Skip to main content

Posts

Av møkum

Nú kavar av møkum. Hyggja vit út av vindeyganum, so er sjón fyri søgn. Eftir lítlari løtu er alt avtakið, hvítt. Og skuldi onkur ivast í, hvat  møkum merkir, og kanska eisini fingið hug at flyta veðurlagsvendingina í onnur mál, so er at blaða upp í teldutøku og netjaðu álinjuorðabókini hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum. Har stendur á enskum, donskum og týskum: møkum 1 í osb. sum hann kavar av ~ it is snowing heavily (in calm weather) 2 taka sær av ~ relax (t.d. you must learn to relax); ease up, take it easy møkum 1 i ordforb. som hann kavar av ~ det sner (stærkt) i stille vejr 2taka sær av ~ tage det med ro møkum í osb. 1 hann kavar (el. leggur niður) av møku/møkum es fällt* dichter Schnee, es herrscht dichter Schneefall, es schneit heftig/tüchtig; 2 taka sær av møkum es leicht nehmen*

Málbøtandi krónur

Á hvørjum ári verður hildin ein móðurmálsdagur, 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs (1819-1909). Hesi seks: Sosialurin, Dimmalætting, Kringvarpið, Nám, Føroyska Málnevndin og Mentamálaráðið, leggja nú lunnar undir fyrsta tiltakið, sum er opið fyri øllum, ið fáast við føroyskan tekst, til fólk flest í almenna rúminum. Sprotin og Bókadeild Føroya Lærarafelags, Landsbókasavnið og íslendska konsulátið í Fútastovu stuðla ætlanini. Til tess at gera dagin sjónligan, verður ein Móðurmálsvirðisløn latin á hesum degi, 25. mars. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at ein málvirðisløn verður handað. Í 2010 varð Dagur málsins hildin, og ein Málrøktarvirðisløn varð handað Jóhan Hendriki W. Poulsen. Nú er ætlanin at lata eina regluliga Móðurmálsvirðisløn á føðingardegi Hammershaimbs. Í ár verður ljós varpað á føroysku miðlarnar og tann góða tekst, ella ta góðu talu og samskifti, sum har er. Miðlar skulu fatast í breiðari merking, sum eisini kann fevna um fløgur og annað í almenna

Hálva millión til film

Sakaris Stórá og Anton Petersen avmyndaðir tá Anton fekk Gávugóðs í hølunum hjá Öström. Nú verða teir báðir nevndir í viðmerkingunum í sambandi við at tinglimir í Tjóðveldi seta fram uppskot um at hækka Mentanargrunn landsins við hálvari millión til filmslist Úr dagskránni fyri Løgtingsárið 2011, sum enn er í gongd, kunnu vit lesa, at í morgin, mikudag 14. mars 2012 klokkan 11:00, er fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 145/2011 við heitinum Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins . Málið snýr seg um at marka halva millión til filmslist. Hálva filmsmilliónin skal fara til verandi Mentanargrunn landsins at umsita. Framman undan hevur Norðurlandahúsið gjørt av at lata 200.000 krónur til filmsgerð í trý ár og í seinastuni hava tveir ungir filmsleikastjórar, Sakaris Stórá og Anton Petersen, fingið virðislønir. Nám hevur keypti filmarnar hjá teimum báðum til skúlabrúks. Tað eru andstøðupolitikararnir Gunvør Balle, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu

Samskifti, tá tað er best

Samskifti er so mangt. Tað lærdu vit longu í barnaskúlanum, hóast vit ikki kendu hugtøk sum feed back, einvegis samskifti og samfelagslig atlit. Og enn minni høvdu lisið Habermas og McLuhan. Fyri fyrstu ferð í føroyskari miðlasøgu varnaðist eg í dag tað gleðiliga, at Høgni, sum er vertur í Mælt , fríggjakvøldssendingini hjá Kringvarpinum, reflekterar yvir tað, sum í almenna rúminum hevur verið sagt um hesa sending. Og sigur tað alment, sum sæst niðanfyri, við fynd og uttan at síggja trøll. Sterkt, Høgni. Hevði eg hatt, so tók eg hann av. Fakliga stimbrandi at síggja avvarandi í einum almannamiðili grípa í egnan barm og taka fólkið í álvara. Alt kann altíð verða betri, annars var einki at fara upp til. Soleiðis skapa vit ein góðan miðil við tokka og samtykki í almenna rúminum. Restin er bara ein smaksak millum ymsu segmentini , sum handilsfólkini eru farin at siga. Hetta er samskfti, tá tað er best. Góða eydnu, Høgni og øll tit sum okkara vegna eru til arbeiðis tey komandi fríggjakvø

