Skip to main content

Posts

Seytjandi desember

Mind the Gap eru fyrstu boð, tú hoyrir, tá tú trýnir á jarnbreytarpallin í London. Býr ein í Havn og trýnir út á náttúrupallin fyrrapartar hesa ársins tíð, er vert at leggja sær ensku boðini í geyma. Mind the Gap. Ansið eftir gloppinum. Gloppinum millum Borðuna og Glyvursnes. Myndirnar omanfyri eru tiknar klokkan hálvgum ellivu í morgun av gøtuni, sum bindir Tórsbyrgi, Fútalág og Tórgarð saman. Myndin niðanfyri er tikin í Heathrow í London í januar. Meðan kaffi rennur heitt afturvið Rót og Rútmu , liggur ein tungur ræstur deymur yvir alt húsið. Visti eg ikki betur, hevði eg fingið illgruna um niðurgrivin lík í eini Stephen King søgu. Eftir ræstan døgurða, kjøt og súpan, í gjárkvøldið má eg fara at seta edik fram at taka luktin. Og nú vit eru við matin, so má eg líka seta hesa mynd inn eisini. Tað er starvsfelagin Marjun, sum hevði so frálíka góða og væl skorna turra grind og spik við til eina hugnaløtu á arbeiðsplássinum innan vit fóru heim í gjár. Og tað stuttliga er at hon hev

Sekstandi desember

Sekstandi desember og skúlafólk fara heim í jólafrí, tá hesin dagur er av. Onnur mugu stríðast eina viku afturat. Ójavnt er býtt. Sama er við døgum og tímum. Ójavnt er býtt. Eina løtu klárt og næstu løtu samandrigið. Tjaldmeistarin í biohøllini á heimsins enda hevur nógv at gera hesa ársins tíð. Ovara myndin er tikin við gomlu Hoyvíkina, omanfyri Royndarstøðina, sum nú er blivin so gomul at hon er Fornminnissavn, við útsýni móti Borðuni og Glyvursnesi. Niðanfyri sæst meir av sama útsýni av Sundsvegnum um somu tíð, klokkan ellivu fyrrapart. Meira um litfagran himmal og fjallatindar. Í dag fyllir Paramount Pictures hundrað. Nýggja búmerkið verður avdúkað í dag, nú filmurin Mission: Impossible - Ghost Protocol verður frumsýndur í USA. Havnar Bio sýnir filmin 26. januar 2012. Búmerkið, sum stavar frá 1916, sýnir Wasatch fjallarøðina á markinum millum Utah og Idaho. Hundrað ára búmerkið verður brúkt alt næsta ár. Og nú vit eru við klassiskan film, so skal eg viðmæla Straw Dogs (19

Fimtandi desember

So er fimtandi desember. Kalt, men kavin er mest sum burtur og koyrandi er alla staðni. Saltað er so mikið í Havn, at í gjárkvøldi mátti eg vaska bilin, sum var hvítur upp á hálva síðu. Og gangandi er nú har, sum regnið hevur skolað alt burtur. Soleiðis fáa bæði bileigarar og fótgangarar sítt og kunnu lesa Under vejr med mig selv (1956) nú yrkjarin verður 80 og hevur givið út fleiri enn 160 bøkur. Í dag kemur yrkingasavnið Stederne . Tað skal eg hava fatur á. Á Kongaliga bókasavninum hava tey fingið handrit Klaus Rifbergs til fleiri skaldsøgur og yrkingasøvn, og serliga í seinna førinum er áhugavert at síggja, hvussu hann skrivar í hond og beint fram, uttan at rætta. Ein fantastiskur yrkjari. Niðanfyri er eitt skúlahefti, sum Rifbjerg hevur skrivað í tá hann var studentur. Á heimasíðuni hjá Kongaliga bókasavninum ber til at blaða í tí og lesa yrkingarnar, sum komu í Konfrantation (1960) og Portræt (1963). Yrkingar nytta lítið at seta á borðið á jólum. Tá skal ljóma av øðrum. O

Mótmælisfólkið

Ársins persónur, The Person of the Year, er mótmælisfólkið í øllum londum. Tað sigur Time Magazine. Til dømis tey í arabiska heiminum, sum vóru við í sonevnda arabiska várinum, í sponskum mótmælisgongum í 58 býum 15. mai undir heitinum Democracia Real YA, ella The Occupy Movement, sum byrjaði í Wall Street 17. september. Leygardagin 3. desember skrivaðu tolnir føroyingar seg inn í hesa heldur enn ikki ótolnu rørslu á Vaglinum í Havn. Ársins persónur í fjør var sambært sama blaði 27 ára gamli Mark Zuckerberg, sum grundaði Facebook, ið er boðstaður og samskiftismiðilin hjá mótmælisfólki kring allan heim.

