Skip to main content

Posts

Og regnið sang yvir Gøtubygd

Teir eru ikki so at basa í Gøtu (Myndir: Birgir Kruse) Fríggjakvøldið gekk leiðin inn til Gøtu at fáa vikuskiftispassið umbýtt við festivalarmband við gomlu Sildamjølsfabrikkina í Syðrugøtu. Tað regnaði av grimd og veðurforsøgnin var longu ein greið ábending um, hvønn sangin Travis fóru at enda við. Og so bleiv. Vit parkeraðu í túninum hjá Jakku hjá Hansi í Gøtugjógv, har Árant bjóðaði vælkomin, og so fingu Jógvan og Torkil tjaldpláss omanfyri Syðrugøtu, við landsvegin, har grótbrotið er. Hesin teinur, frá Bartalstovu, framvið Grótbrotinum og niðan á Gøtueiði, plagdi at vera besti teinur at savna fløskur. Tá vóru bilarnir rullandi vertshús og alt varð blakað út av vindeyganum, Dortmundarar og Giraffar. Í dag eru tað telt, fest við pløkkum, ið eru vertshúsini, meðan likkurnar av Gøtuvík minna okkum á at taka upp eftir okkum. Fyrr plagdu vit at taka skurapisur uppi á Gráubrúgv, sum fjalir seg í tokuni uppa á Eggini omanfyri Gøtugjógv. Vælkomin í Gøtugjógv, Syðrugøtu og á Gøtuei

Har Töting og Ocean mötast

Sterk vørumerki í regni (Myndir: Birgir Kruse) So er klárt at fara á G! Festival á fyrsta sinni. Ørindini eru fyrst og fremst at síggja og hoyra Blind Boys of Alabama í heimligum karmi, har himmal og hav møtast, undir vegginum hjá Vamberg í Syðrugøtu og Ø verður til Ö. Í morgunregninum á terassuni í Tórsbyrgi varnaðist eg samanfallið millum hesi hugvekjandi sterku vørðumerki, brands . Fyrst og fremst gamla troyggjan, eg fekk frá Hallberu í Töting fyri meir enn tíggju árum síðani og nústani taki fram aftur. Hon er sum fyrsta dagin, troyggjan. Og so í grøna Ocean regnjakkan og at enda Viking gummistivlarnar. Saman við reyða G! merkinum eru hetta vørumerki, ið á ein sjáldsaman hátt stuðla so væl upp undir hvørt annað. Í hvussu er til hetta høvið og ikki minst tá spik, turr grind og turrur fiskur verða løgd afturvið klæðsekkinum. Nú kunnu Travis syngja so galið teir vilja um regn. Lat tað bara koma og bresta yvir okkum, regn og alt. Góðan festival øll somul!

Bláur, reyður ella gráur - Carpe Diem!

Eddie Vedder við ukulele Einaferð sendi Karin Flodstr ö m meg at heinta Lasse Åberg, sum skuldi vísa film í Norðurlandahúsinum. Kendi ikki mannin og undraðist yvir, hví hann tosaði so nógv um ukulele og var farin í skeivar hosur, eina reyða og eina grøna. Stakkals maður. Sum dagurin gekk, kom eg eftir at hetta var álvarsamasti skemtari í Norðanlondum og upphavsmaður til hópin av speiandi filmum um norðbúgvar, sum fara til Mallorka at dusa sær. Jazzfestivalur var samstundis í Klubbanum og uppslúktur av jazzi hjá Brandi, fortaldi hann mær um ukulele. Og hví hann var farin í hosur, skeivt uppá bein. Tað var fyri at læra seg munin á stýriborði og bakborði. Eins og einfeldnið í skemtinum, hugtók hansara musikalska einfeldni meg. Ein kassi og fýra streingir. Júst sum í carpe diem , at grípa dagin. - Alt eru jú har framman undan. Tær tørvar bert at fanga sangin í vindinum og geva honum afturljóð, sum ein songcatcher ella dreamcatcher . Ljóðkassin ordnar restina. Kom í tankar um Åberg

Triersk TarkovskijTerapi ella ein søga um at fáa ein stein í skógvin

Hóskvøldið var eg til nakað so sjáldsamt sum eina almenna føroyska frumsýning av einum nýggjum von Trier filmi, Melancholia , í Havnar Bio. Ein aktuellur filmur, sum siterar og nápar úr allari stórari filmssøgu, sum bara Lars von Trier kann gera tað. Men fyrst var at hitta fólk í foyérini. Soleiðis kalla tey tað, í foyérini. Uppi í Sjónleikarhúsini eru tey eitt vet fínari, enn tey niðri í Havnar Bio. Haruppi siga tey  í teaturfoyérini . Longu við diskin leggur operatørurin, Hanus á Krákusteini, fyri við at hugleiða um tey, sum oftast ganga í biograf. Tað eru so ikki vit, letur hann okkum fáu, kanska 25, vita. Kjarnin í virkseminum hjá biografinum eru tannáringar, 3D og Hollywood. - Tað er bara tá tit mentaðu úr Norðurlandahúsinum koma og sýna undarligar filmar, sum mann far sjóverk av, at útselt er. Jú, hann veit, bersøgni Hanus. Alt síðani Filmsfelagið sá dagsins ljós í 1984 hevur hann sýnt film í øllum hølum í høvuðsstaðnum, Havnar Bio, Sjónleikarhúsinum, Norðurlandahúsinum og