Innistongdur útlongsul

Einki er sum fríggjakvøld í sjónvarpi. Arbeiðsvikan er av, nátturðin er etin og flaggskipið hjá Kringvarpinum, Dagur og Vika, er farið aftur um bak. Beinini upp á borðið, nú er vikuskiftið byrjað. Síðan Saturday Night Fever kom fram í 1977 hevur verið tosað um weekend ættarliðið í nýggja brúkarasamfelagnum. Kappingar, stuttlig fólk, men eisini nærvera, sum livandi og organisk setir seg undir húðina. Hetta fríggjakvøld er danski X Fakturin so pura uttan kappingarelement. Eingin fer út og eingin kemur inn. Jú, hin aldrandi Riche og Seebach yngri koma inn. Soleiðis óforpliktandi. Ikki júst tilfar við biti í eitt up tempo fríggjakvøld. Karmurin og sjálvur dynamikkurin í X Faktor sendingini, snúningsásurin, er tankin um at vera beinleiðis. Tað krevur nærveru og atkvøðusamband beint til hyggjaran. Tá einki kappingarelement longur er í sendingini, er einki at savnast um. Soðið er so tunt í hesi sending at nú er hon deyðfødd, hvussu Sveinur so kýtir seg at raka hægstu tónar

Grønar bønir

Í dag, leygardagin 10. mars, verður sjáldsom og spennandi sjón í spildurnýggju Öströms Fabrikk á Skálatrøð í Havn. Undir spyrjandi heitinum Ert Tú Til Green? stendur Ole Wich fyri eini installatión við einum sixpack, sum skal setast í rammu, sum er tað eitt altar, við ljósastakum í neon frammanfyri. Her poserar Ole við sixpack um aksalarnar. Longst til høgru síggjast altarljósini og svarta ramman um brúkarastýrdu altartalvuna, the sixpack. Í henda blómsturkassa, niðanfyri, kunnu øll vitjandi planta eina grøna bøn. Uppskriftin sæst í frágreiðingini undir myndini av teim surrealistisku Buñuel stólunum við mold í. Klikk á myndina og hon verður størri. Tiltakið er skipað sum ein samanrenning av ymsum listarhættum, fólkum og framsýningum. Borðreitt er fyri einari serstakari listarligari uppliving, ið visualiserar dálkandi veruleikan, ið menniskjaættin stendur upp ímóti, siga fyrireikararnair á Facebookprofilinum . Og hvør veit, kanska fara naknir fiskar í mannahami at liggj

Ellivu krónur og tjúgu

Nú kostar liturin av bensini ellivu krónur og tjúgu. Fyri ein tanga, tað eru 63,89 litrar, kostaði bensinið í dag 715,57 krónur hjá Magn við Ringvegin á Hálsi í Havn. Eina løtu seinni koyrdi eg framvið skeltinum hjá Effo í Gundadali og uppdagaði at teirra bensin kostaði bara ellivu krónur og ellivu. Tað var sum Sørin. Eg kundi havt spart fimm krónur og fimmoghálvfjers. Grannin, Tróndur, upplýsir úr Aarhus, at har kostar liturin 13,48 krónur og úr Noregi sigur Jógvan Hugo at har er liturprísurin 15,49 norskar krónur, sum í løtuni eru ájavnt við føroyska ríkisdálan. Well, so er bara at stíga lættari á spitaran. Soleiðis eitir tað nú. Spitari, kobling og gir.

A Passion Called Salmon

Herfyri møtti eg systkinabarninum Jaspur Kruse til heimsfrumsýning av heimildarfilminum A Passion Called Salmon . Tað vóru Felagið Laksaskip, Aðalkunsulát Íslands, Listagluggin og North Atlantic Salmon Fund, sum bjóðaðu til film og ein bita í Norðurlandahúsinum. Jens Kristian Vang tók myndina av Jaspuri og mær. Orri Vigfússon greiddi í talu frá, at tá hann fyri 20 árum síðani kom til Føroya at keypa rættindini at veiða atlantarhavs laks, var Jaspur formaður í felagnum Laksaskip. Orri er ein meistari at siga søgur og vit kundu bara sagt 'the rest is history' kring alt Norðuratlantshav. Russarin Sasa Savic hevur tikið filmin, meðan hann í tvey ár hevur ferðast á Norðurkollinum. Við flugu, tráðu og myndatóli hevur hann leitað eftir villum atlantshavs laksi, wild Atlantic salmon . Bara fyri at kenna hann taka fluguna, halda í honum, viga hann og sleppa honum útí aftur. Ein uppliving uttan líka. Áirnar, har Savic fiskar og sigur frá um í filminum eru Yokanga á Kola hálvoynni