Skip to main content

Posts

Havið dregur

"Hon var lopin oman til strandar, farin í húðina og hevði kastað sær í sjógvin." Soleiðis lesa vit í søgnini um Kópakonuna í 'Færøsk Anthologi I' (1891), sum V.U. Hammershaimb savnaði. Tað er starvsfelagin Karina Toftegaard sum stendur á kneysanum við lendingina í Mikladali, har vit vóru útferð í summar. Beint har Karina stendur, er ætlanin at Hans Pauli Olsen skal gera eina standmynd av kópakonuni, ið Sjómannadagurin hevur tikið stig til. Bóndin á Trøllanesi, Jógvan Joensen, skoðar út í hav. Alla staðni er hav. Allar bygdir eru við havið, bara ikki Vatnsoyrar og gomlu húsini frammi við Gjónna. Bygdin við havið er mest brúkta myndaevni hjá øllum teim mongu, sum mála, hvør við sínum pensili. Sjálvt spurvurin er hugtikin av havinum. Í Mikladali ganga vit millum húsini, yvir um ánna, framvið mylluni, einum hvanngarði og eftir teim brøttu trappunum oman á lendingina, har kóparnir savnast við havið trettandunátt. Nú síggja vit útsýnið hjá Kópakonuni, the Selkie

Nýggjár í Tórsbyrgi

Gamlaárskvøld savnast íbúgvar og grannar í felagshølunum í Tórsbyrgi, ein tíma fyri midnátt. Jón, sum sæst mitt fyri, stendur fyri bálinum, sum kyndlarnir seinni skulu festa í. Martin hevur lagt Allan og Hanusi lag á, hvussu rættir kyndlar skulu gerast og hvat tilfar skal brúkast. Øll fáa ein kyndil, sum fest verður í, og so er kyndlagonga úr felagshølunum og runt alt økið í Tórsbyrgi. Fremst fyri sæst Meta og aftanfyri Gutti og Bjarnvarður. Á opna plássinum, undir vegginum hjá Heðin og Maluni, verður stegað og myndir tiknar. Edvard syngur Boðar tú til allar tjóðir . Martin kemur úr hjallinum við einum nýggjárssnapsi meðan fólk eru savnaði í túninum. Við í kyndlagonguni eru eisini Ivan og aðrir nólsoyingar. Gutti og Bjarnvarður savna fólk undir vegginum innan farið verður um hornið hjá Lystbæk og Sverra, har kyndlarnir skulu kastast á bálið. Gutti hevur samskipað alt arbeiði at gera gomlu hitamiðstøðina til nýtt felagshøli.   So fer gongan eftir gøtuni undir Lágargarði

Nýggjársrøða løgmans 2011

Løgmaður helt eina góða nýggjársrøðu, ið fór víða. Til dømis nam hann við skakandi hendingarnar á Utøya, sum sjálvt drotningin ikki nevndi. Eitt-null til Kaj Leo, sum brúkti telepromtara, heldur enn pappír. Drotningin, sum læs úr pappíri, var ikki væl fyri og læs ofta skeivt. Hetta var ikki hennara besta røða, sjálvt um hon nú hevur hildið fjøruti og Kaj Leo bara fýra. Umframt sjálvfylgiligheitir, sum at ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði, nam løgmaður í nýggjárstaluni við grundleggjandi virði sum talufrælsi og at taka lut í kjakinum. Hetta var klárt besti partur í røðuni. Nakrir setningar vóru sonn gullkorn, sum síggjast niðafyri: Løgmaður, sum er íðin viðmerkjari á Facebook, segði í hesum parti av røðuni at "Talufrælsi er ein fortreyt fyri einum frælsum samfelag. Vit, ið fólkið hevur valt at stýra, skulu tola atfinningar og mótmæli. Vit skulu tora at hava eitt opið og tíðum hvast orðaskifti. Kjak er ein drívmegi, sum kann flyta eitt samfelag fram á leið. Tal

Filmur og stakkalastás

Úr Pæturskirkjuni í Rom gremur Pávin seg um at jólini eru ov verðslig og glitrandi. Sjálvur er hann um at hokna av gulli, hann ber á høvdinum, meðan orðini fella á árligu midnáttarmessuni. Hetta er tíðin á árinum, tá gjørt verður upp. Gamaní er stórbært hjá Bænadikti Sekstanda og teimum í Vatikaninum, men í einum eksistentiellum perspektivi er skjótt at staðfesta at pávin er ímyndin av stakkalastási. Men vakurt er tað. Akkurát sum at síggja Gone With the Wind (Victor Fleming 1939), Doctor Zhivago (David Lean 1965) og Spartacus (Stanley Kubrick 1960) á jólum.  Eins og pávan, sá eg allar hesar gomlu filmar í sjónvarpi um jólahalguna og eri sannførdur um, at teir eru akkurát sum fyrstu ferð eg sá teir: uppblást stakkalastás, sum í besta føri er bráðvakurt. Millum nýggjar filmar í ár vóru fleiri ektaðar perlur. Perlur, ætlaðar lørifti og ikki turrum pappíri, sum skróvar turrisliga, hvørja ferð blaðað verður og ikki minni tá søgan verður gjøgnumlýst og víst upp á veggin fyri stór