Miðlar og fólkaræði

Soleiðis sær News of The World út í dag. Ovast til vinstru verður kunngjørt at seinasta útgáva kemur sunnudagin. Friður verið við skandalupressuni. Fólkaræði kann ikki virka uttan eina fría pressu. Tað er ein gomul sannkenning, ið tó altíð er til upptøkuroynd og 'får stå til troende', sum norðmenn siga. Alt velst um, hvussu talentirnar verða brúktar í hvørjum einstøkum føri, hvussu miðilin er fyri reint fíggjarliga og hvussu miðilin sær seg sjálvan í samfelagsligu myndini. Fer miðilin, ið vit vanliga kalla fjórða samfelagsmaktin, at taka yvir allar hinar tríggjar samfelagsmaktirnar, so er miðilin vorðin ein statur í statinum, sum einki annað endamál hevur, enn at gøða seg sjálvan. Endin verður tá sum í filminum hjá Monthy Python The Meaning of Life , har sjálvfeiti maðurin setir seg við borðið og etur seg um rygg til alt sprotnar. Júst tað hendir í hesum døgum við 168 ára gomlu bretsku avísini News of the World . Eigarin, Rupert Murdoch, finnur seg ikki í sjálvtøkuborðinum

Livandi list um Marius Olsen

Bókaframløga og -signering í Rit og Ráki 2008 (Mynd: Birgir Kruse) Inger Smærup Sørensen skrivar soleiðis í bókini Livandi list (2008) um Marius Olsen, sum fríggjadagin 8. juli 2011 sýnir fram í Steinprenti á Skálatrøð í Havn: 'Nøkur listafólk eru, og tey eru fá, ið ongantíð gera vánaligar myndir. Nøkur ávís listafólk raka altíð seymin á høvdið og tey fáa teg at grunda um tað fyribrigdið, ið verður kallað listarliga flogvitið. Slíkt listafólk er Marius Olsen. Eg hava ongantíð enn sæð eina vánaliga og heldur onga keðiliga mynd frá hansara hond. Tí ber tíbetur til at viðgera onnur spennandi evni enn fyribrigdið listarliga flogvitið í sambandi við hansara list. Tey raffineraðu verkini hjá Mariusi Olsen eru sera virðingarverd at skriva um, júst tí tey eru so ótrúliga raffinerað og fín. Tað er so skjótt at ljóða sum ein bóndaflókur í mun til tað ótrúliga fína og snøgga myndamálið í verkunum. Ikki eitt ilt orð um bóndaflókar, men sum vit kenna bóndaflókar, hoyrast teir s

Marius Olsen í Steinprenti

Marius Olsen á Ovastevnu 2006 (Mynd: Birgir Kruse) Í sambandi við framsýning hjá Mariusi Olsen 8. juli - 13. august 2011 í Steinprenti á Skálatrøð í Havn, skrivar Kinna Poulsen soleiðis: Skuldi nakar verið í iva, prógva nýggjastu verkini tað enn einaferð, at Marius Olsen er ein grafiskur meistari. Verkini verða at síggja á serframsýning, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin klokkan fýra og listamaðurin, sum býr í Finnlandi, verður til staðar á ferniseringini. Sum áskoðari gerst tú bilsin av hvussu sterkar og samstundis neyvar og kenslubornar, hesar myndirnar eru. Kenda myndin ”Flaggstong”, sum Marius Olsen skapaði í 1994 og sum fyri langari tíð síðani hevur innskrivað seg sum klassikari í føroyskari listasøgu, hevur nú fingið ein eftirfylgjara, sum á sama fínliga og skemtiliga hátt leggur upp til, at áskoðarin sjálvur verður aktiveraður. Í nýggju myndini síggja vit sama landslagsmyndevni, sum Marius hevur brúkt áður í alskyns litríkum versiónum og í summum teirra er hetta

Ristaðar lippur í miðbýnum

Ristaðar og snerktar lippur á Áarvegnum á middegi, meðan tey sláa gras á tekjuni á Áarstovu (Myndir: Birgir Kruse) Í miðbýnum um middagsleitið eru nógv tilboð um ein góðan bita, burtur frá arbeiðsplássinum eina lítla løtu. Besta stað mær javnan dámar er Kafé Natúr, har tey í mong ár hava gjørt gott salat og góða samloku við høsnarunga, karry og bacon. Men í dag var tað Etika, eitt steinkast longur uppi, ið freistaði meir. Eitt snøgt og friðarligt stað við ristaðum lippum og køldum vatni. Ein frálík smakksterk og avmáld máltíð, sum lá væl á, meðan grasið á Áarstovu varð sligið, so tað feyk um oyruni og sang eftirí. Tað dámdi nøkrum ferðafólkum av Marina at síggja, meðan onnur í ferðalagnum ikki toldu angan av nýslignum grasi. Við snerktum lippum skundaðu tey sær framvið meðan tey hildu fyri næsarnar. Nærkontakt við náttúruna er ikki altíð góð, hildu tey fremmandu, sum gingu eftir í Havn, meðan ferðafelagarnir vórðu settir á útgangandi expressrutuna norðureftir, innan skipið fór avstað