Fjúrtandi desember

So er fjúrtandi desember og jólini nærkast í hvørjum. Tað merkist í postkassanum, útvarpinum og øðrum útsølum av øllum handa slag, serliga har tey venda sær til børnini. Neyðars foreldur, nú tilboðsskeltini gerast eins ágangandi og til valið. Her er tað guli veggurin á Sápufabrikkini 'Okkara', handan Háls, sum er prýddur við eini risalýsing frá jólabýnum í SMS. Tað er gott, tí so sæst minni til ljótasta bygning í Havnini, sum størsti skrivstovuspekulantur í býnum eigur. Og so er vit í altjóða jólabókmentunum hjá Dickens frá 1843 um Scrooge og tey. Hann mann krevja nakað lága leigu, tá bygningurin, sum í 1939 var prangandi modernaður, í dag sleppur at standa so ljótur so leingi. Nei, her eru eingi vakurleikans jól við landsvegin og ringvegin, sum førir inn til jólahjartað á Trapputrøðni í Havn. Men hetta eru eisini dagar, har óvantaðar gávur falla úr erva. Í gjár boðaði mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, frá, hvør fær mentanarviðurslønir landsins í 2011. Teir eru rithøvundurin

Trettandi desember

Í gjárkvøldið skein og glampað mánin yvir Nólsoyarfjørð, meðan skipini sigldu framvið og Manchester City spældi móti Chelsea. Tað bera oyðsl fyri milliardir, sigst. Einasta, ið hevði áhuga var mánin, sum eg fangaði millum Stong og Eystnes eina løtu á terrassuni uttan stativ. Ovara myndin er tikin við 1,3 sekund eksponerinsgatíð og hendan niðara, har glerið á kampingplássinum hómast, við 4 sekundum. Og í dag er trettandi desember og nýggju vetrardekkini skulu roynast fyri at staðfesta, um tað er lættari at koma fram í bili, heldur enn til gongu í Havn. Og jú, tað gekk sum smurt at koyra til arbeiðis í Havn í morgun. Alternativið var at royna at ganga, hóast ikki ber til at standa á beinum, so hált tað er millum húsanna í Eysturbýnum. Tað er tann øvuta verð. Har eingin bilur koyrur er ikki gangandi. Bilur er makt. Jólini eru tað bera oyðsl, sigur 86 ára gamla Ania í Gøtugjógv í áhugaverdari samrøðu við Beatu í Dimmalætting. Okkum nýtist bara at hyggja í postkassan hesa ársins tíð.

Tólvti desember

So er jólakalendarin hálvur. Úti er hált sum á kalvabaki. Høvuðsvegirnir eru saltaðir og góðir at koyra á, men ert tú so óheppin at vera til gongu, kanst tú lættliga vera um ein háls. So eg vendi á horninum og fari heim aftur at arbeiða. Dagsins setningur er døgførda Føroyakortið. Í døgurðatímanum fari eg við bilinum at skifta dekk. Tað kostar eina trivaliga upphædd, men eftirsum fótgangarar verða so illa viðfarnir í Havn, má eg set meg í bilin, skal eg koma fram. Eitt tvey trý, so eru teir hjá First Stop, ella Super Dekk Service, lidnir at skifta gomlu og slitnu dekkini til góð kavadekk, Bridgstone Blizzak WS70. Men fyrst skulu gomlu dekkini beinast burtur á Sandvíkarhjalla. Oman aftur komin í Havnina við góðum vegsambandi koyri eg ein royndartúr niðan á Oyggjarvegin og avmyndi gráu Havnina. Innan døgurðatímin er av, sæst sólin yvir Kirkjubøreyni. Myndin er tikin úr túninum við Ítróttarhøllina á Hálsi, har tiltiknu ljóssteyrarnir síggjast til høgru. So aftur til arbeiðis.

Ellinti desember

Nú toyar. Sólin er frammi eina løtu á middegi og skínur á Tórsbyrgi og Lágargarð. Á hesum leiðum eru vit so heppin at hava tvey ellis- og røktarheim sum næstu grannar, Lágargarð og nýggja Boðanesheimið. Veit ikki, hvønn týdning tað fær fyri býlingin, at verða umgyrdur av ellisheimum. Býlingurin liggur soleiðis fyri, at hann er millum bygd og bý. Tú kanst ganga av vegnum úti við Strond og niðan í Fútalág og eftir lítlari løtu vera í býnum. Ella hin vegin. Úr býnum og út á bygd. Nógv fremmandafólk ganga henda túrin við hundi gjøgnum Tórsbyrgi. Og í tiðnandi kavanum skapar hundalortur ein heilt egnan grafikk. 

Tíggjundi desember

Tíggjundi desember og veðrið er av tí fagrasta. Friðsælur kavi og lág sól. Klokkan tíggju fór eg út í tún at taka tíggju myndir. Tað bleiv til tíggju ferðir tíggju, so vakurt var veðrið hesa løtu, innan kaffi og Rót & Rútmu. Eg seti nakarar morgunmyndir úr grannalagnum á bloggin. Articon byggir Boðanesheimið fyri Tórshavnar kommunu. Fyrsta lonin verður innrætta og alt skal verða liðugt í heyst, sigur Eyðun Persen, verkætlanarleiðari. Tá verður rúm fyri 64 búfólkum. Tvær orsøkir til at kommunan valdi hetta uppskotið vóru arkitekturur og funksjonalitetur. Projektuppskotið er gjørt í samstarvi við Albert Isfeld, Gudmund Hansen og Selmar Nielsen, arkitektar, LBF, Martin E. Leo og SMJ. Bara eitt steinkast, ella kavablak, burturfrá eru altskyns rekreasjónsmøguleikar. Her er Nólsoyggin og Nólsoyarfjørður beint fyri, og so øll Strondin við Bukkevald, Kampingplássinum og Hvítasandi. Hetta verður útsýnið úr niðara borði á Boðanesheiminum. Her eru eisini traðir og ídnir traðarmenn, ið