Skip to main content

Eiturkornið í tí fleyt...



Í dag lat Norðurlandahúsið dyrnar upp fyri Summarframsýniningin 2011. Heitið er svenskt, Kosmisk Sömngångare, tikið úr yrkingasavnið frá 1932 hjá Gunnar Ekelöf (1907-1968). Listafólkini eru svenski Jan Håfström (f.1937), sum fleiri ferðir hevur sýnt fram á listastevnuni í Venezia og danski Knud Odde (f.1955), sum eisini er kendur úr rokkbólkinum Sort Sol.

Lisbeth Bonde, sum herfyri ummælti Sekel í Weekendavísini, setti framsýningina og vísti á Ekelöf, ið eins og ein annar Bob Dylan hevði hugtikið báðar listamenninar.

Eftir setanina framførdi ein dansibólkur La Buena Muerte undir leiðslu av Lotta Melin, meðan Staffan Julén festi alt á film. Ein performance, sum byrjaði í góðveðrinum undir Ringvegnum, eystanfyri Norðurlandahúsið, meðan túsundtals áskoðarar frøddust um fótbóltsúrslit í Gundadali. Klødd sum munkar, ella deyðin, ella Ku Klux Klan í svørtum, flutti gongan seg niðaná, millum áskoðararnar og inn í Klingruna í Norðurlandahúsinum, har tvey teirra spruttu út sum reivverur, reyðar ungmoyggjar úr svørtum kappa. So slóu tey ring og kvóðu um eiturkornið í Ólavi Riddararós og bundu tær báðar ungmoyggirnar niður og gingu av stað við teimum á bakinum, upp á gólvið og niður í Athøll, har næsta seansa, Graf Spee, fór fram undir gotiskum stavum við ófrættakendum tónleiki og filmi, sum Staffan Julén hevði tikið eftir tveimum døgum við sama bólki í Gásadali. Og á bakvegginum: Paradise Lost, privatar barnatekningar hjá Håfström.

Ein sjáldsama væleydnað løta við einføldum og sterkum myndum av deyða, undirgangi og transformatión mitt millum okkum øll, inni og úti í Norðurlandahúsinum, á bønum, har Musikkskúlin skal byggjast.













Við eini fólkavísu sum støði knýtti Knud Odde aftur í tónarnar frá Sort Sol við egna sanginum Sommernat i Torshavn, givin út á EP plátu úr vinyli, sum fæst í húsa, ið er prentaður í Steinprenti. Akkurát sum fyrr og akkurát sum ordiligt. Men sangurin, sum útvarpið hevur spælt eina tíð, var ikki at hoyra undir framsýningini. Tað haldi eg vera spell.

Í Dansistovuni sýnir Knud Odde fram myndarøðina La Luna Convento, sum bleiv til í italskum kleystri í Amalfi.



Á Listablogginum hevur Inger Smærup Sørensen meylsamrøðu við listamenninar. Serliga áhugaverdur er Jan Håfström, ið vendir aftur til barnaárini og greiðir frá, hví hann undir heitinum Paradise Lost brúkar tekningar frá barnaárunum:

- Nu slår det mig också att jag borde visa mina barnteckningar i utställningen. Det är ett material som varit viktigt för mig i många år. I själva verket tror jag att det var där jag startade min konstnärsbana. Jag producerade nämligen oerhörda mängder teckningar som barn - under hela 1940-talet. Många är ritade på hotellpapper eftersom pappa arbetade på olika hotell som portier/receptionist. Mamma var telefonist på samma hotell; det var så de träffades. Mamma samlade allt jag gjorde i en brun resväska som jag fortfarande har kvar. I den väskan ligger mitt "paradis"! Det är allså en väsentlig aspekt på mitt yrkesliv; att vara konstnär. Det var när jag upptäckte skatten i den bruna väskan som jag återfick kontakten med mina skapande krafter. Barnet blev på sätt och vis min vägvisare!

Og framman fyri mær síggi eg alla tíðina ein ungan mann í reyðari húgvu. Kom at hugsa um táttin Eg átti mær eina húgvu í Eiðis skúla. Og so er tað reyði jakkin hjá eini smágentu, ið skoðar líkfylgið eystanfyri Norðurlandahúsið, sum var tað eitt kut úr Don't Look Now (Roeg 1973), ið hevði danska heitið Rødt Chock. Barnaárini goyma nógv.

Framsýningin er opin til 4. september 2011.