Men á hesum leiðum er tað ikki uttan treytir at lýsa og seta til sølu. Á trøðni undir húsunum hjá Torbirni Sørensen verður undir bláa Sambandsskeltinum sagt svart uppá hvítt: ‘Tað er ikki loyvt at seta upp plakatir og tílíkt á lendi ella girðing uttan avtalu við Sendistovuna.’ Við Hvítanesvegin, har Skógrøkt Landsins heldur til, verður sagt at her er ikki loyvt at lýsa akfør til sølu. Men á báðum støðum verða tvíbeint valevni sett til sølu, fyri eina persónliga atkvøðu ella so. Tína ella mína. Gott, hon ikki er umsetilig.
Her sæst eisini stuttligasta søluskelti hjá einum valevni, eg higartil havi sæð. Tað hevur neyvan verið inni í viðgerðarrúminum á Sendistovuni. Tað er tað lítla og ópretensiøsa skeltið hjá Henrik Old á bakkanum við gomlu fúnaðu trappurnar frá Ringvegnum niðan á Staraveg. Eitt skelti from the good old days og sum í stíli og formati horvir aftur á gamla Rukkulakkan. Og kanska er pennurin hin sama. Í øllum photoshop meldrinum má eg siga at eg eri fegin um tílík uppsløg, ið greitt og uttan larm signalera nakað eintýtt, sum til dømis profilin á Henrik Old og einki meir. Statt so, vel so. Tað er greið tala til veljaran. From all of us, to all of you, sum Disney sigur á jólum.