at bara forrætturin bleiv avmyndaður. Avtalaðu borðrøðurnar høvdu so hvassan kant, at ilt var at lata vera við at blanda seg uppí, heilt f

Jesus Christ Superstar - ein aðalroynd fyri skúladepilin

Eitt-tvey-trý, so hava næmingarnir á Tekniska skúla reist Jesu kross á pallinum í Norðurlandahúsinum. Leila av Reyni, lærari, letur Judas í gula vestin. Aftanfyri sæst ein partur av stóru klædnagoymsluni, sum Stíl- og Sniðdeildin hevur seymað til leikin. - Hetta er ein víðskygd og djørv byggiverkætlan, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri, frammanfyri tekning av Skúladeplinum við Marknagil  (Myndir: Páll Árni A. Berg) At skapa samband millum hendur og heila er størsta avbjóðing í nútíðar skúlaskapi. Henda avbjóðingin slapp at standa sína roynd, tá næmingar á Tekniska skúla í Tórshavn frá skúlaársbyrjan fingu til uppávu at krossfesta Jesus, heingja Judas, smíða og sveisa, smyrja og frisera, og lata hvønn leikara í hóskandi búna í rokkuta sangleikinum Jesus Christ Superstar. Ein aðalroynd Sangleikurin Jesus Christ Superstar, sum Anfinn Heinesen stjórnaði og Gunnar Hoydal týddi, er samstarv millum Tekniska skúla í Tórshavn, Studentaskúlan og HF skeið í Hoydølum og Tórshavnar Musik

Aðalfundur í Steinbrá

Birgir, Gyðja, Kinna og Bárður við pressuna, har tveir litografiskir steinar hjá Tórbirni Olsen síggjast. Á páskum verður skipað fyri limaferð til Solnhofen í Suðurtýsklandi at heinta tílíkar steinar (Mynd: Jan Andersson) Í kvøld var fyrsti ársaðalfundur í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá Steinprenti, Føroya Grafiska Verkstaði, sum heldur til á Skálatrøð í Havn. Nevndin, sum varð afturvald, hevur eftir aðalfundin skipað seg soleiðis: Birgir Kruse, formaður, Bárður Jákupsson, skrivari, Gyðja Hjalmarsdóttir kassameistari og Kinna Poulsen er tiltakslimur. Steinbrá hevur egnan Facebook-profil, har kunnað verður um virksemið. Her er meir at lesa um Steinbrá .

Plátumeistarin

"Kvøld" er heitið á nýggju fløguni hjá Martini Joensen. Hann avmyndaði eg tá Sólvá Ford og Tórshavnar Stór-Band framførdu "Mánalýsið Gylt" hjá Martini, tá Havnin fylti 100, fyri ólavsøku í fjør Fyri 20 árum síðani fall mær í lut at skipa fyri eini røð av konsertum fyri Norrøna Felagið uppi í Norðurlandahúsinum. Konsertirnar vóru við Hanusi Johansen, kára p og Martini Joensen. Hvør var betri enn onnur, tá eg sjálvur skal siga tað. Útselt var til allar konsertirnar og tað gava at býta við Hanusi. Sjálvan konsertdagin, ið var føðingardagur Pól F’s, gjørdi Hanus av, at konsertin skuldi vera ókeypis. - Føðingardagur Pól F’s skuldi ikki verða eitt sirkus, segði hann. Og so varð. Ongar billettir, einki gjald. Bara konsert, fyri øll og í besta flower power anda. Tá dyrnar lótu upp, gekk upp fyri okkum, sum skipaðu fyri, at nú visti eingin, hvussu nógv vóru inni. Táverandi stjóri, Karin Flodström, var ikki blíð, nú fólk tustu inn og settu seg omaná hvørt annað, á s

Kúrekajamm í Havn

Innjbóðingin á ár fevnir um Jack Daniels og Pól F Joensen (Mynd: Birgir Kruse) Leygarkvøldið møttust vit, tólv countryvinir, í Tórsbyrgi. Oddbjørn Vágslíð hevði funnið prentaðu Útvarpsskránna frá 1994, tá eg hevði ferðandi tónleikasendingina Kuffertið og spældi The Pan American við Hank Williams. Upptøkurnar, sum stavaðu frá 1949, hevði eg lánt frá Hera Dam, ið hevði keypt tær í Aberdeen, hagar Strandferðslan tá sigldi. Hank Williams-kennarin, Oddbjørn, ringdi fyri at hoyra hvussu eg hevði fingið fatur á hesum upptøkum. Hetta var fyrstu ferð vit tosaðu. Nú eru fimtan ár liðin. Oddbjørn við tekstasavninum hjá Hank Williams og LP plátuni This Time við Waylon Jennings. Til vinstru Heri Dam og Sonhard Johannessen (Myndir: Birgir Kruse) Hóast Hank Williams alla tíðina spøkir, tá vit møtast, var Waylon Jennings avtalaða høvuðsevnið í ár, bæði í tónleikavali, filmi, fyrilesturi og spurnarkapping. Jóhan á Plógv, steinar úr garðinum hjá Waylon og Jóhan og Jón við innrammaða húsanum