Skip to main content

Posts

Mind the Gap - í London og aðrastaðni

Mind the gap í London (Mynd: Birgir Kruse) Eitt tað kendasta við London er at hoyra ávaringina Mind the gap . Myndin er tikin á Heathrow flogvøllinum, tá vit fara umborða á snartokið til Paddington. Við pyamasrutuni fóru vit í morgun úr Havn og vestur á flogvøllin, og beint víðari til Kastrup og Heathrow í London. Fyrsta teinin nýtti Hans Olivur Joensen tíðina at gera útsetingar til kend føroysk barnaløg. Hans Olivur umborð á Atlantsflogi við eini feskari útseting yvir kent føroyskt barnalag (Mynd: Birgir Kruse) Ørindini í London eru at vera við á árligu stevnuni BETT, sum síðani 1985 hevur sýnt fram tað nýggjasta innan samskiftistøkni í undirvísing. Stevnan er í hølunum Olympia í Hammersmith. Men innan vit koma so langt skulu vit koyra í toki og taxa til hotellið. Allir í ferðalagnum, Gundur Mortensen, Rói Joensen, Regin Ellingsgaard, Heini Nygaard og eg sjálvur, í tronga taxabilinum frá Paddington tokstøðini til Central Park Hotel í Bayswater, har vit gista. Regin er hin

Nýggjár í Tórsbyrgi

Jógvan, Allan og Martin gera klárt til ársins kyndlagongu (Myndir: Birgir Kruse) Eins og undanfarin ár, savnast fólk í Tórsbyrgi gamlaárskvøld í hitamiðstøðini, sum nú er vorðið felagshús. Innan fólk møtast til kyndlagongu klokkan 23, hava Martin Enok Jespersen, Allan Simonsen og Jógvan Kruse gjørt kyndlarnar klárar. Kyndlarnir standa klárir (Mynd: Birgir Kruse) Seed Potatoes , setepli, stendur á eplasekkjunum, sum eru úr hessian, og vundnir um trivaligar stokkar, dyppaðir í dieselolju. Fest verður í kyndlarnar (Myndir: Birgir Kruse) Øll fáa ein kyndil og eftir at fest er í, ganga vit runt allan býlingin, sum er pyntaður við jólaperum, best hjá Julionna. Kyndlagongan byrjar (Myndir: Birgir Kruse) Byrjað verður við hitamiðstøðina, niðan eftir parkerinsplássinum, oman eftir fótbóltsvøllinum og eftir gøtuni, undir eystastu húsunum við útsýni til Nólsoyar. Steðgað verður eina løtu á grasvøllinum, undir vegginum hjá Heðini og Maluni, og so fer gongan millum hús og hjallar, og

Filmsprát við árslok

Ewan McGregor í The Ghost Writer Hvør var besti filmur í 2010? Tann spurning sendi Eyðun á Sosialinum herfyri. “At síggja film í almenna rúminum er blivið so avmarkað” var mítt fyrsta svar, tí Havnar Bio, sum er einasti biografurin, vísir ikki teir filmar, eg oftast síggi. Teir eru á útlendskum sjónvarps- og filmsrásum, ella heima á DVDfilmi, keyptur frá Amazon. Filmsýningar eru sum fótbóltur. Tað er ein almenn samkoma, har vit av fríum huga loysa bilett og møtast á jøvnum føti at kjakast, og afturvendandi staðfesta, at eingin dystur er betri enn hin seinasti. Í dag er almenna føroyska filmsrúmið eksproprierað. Hvør einstakur má leita upp og finna sína filmsuppliving. Millum teir filmar, eg havi sæð til almenna føroyska sýning, eru tríggir, sum eru verdir at nevna. Tveir við Leonardo di Caprio Inception og Shutter Island , og ársins Polanskifilmur The Ghost Writer . Eg velji hendan seinasta. Orsøkin er at hetta er ein klassisk og elegant nøtrisøga, ið snýr seg um at skriva fyri o

Filmar, ið skapa karmar

Gorfas, smáar íbúðir úr sólturkaðum múrsteini, í Ksar Haddada í Tataouine hjá berbum har suðri í Tunis. Her var George Lucas á sumri 1997 og gjørdi upptøkur til ’Star Wars The Phantom Menace’. Tað er tó ikki hann, ið stendur í stiganum. Ein ungur íverksetari eigur stigan og hevur installerað seg her við sølubúð. Á opna plássinum ætlar hann at hava diskotek (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Jólini eru filmsdagar. Allar sjónvarpsrásir senda góðar, gamlar filmar, ið seta tankarnar í gongd. Fyrsti spenningsfilmur í jóladøgunum var The Guns of Navarone frá 1961. Eg sá filmin í Havnar Bio, men tá hevur filmsspenningurin verið minst sjey ára gamal. Tað hevði verið óhugsandi í dag, at fari í biograf at síggja so gamlan spenning. Og so er tað høvundurin, Alistar MacLean. Kanska hin mest lisni fyri fjørti og fleiri árum síðani. Minnist, eg læs Bjørneøen , meðan eg seldi bensin í Auto á sumri 1973. Síðani havi eg ikki hoyrt um MacLean. So var tað Topkapi frá 1964. Eisini hesa perlu havi eg

Gleðilig jól!

Egin spor í kavanum á Húsareyni, útsýni av ringvegnum omanfyri Boðanes móti Eystnesi, Hoydalar og Hoyvíkskirkja og niðast brúgvin um Hoydalsá (Myndir: Birgir Kruse) Góðu tit øll í tykisheimi! Við nøkrum myndum tiknar í dag, ynski eg tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, við tøkk fyri upplivingar og samskifti annars í skjótt farna ári. Kære jer alle i cyberspace! Med nogle billeder fra i dag, ønsker jeg jer alle en glædelig jul og et godt nytår, med tak for udveksling af oplevelser og meninger i det snart hedengange år. To all of you in cyberspace! With some pictures from my place this morning, I wish you a Merry Christmas and a Happy New Year, being thankful and thoughtful for the sharing, and making the world a more open and connected place - in the universe, as we know it. Enjoy!