Skip to main content

Posts

Føroyar sum bakteppi

Myndir úr YouTube filminum "Paradise Lost", sum er tikin í Vágunum í farnu viku Ofta verður speirekandi sagt, at einasti leiklutur føroyingar duga, er at vera statistar, ífylluleikari, í egnum landi. Tíanverri eru nógv viðurskfiti, ið benda á tann bógvin, men undantøk eru, sleppa vit at spæla við. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, har Jan Håfström og Knud Odde sýna fram, haldi eg vera gott dømi um hetta at sleppa at spæla við og gera mun á egnum botni. Í framhaldi av Paradise Lost hjá Håfström, hevur Staffan Julén (f.1957) arbeitt við einum dansibólki og filmað tey í tveir, ja tveir, dagar í føroysku náttúruni. Julén er ikki hvør sum helst. Hann hevur ofta vitjað í Mykinesi og mitt í áttatiárunum gjørdi hann filmin Inughuit - folket vid jordens navel og fyri stuttum var hann í Afrika og gjørdi enn ein hugtakandi heimildarfilm My Heart of Darkness um fýra menn úr hvør sínum parti í stríðnum í Angola og Namibia 1975-1992. Í filminum flota fíggindarnir í felag

Eiturkornið í tí fleyt...

Í dag lat Norðurlandahúsið dyrnar upp fyri Summarframsýniningin 2011. Heitið er svenskt, Kosmisk Sömngångare , tikið úr yrkingasavnið frá 1932 hjá Gunnar Ekelöf (1907-1968). Listafólkini eru svenski Jan Håfström (f.1937), sum fleiri ferðir hevur sýnt fram á listastevnuni í Venezia og danski Knud Odde (f.1955), sum eisini er kendur úr rokkbólkinum Sort Sol. Lisbeth Bonde, sum herfyri ummælti Sekel í Weekendavísini, setti framsýningina og vísti á Ekelöf, ið eins og ein annar Bob Dylan hevði hugtikið báðar listamenninar. Eftir setanina framførdi ein dansibólkur La Buena Muerte undir leiðslu av Lotta Melin, meðan Staffan Julén festi alt á film. Ein performance, sum byrjaði í góðveðrinum undir Ringvegnum, eystanfyri Norðurlandahúsið, meðan túsundtals áskoðarar frøddust um fótbóltsúrslit í Gundadali. Klødd sum munkar, ella deyðin, ella Ku Klux Klan í svørtum, flutti gongan seg niðaná, millum áskoðararnar og inn í Klingruna í Norðurlandahúsinum, har tvey teirra spruttu út sum reivveru

Kalsoy millum bjørg og hav

At vitja á bygd og koma á tal við fólkið er spennandi, ikki bara í øðrum londum, men eisini her hjá okkum. Hósdagin vóru vit í Námi á námsferð í Kalsoy. Hetta man vera mest og best dokumenteraði túrur hjá einum arbeiðsplássi. Umframt eitt gott og vakið eyga, høvdu flest øll eitt myndatól við. Summi í fikkustødd, onnur speglrefleks við veldugum linsum. Vit byrjaðu ferðina við bygdaleiðum á farstøðini í Havn, eitt korter til sjey. Longur norði, í Kollafirði, Hvalvík og við Streymin, komu fleiri við og sum frá leið vóru vit tjúgu. Bert tvey vóru burturstødd. Bussurin steðgaði í Klaksvík og vit gingu út á ferjuleguna, har Sam førdi okkum yvir á Syðradal. Í salongini var ein sjáldsamur lesikassi við gomlum bløðum, Anders And og Ude og Hjemme. Seinast eg sigldi við Sam á hesum leiðum var 10. august 2004. Tað sigur talgilda myndatólið. Tá var eg í ferðalagi við Ian Anderson, sum er sangari og floytuspælari í Jethro Tull. Hann undraðist yvir føroyska vegakervið og frøddist um at Kalsoyggin