Skip to main content

Skuggar millum skúrar






Myndir úr Havn í dag. Vestara bryggja, við bátinum Tinganesi til vinstru og samnevndu skrivstovunum til høgru. Síðani sæst Viðarnes og oljutangarnir hjá Effo, økið úti undir Bakka og Tinganes mitt fyri, Havnin í setandi sól, sædd av Hamrinum á Argjum, og at enda seinastu middagssólstrálur yvir Tórsbyrgi og Lágargarð (Myndir: Birgir Kruse)

Hóast farið er um stytsta dag, ið rakti bæði sólstøður og mánamyrking, er fyrrapartsskuggin langur millum egningarskúrarnar á Ískajuni á Vestaru bryggju í Havn. Men vit hava tikið fyrsta stig móti ljósari tíðum. Sálmar og sangir um sólir, ið firnast og skuggar, ið leingjast, verða ekkó úr farnum døgum. Tað er sum hjá pílagríminum, ið Magna Carta syngja um á mínari fjøruti ára gomlu LP-plátu, ið ber plátumerkið Vertigo, sum tá tað melur, gongur í seg sjálvt. Plátugrímurin vendir árinum bakið, horvar á ljósaru síðuna, sum hóast nýggj, er gomul, eins og plátan, ið melur í somu foyru. Hvat er tað ikki gott at spæla eina gamla plátu.