Skip to main content

Posts

Filmar, marsipan og nostalgi

Í norðurtýska býnum Lübeck er norðurlendsk filmstevna í hesum døgum. Stevnan hevur verið hildin í 53 ár og er hin einasta, ið savnar nýggjan norðurlendskan film á einum stað. Norðurlandahúsið í Føroyum hevur gjørt av at promovera føroyskan stuttfilm og hevur sett fimm føroyskar stuttfilmar á skránna. Teir eru Passasjeren hjá Sakaris Stóra, sum sæst omanfyri og er ummældur her á blogginum, Sigarett hjá Heiðriki av Heygum, Silent Light hjá Antoni Petersen og tveir stuttfilmar hjá Katrini Ottarsdóttir úr røðini Lejlighedsminder . Longu fyrsta dagin er nærum útselt til føroysku sýningina, sum er í høli 6 við 200 sessum í lokala stórbiografinum CineStar Filmpalast. Býurin Lübeck er lítil og hugnaligur, týðuliga merktur av nostalgi, men eisini kulturradikalismus . Filmstevnan hevur góða lokala undirtøku og týskarar tykjast leggja sær ein part av summarferiuni til júst hesar dagar, 2.-6. november. Her eru nógvar kaffistovur, ið borðreiða við marsipani. Og hevur ein hug at flyta til

At prædika fyri kórinum

Eitt fremmant orðafelli, helst amerikanskt, er at prædika fyri kórinum, Preaching to the Choir , at siga nakað sjálvsagt við tey, ein longu er samdur við. Hóast orðafellið tók seg upp í 1970’unum er hugmyndin nógv eldri. Á netstaðnum The Phrase Finder verður sagt, at bretski heimspekingurin John Stuart Mill (1806-1873) longu í 1867 skrivaði: "Dr. M'Cosh is preaching not only to a person already converted, but to an actual missionary of the same doctrine." ( An Examination of Sir W. Hamilton's Philosophy , 1867). Sami netstaður vísir til høpisleysu vendingina “kicking at an open door”, at sparka einar opnar dyr. Har er einki at sparka. Bretski høvundurin og granskarin George Edward Bateman Saintsbury (1845-1933) verður eisini endurgivin fyri at hava sagt: "One may be said to be preaching to the converted and kicking at open doors in praising the four great novelists of the eighteenth century." ( The Peace of Augustans , 1916). Valstríð letur ofta,

Er framtíðin BAD?

So er løgtingsvalið av og úrslitið greitt. Nakrir formenn eru rímiligvís bjartir og lættir í huga, meðan aðrir sleikja sár og royna sum frægast at burturforklára støðuna, akkurát sum liðskiparin, tá dysturin er taptur: “Bæði dómarin og veðrið var ímóti okkum!” Matthew Workman úr Oregon fylgdi við alt valkvøldið, og spurdi so hvørt hann ikki skilti mun á Vágum og Vági og hvussu stórir flokkarnir eru og hvussu nógvar atkvøður ein skal hava fyri at sleppa inn. Og henda leygardag seinrapart í Oregon vildi ein lurtari hava at vita, um tað var í niðurgangstíðum at Sambandið er serliga sterkt. Nei, ikki er tað lætt at forklára føroyskt fólkaræði fyri einum amerikanara. Nú bíða øll eftir hvør samgongan verður og í hvønn mun hon endurspeglar valið. Eitt sannlíkt boð er at føroyska framtíðin verður borgarlig og BAD, so sum Michael Jackson sang um í 1987. Reyða veggjaáskriftin omanfyri er lánt av hansara plátuhúsa. Men ilt er at gita og spáa, serliga um framtíðina. Og tá hava vit slettis ik

Málmmøði

"Hesi koma á ting", sigur Sosialurin. Men er tað nú vist? Eru nóg nógv spurd og er kanningin eftirfarandi? Hava spyrjararnir blandað nøvnini Stenberg og Steinberg? Nei, eg veit ikki. Mangur leikur er í longum talvi og ivin er stórur. Men eg eigi eitt valkort. Høgni Djurhuus eigur eisini eitt, men hevur ongantíð brúkt tað. Seinast vóru tey 10,7%, ella 3723 vaksin fólk, sum ikki brúktu valrættin, sigur hann í eini góðari klummu í sama blaði. Veit, at Høgni rammar óbrúktu valkortini inn og setur tey á veggin í gongini. Tað havi eg ongantíð gjørt. Fyri ein nýggjan flokk, ið roynir at koma upp um sperrumarkið, má hetta vera bæði hugstoytt og hugvekjandi. Tí hvat er ein atkvøða? Hvønn mun ger hon? Og hinvegin: hvat er ein flokkur? Hvønn mun ger hann, flokkurin? Hann melur av ymsum ættum í dag. Flokkurin, sum eg í fleiri førum havi valt, hevur verið uttan ávirkan í so langa tíð, at bæði flokkur og veljari eru rakt av metalmøði, metallúgvan - málmmøði. Men eg má taka meg saman og út

