Skip to main content

Posts

Breaking the Waves

Meistarligu myndirnar í leikskránni tók Eija Mäkivuoti Úr Leikskránni hjá Tjóðpalli Føroya 24. mars 2010 kl 19:00 Breaking the Waves: Lars Von Trier (f. 1956) er millum kendastu filmsleikstjórar í okkara tíð. Hann er eirindaleysur í øllum sínum filmslistarliga arbeiði og kann sum fáur skapa øsing kring seg sjálvan. Hann var ein av donsku Dogme brøðrunum, sum í 1995 settu hvørjum øðrum krøv um filmsgerð, har einki eftirgjørt varð loyvt í listini, men alt skuldi verða ektað og eftir náttúruni. Um enn hugvekjandi og kend um allan heim, er henda rørsla í dag ein fótnota í filmssøguni. Í 1996 fekk Lars von Trier Grand Prix virðislønina í Cannes fyri Breaking the Waves , í 2000 fekk hann Gyltu Pálmurnar fyri Dancer in the Dark og í 2009 fekk hann norðurlendsku filmsvirðislønina fyri Antichrist , sum elvdi til kjak um mismun millum kynini, ið var sum einki at rokna, tá hann í fjør frumsýndi Melancholia og undir einum tíðindafundi í franska Miðjarðarhavsbýnum nevndi, at hann sk

Íslendingar í Hollywood

Í kvøld var frumsýning í Havnar Bio av filminum Contraband , Smuglaravørur. Sýningin var í lítla salinum og bert heilt fá fólk vóru møtt. Synd er at siga at mentanarligar upplivingar í høvuðsstaðnum verða marknaðarførdar nær námindi so effektivt, sum undirhaldið í hesum filmi er. Tað var ein viðmerking frá Bjarka Thomsen á Facebook, sum fekk meg at varnast filmin og at hetta er amerikanskt re-make av íslendska filminum Reykjavik-Rotterdam (2008), sum Óskar Jónasson gjørdi við Baltasari Kormáki í høvuðsleiklutinum eftir søgu hjá krimiskaldinum Arnaldi Indriðason, sum eg avmyndaði í blá sofuni á bókamessu í Frankfurt í heyst. Leikstjóri í amerikanska filminum, sum er tikin í New Orleans og Panama, er sami høvuðsleikarin, Baltasar Kormákur, sum eisini leikstjórnaði Reykjavik 101 (2000), Mýrin (2006) og hin yndisliga Brúðguminn (2008) Og hann kemur væl frá uppgávuni. Hetta er ein vælsmurd og effektiv nøtrisøga, við sannførandi locations í swamp blues lendi har

Merethe Lindstrøm fær Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2012

- Jeg er en av de forfatterne som ikke har hatt så mange lesere. Det er umulig å si hva som skjer eller om det skjer noe etter jeg har fått Nordisk Råds litteraturpris. Men jeg håper helt klart at flere vil lese bøkene mine.  Foto: Trygve Indrelid Cathrine Elnan, Aftenposten skrivar í kvøld: - For meg er dette en enorm anerkjennelse og en stor ære. Det var virkelig ikke noe jeg hadde regnet med. Jeg ble selvfølgelig utrolig glad, sier Merethe Lindstrøm. - Men det er klart, jeg skriver ikke for å få priser. For meg er skrivingen en undersøkelse, en evig prosess. Gleden ved å bruke og tøye språket på denne måten, og hele tiden finne ut noe, det er mine grunner for å skrive. Aftenposten møter forfatteren noen dager før hun skal ta i mot prisen på Islands Universitet i Reykjavik. Hun har visst om tildelingen i et par uker allerede. Det har ikke vært en del av den vanlige prosedyren rundt Nordisk Råds litteraturpris, men i år feirer den prestisjefylte prisen 50 år, og for først

Bárður Jákupsson í Steinprenti

Undir heitinum Vatnlitavár í Steinprenti letur Bárður Jákupsson upp framsýning leygardagin 24. mars kl. 18:00. Í innbjóðingini verður sagt at við framsýningini býðst høvið hjá øllum áhugaðum at uppliva eina ljósa og várliga framsýning í Steinprenti við spildurnýggjum vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson. Ferniseringin klokkan seks um kvøldið er samskipað við framførsluna hjá Aldubáruni, sum byrjar seinni, klokkan 19:30 í nýumbygdu stásiligu hølunum hjá Østrøm, beint við síðuna av. Seinastu árini hevur Bárður Jákupsson havt fleiri stórar og fagnaðar framsýningar bæði innan- og uttanlands, ið allar hava verið merktar av einum øgiligum yvirskoti og skapanarmegi, og vit tora alt fyri eitt at lova, at henda skapanarmegin er púra óviknað skrivar Kinna Poulsen í innbjóðandi tekstinum. Í donsku avísini Politiken 25. august í 2010, sum sæst omanfyri, hevði listaummælarin Peter Michael Hornung ummæli av eini framsýning hjá Bárði, sum var í Værløse. Yvirskriftin Den store udfoldelse

