Gorfas, smáar íbúðir úr sólturkaðum múrsteini, í Ksar Haddada í Tataouine hjá berbum har suðri í Tunis. Her var George Lucas á sumri 1997 og gjørdi upptøkur til ’Star Wars The Phantom Menace’. Tað er tó ikki hann, ið stendur í stiganum. Ein ungur íverksetari eigur stigan og hevur installerað seg her við sølubúð. Á opna plássinum ætlar hann at hava diskotek (Myndir: Unn og Birgir Kruse)
Jólini eru filmsdagar. Allar sjónvarpsrásir senda góðar, gamlar filmar, ið seta tankarnar í gongd. Fyrsti spenningsfilmur í jóladøgunum var The Guns of Navarone frá 1961. Eg sá filmin í Havnar Bio, men tá hevur filmsspenningurin verið minst sjey ára gamal. Tað hevði verið óhugsandi í dag, at fari í biograf at síggja so gamlan spenning. Og so er tað høvundurin, Alistar MacLean. Kanska hin mest lisni fyri fjørti og fleiri árum síðani. Minnist, eg læs Bjørneøen, meðan eg seldi bensin í Auto á sumri 1973. Síðani havi eg ikki hoyrt um MacLean. So var tað Topkapi frá 1964. Eisini hesa perlu havi eg sæð í gamla Havnar Bio saman við vinfólkum, seinrapartin av 60’unum. Í dag kann eg síggja at hesin snøggi undirhaldsfilmur er støðið undir Mission Impossible og Ocean's Eleven. Og so ríðu teir sjey, The Magnificent Seven (1960) aftur. Snoðrakaði Yul Brynner og bláoygdi Steve McQueen, upp móti bláari kovboyluft. Ikki fyrr enn Filmsfelagið fór í gongd aftur í 1984, kom eg eftir, at hetta var ein nýgerð, a remake, av klassiska filminum hjá Kurosawa um teir Sjey Samuraiarnar á miðaldarbygd í Japan frá 1954. Og kanska hevur hetta tilverurúm, Havnar Bio, lagt lunnar undir eini grundfatan av liti og komposisjón, ein eginleiki, sum neyvan varð vaktur úr dvala, fyrr enn eg møtti Børge Petersen á Føroya Læraraskúla í 80’unum. Men aftur til endursendu, gomlu filmarnar. Tá teir vóru nýggir helt eg at Star Wars vóru fremstu filmar yvirhøvur. Hóast eg sjálvur annar havi verið mitt í Star Wars-landi, í Kasar Haddada í Tataouine í Tunis, havi eg broytt meining. Orki ikki at hyggja eftir hesum filmum, sum uttan slit spinna søgur um gott og ilt í øllum frábrigdum, so leingi onkur vil rinda og vinda uppá snældu. Akkurát sum Harry Potter og hansara endaleysa univers, sum er tann bera ull, bæði á høku og skalla. Soleiðis gongur alt í ring, og bara sumt ríður um árliga snarið, jólasnarið.