Eitt fremmant orðafelli, helst amerikanskt, er at prædika fyri kórinum, Preaching to the Choir , at siga nakað sjálvsagt við tey, ein longu er samdur við. Hóast orðafellið tók seg upp í 1970’unum er hugmyndin nógv eldri. Á netstaðnum The Phrase Finder verður sagt, at bretski heimspekingurin John Stuart Mill (1806-1873) longu í 1867 skrivaði: "Dr. M'Cosh is preaching not only to a person already converted, but to an actual missionary of the same doctrine." ( An Examination of Sir W. Hamilton's Philosophy , 1867). Sami netstaður vísir til høpisleysu vendingina “kicking at an open door”, at sparka einar opnar dyr. Har er einki at sparka. Bretski høvundurin og granskarin George Edward Bateman Saintsbury (1845-1933) verður eisini endurgivin fyri at hava sagt: "One may be said to be preaching to the converted and kicking at open doors in praising the four great novelists of the eighteenth century." ( The Peace of Augustans , 1916). Valstríð letur ofta,