Tíðarlummar

Í løtuni spælir Edvard Nyholm Debes klassisku LP plátuna Pearl (1971) við Janis Joplin í Útvarpinum. Einki kann sum tónleikur fáa góð, gomul sár upp at bløða. Síðst, eg spældi hasa plátuna var í 1973 á mínum nýggja Lenco plátuspælara, sum bæði hevði ein beinan og ein s-skapaðan arm, og við fjaðrandi kontravektum lat eina reyða Ortofon nál renna gjøgnum foyrurnar og fanga øll ljóð úr vinyl plátuni. Styrkjarin var eitt norskt Radionette radio og háttalararnir vóru eins norskir, Tandberg, men við Philips dome tweeter diskant háttalarum, sum eg hevði sett í ístaðin. Og enn betri enn Pearl dámdi mær konsertupptøkuna In Concert (1972) við Janis Joplin. Hin fyrra er horvin, men hendan seinna er til enn. Evigt eies kun det tabte, sum Ibsen segði.

Flaggsøga

Flaggdagurin nærkast og tað er gott, at man ikki er russari og býr í Jubalandi í Somalia. Tí so hevði eg ivast í, hvat flagg eg skuldi vundið í húnar hátt. Ovara flaggið, sum er tað russiska, ella niðara flaggið, sum er tað hjá Jubalandi, ið er nýggi sjálvstýrandi partinum av Somalia. Men hinvegin, fløggini líkst so nógv, at eingin hevði sæð munin, býtti eg um.

Aðalfundur í Listafólkasambandinum

Aðalfundur var í Listafólkasamdinum, LISA, 5. mars. Formaðurin seinastu ellivu árini, Oddfríður Marni Rasmussen, takkaði fyri seg og í nývaldu nevndini sita Ólavur Jakobsen, Guðrið Poulsen og Bárður í Baiansstovu. Sambært fundarfrásøgnini  møttu tey trý valdu og fýra onnur, tilsamans sjey fólk. Av egnum royndum veit eg, at soleiðis er til aðalfundir í høvuðsstaðnum. Lítla undirtøkan í avgerandi støðum, ger tað tungt at halda á í arbeiðinum fyri betri korum hjá teimum, ið fáast við list og á ymsan hátt eru virkin á landsins mongu mentanarligu pallum. 12 ráðharrar í 11 ár Formaðurin endaði við at siga, at hetta var seinasta formansfrágreiðingin. - Eg taki meg aftur, og ikki ber til at fáa meg talaðan yvir til at sita tvey ár afturat. Ikki í hesi verð. Eg havi sitið í samfull 11 ár í formanssessinum og haldi, at onkur annar nú eigur at koma framat. Í tey 11 árini havi eg fundast við 12 mentamálaráðharrar, og tveir teirra hava enntá sitið valskeiðið út, segði Oddfríður Marni Rasmu

Vikuskifti yvir diskinum

Oftan verða miðlarnir, og kanska serliga bløðini, hartaðir fyri mangt og hvat. Fremst fyri er grafiska útsjóndin, myndir, yvirskriftir og uppseting. Síðani kemur sjálvur teksturin at lesa. Eru fyrstu viðurskiftini ikki í lagi, so verður lítið lisið inni í blaðnum og slettis ikki tað, sum stendur aftast. Yvir diskinum í SMS komi eg í tankar um, at meðan bløðini dragast við skrift og rættstaving, er avbjóðingin hjá loftmiðlunum at fáa taluna at ganga natúrliga fyri opnari mikrofon og út í hvørja stovu. Sum um hon kom úr vælsmurdu kvørnini hjá Otto Reinert og ikki staccato og vakuumpakkað, hvørt fyri seg, sum í kliniska Hjallinum í SMS. Tað gognur ikki altíð so væl. Men vit eru so von við at hoyra kubbutan upplestur, ið ryggbrýtur rútmuna í móðirmálinum og bráddliga kann fara sum í skotriðum eftir døgurðaborðinum, ella sum rópt varð eftir einum hundi í túninum. Upplestur er ikki sum at skriva tað. Fyrr helt eg bæði bløðini, Dimmu og Sosialin. Vøran og útberingin vóru í topp. So dat