Sólin skínur á løgmann

Hóast lítið sæst til løgmann og Sambandsflokkin í skeltiskóginum í Havn, so skínur sólin á bæði hann og flokkin. Havi undrast yvir ósamsvarið millum sjónligheit á gøtunum og undirtøku á fundum og veljarakanningum, síðst millum ung á Kambsdali. Man tað vera tí, at Sambandsflokkurin dugir betri enn nakar annar flokkur at brúka talgildu miðlarnar, bannarar á portalunum og ikki minst Facebook? Havi ein varhuga av, at so er. Aðrir flokkar brúka Facebook sum spamm, nakrar dagar fyri valið, meðan Sambandsflokkurin og kanska onkur annar flokkur eisini, javnt og samt brúka henda sosiala miðil við fynd og hegni alt árið í kring. Stóra myndaevnið, ja eitt rættuligt scoop, á Hálsi í morgun var Jørgen Niclasen í fullum útskornum figuri. Sum formaður peikar hann sjálvsagt á stavin A. Men hinumegin rundkoyringina stendur Annika Olsen og fólksins pennur hevur skrivað á hana: Hot :-) Og við teirra lið er eisini floksfelagin Jacob Vestergaard. Hann hevur brúkt teknaran Óla P at bera fram ein politis

Grør um gangandi fót

Í Havn grør um gangandi fót, nú valdagurin nærkast. Skeltiskógurin grør sum aldri áður. Tey, sum leggja strategi og seta upp skelti, hyggja fyrst at ferðsluni og síðani í pengapungin. Vegirnir eru meginnervalagið í okkara samfelag. Tað sæst skilliga á politisku talvunum, myndum og dreglunum. Tey verða øll sett fram við høvuðsvegunum. Sum sæst á myndini niðanfyri, hevur Bjørt Samuelsen eisini funnið fram til ein snildan hátt av product placemement , við at gera bjarta navnið til endurskin, eisini í bakrútinum á bilum, sum venda móti vegnum. Smáu flokkarnir eru ikki so sjónligir fram vegunum. Men uppi við Hoyvíkstjørn er ein stuttlig dupultmynd av Kára á Rógvu og Arnfríð Hentze úr Sjálvstýrisflokkinum. Men hon er lítil, samansetta myndin, ið nemur við tað skemtiliga. Úti á Argjum, hinumegin Sandá, er ein stór og góð mynd av Kára sett á ein húsavegg. Tjóðveldi boðar í stevnuskránni frá um ferð. Tí er tað upplagt at seta navnið á Bussleiðina, sum alla tíðina koyrir í Havnargøtum og

Hvønn stakkin skal eg fara í?

Nú bert fáir yrkadagar eru eftir til valið, verður tosað við stórum stavum og ikki smærri myndum. Í morgun er tað Annika Olsen, valevni hjá Fólkaflokkinum, ið er mest sjónliga myndin í almenna rúminum í Havn. Størst er hon á vegginum í Lagahúsunum, við Quillingsgarð. Strategiskt væl fyri, tí her er ein natúrligur trongi hjá bilum sum onga aðrastaðni í Havn. Mongu stóru uppsløgini hjá Anniku, sumstaðni mest sum segl, eru sett kring allan býin. Her er munur á fíggjarætlanini hjá Tróndi Djurhuus í Framsókn, sum hevur sett nakrar smærri sjálvsmyndir í gamla sýningargluggan hjá Katrinu Christiansen á Áarvegnum, yvirav Lagahúsunum. Myndir elva til mótmyndir, har tær verða settar. Longur uppi í býnum, undir Pisuvarða, hevur ein húsaeigari gjørt greitt, hvønn politiskan lit hann og hús hansara fara at velja. Listi E fyllir alt hornið í matchandi húsalitum. Ímeðan dettur dagur av degi, gráur í grátt, til brátt lýsir í eystri - leygardagin. Út á kvøldið munnu tey flestu av teim 169 va

Ringur teirra lærdu

Við Eystara Ringveg í Hoydølum eru nógv skelti í hesum døgum. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er hin sjónligasta við einum trídimensjonellum E, tapetserað við sjálvsmyndum og grøna flokslitinum. Við síðuna av hevur flokssysturin Anitta á Fríðriksmørk reist eitt kapell og við Ringvegin longur uppi, kappast hinar báðar, Kristina og Marin Katrina, úr sama flokki, um tokkan hjá teimum, ið skunda framvið í ljósi og myrkri í hesum parti av almenna rúminum. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin síggjast eisini, men Tjóðveldi fyllir so nógv mest á hesi leið. Men á hesum leiðum er tað ikki uttan treytir at lýsa og seta til sølu. Á trøðni undir húsunum hjá Torbirni Sørensen verður undir bláa Sambandsskeltinum sagt svart uppá hvítt: ‘Tað er ikki loyvt at seta upp plakatir og tílíkt á lendi ella girðing uttan avtalu við Sendistovuna.’ Við Hvítanesvegin, har Skógrøkt Landsins heldur til, verður sagt  at her er ikki loyvt at lýsa akfør til sølu. Men á báðum støðum verða tvíbeint valevni sett til s