Skip to main content

Bláur, reyður ella gráur - Carpe Diem!

Eddie Vedder við ukulele

Einaferð sendi Karin Flodström meg at heinta Lasse Åberg, sum skuldi vísa film í Norðurlandahúsinum. Kendi ikki mannin og undraðist yvir, hví hann tosaði so nógv um ukulele og var farin í skeivar hosur, eina reyða og eina grøna. Stakkals maður.

Sum dagurin gekk, kom eg eftir at hetta var álvarsamasti skemtari í Norðanlondum og upphavsmaður til hópin av speiandi filmum um norðbúgvar, sum fara til Mallorka at dusa sær. Jazzfestivalur var samstundis í Klubbanum og uppslúktur av jazzi hjá Brandi, fortaldi hann mær um ukulele. Og hví hann var farin í hosur, skeivt uppá bein. Tað var fyri at læra seg munin á stýriborði og bakborði.

Eins og einfeldnið í skemtinum, hugtók hansara musikalska einfeldni meg. Ein kassi og fýra streingir. Júst sum í carpe diem, at grípa dagin. - Alt eru jú har framman undan. Tær tørvar bert at fanga sangin í vindinum og geva honum afturljóð, sum ein songcatcher ella dreamcatcher. Ljóðkassin ordnar restina.

Kom í tankar um Åberg, nú eg varnaðist at Eddie Vedder úr Pearl Jam er farin at brúka sama ljóðføri og hevur gjørt eina heila plátu við ukulele songum, Ukulele Songs, sum í skaldabornum einfeldni skaka hválvið. Til dømis sangurin Sleeping by Myself.

Far meg at minnast aftur á mest miskenda rokkara, sum í veruleikanum er skald og meistari á øllum streingjum, alrafremst, tá hann við ukulele í hond framførir Blue, Red and Grey, ein av fremstu carpe diem sangum í allari rokksøguni, every minute of the day.


Onkursvegna hóskar ukulele til summar og sól. Eina blanding av tí einfalda, sum bara er har undir sólini, sum í ellivu mánaðir hevur gingið eftir hválvinum og nú hevur togað okkum fram til ein tólvta feriumánað.

Men partur av summarblandinum eru eisini fjarskotnar oyggjar í Kyrrahavinum, so sum sodavatnið hjá Restorff’s við langa heitinum Hawaii Dream Ananas Squash fyrigyklaði okkum í fyrndini. Á somu Hawaiioyggjum er Jake Shimabukuro føddur í 1976. Sum eingin annar, hevur hann í nýggjari tíð flutt hetta einfalda ljóðførið fram í ljósið við lagnum hjá George Harrison While My Guitar Gently Weeps.

Ukulele er summar. Frá lespandi George Formby til mishátta Tiny Tim og ikki minst popputu Train, sum við Hey Soul Sister hava gjørt ljóðførðið stovureint, uttan at blíva keðiligt. Catch it, every minute of the day.